fríggjadagur 29. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1900 til 2002, og var hon 101 ára
gomul tá hon andaðist. Hon var
góð við skotska hálandið, og var
hon ofta í Castle of Mey, sum
liggur 9 kilometrar vestanfyri
bygdina John O´Groats.
Í góðum veðri síggjast
Orknoyggjarnar frá Castle of Mey.
Drottningamóðurin hevði borgina,
sum sín bústað frá august til
oktober, líka frá 1955 og fram til
2001, tá hon vitjaði á seinasta
sinni.
Tann vitjandi verður leiddur
gjøgnum borgina av tilkomnum
kvinnum, sum hava arbeitt hjá
gomlu drotningini. Á ferðini
gjøgnum borgina kunnu myndir,
málningar og lutir síggjast,
sum boða frá kongaligu søgu
Bretlands og Europa. Men har eru
eisini “vanligar” myndir og lutir at
skoða, sum boða frá, at hin gamla
var líkatil og beint fram, júst sum
nógv vanlig fólk. Bókahillurnar
hjá henni vóru áhugaverdar í so
máta.
Kryddið er tó tá gomlu
starvsfólkini hjá henni greiða
livandi frá hvussu hon bjargaði
Castle of Mey frá at fara í
hundarnar, og hvussu nógv
drottningamamman arbeiddi
fyri einum lønandi landbúnaði í
nærøkinum í Caithness. Castle of
Mey varð bygt í 16. øld.
Skamt frá borgini er ein
vitjunnarmiðstøð, har skreytlutir
og vistfrøðiligar framleiðslur
kunnu keypast, her er talan
um ein sera snotuligan
timburbygning.
Blóðborgin við
Loch Ness
Ikki sleppur ein undan at
nevna, at søga Skottlands ofta
hevur verið fongd av blóðigum
bardøgum.
Millum Inverness og Fort
William sæst sjón fyri søgn.
Har síggjast stórslignu toftirnar
av Urquhart Castle. Toftirnar
eru, sum uppliving ein ferfaldur
Kirkjubømúrur, men størsta
upplivingin á staðnum, er lutvíst
eitt nútíðarkonsept. Skamt
frá Urquhart Castle liggur
mest snotiligi bygningur, sum
undirritaði hevur sæð verða
bygdan til rúgvisferðamannavinnu
(massaturismu). The Urquhart
Visitor Centre bjóðar umstøður og
sølubúðir, sum siga “Spar Es”.
Besta trekkið hjá teimum,
sum varða av borgini er ein
filmssýning uppá 8 minuttir. Í 8
minuttir verður ein rúnabundin
av søguni hjá Urquhart Castle.
Søgumenn og filmsframleiðar
hava megnað at kóka allar
blóðsdroparnir, ið hava runnið
eftir borgarveggunum niður til
eina borðbara súpan.
Tá filmsfrásøgnin er liðug fer
hvíta tjaldið upp, gardinurnar
verða trektar frá, og sum eina
opinbering sær ein Urquhart
Castle gjøgnum stóru vindeyguni.
Væl frágingið, og aftaná fer
ferðafólkið oman til borgina
fyri at merkja blóðigu søguna
frá 5. øld, og fram til 1692 tá
Wilhelmistisku protestantarnir
brendu borgina niður, so hon
ikki skuldi falla í hendurnar
á jakobitisku katolikkunum.
Sigast má, at hesar toftirnar eru
gagnnýttar.
Prýðiliga heimið
við Nairn
Nógvir føroyingar kenna Nairn
frá stóru strondini, sum er beint
við húsvagnaøkið, sum er millum
ferðamálini, sum Smyril Line
bjóðar.
Filmslistamaðurin, Charles
Chaplin, ferðaðist eisini nógv í
Nairn. 8 kilometrar sunnanfyri
Nairn liggur borgin, ið nevnist
Cawdor Castle. Her er talan
um borg, sum er eisini er
eitt ógvuliga stílfult heim hjá
einari tilkomnari aðalskvinnu.
Aðalskvinnan ger tó nógv við, at
tey mongu ferðandi, sum gjalda
atgongumerki fyri at vitja borgina
- sum er bygd í 15. øld – sleppa
at vitja heim hennara, júst sum
hon húsast í tí.
Tey sjónleikaáhugaðu fáa eisini
ein eyka ágóða av at vitja Cawdor
Castle. Kendi leikurin hjá William
Shakespeare “Macbeth” var
skrivaður í 1606, og verður søgnin
um Macbeth ofta sett í samband
við økið kring Cawdor Castle.
Eins og Dunrobin Castle hevur
hendan borgin ein urtagarð, sum
er sera torførur at lýsa við orðum.
Føroyska ferðakvinnan má sjálv
standa har, og skoða og anga
tann dýrdarvakra vøkstur, ið er at
skoða í hesum urtagarðinum.
Tað eru sjálvsagt aðrar borgir
og toftir ein kann vitja, men við
hesum fýra er ein dekkaður inn
við bæði tí dramatiska, blóðiga,
vakra og heimliga. Høvi býðst
at fara við Norrønu í juni, juli og
august.
Um nakar verjir borg, so eru tað
skotar!
15
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
góðsku
Urquhart Castle við Loch Ness