Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 29. februar 2008 15 Vanja Seyer Skaalum, í Hvalba, andaðist miku­ dagin á Landssjúkrahúsinum, 82 ára gomul. Kistan kemur í Hvalbiar kirkju fríggjakvøldið kl. 21. Jarðar­ ferðin verður sunnudagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Vanju kunnu lata eina gávu til Hvalbiar kirkju. Niels Frits Johannesen, vanliga nevndur Húsa Niels, ættaður av Húsum, búsitandi í Klaksvík, andaðist mikudagin á Sambýlinum í Bøgøtu, 82 ára gamal. Kristian Mørkøre, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Oslo, andaðist mikudagin 80 ára gamal. Marin Hansen í Nólsoy, ættað úr Dali, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 77 ára gomul. Andlát og jarðarferðir nøvn Dagurin 1. mars. Albinus, deyður ár 550. Abbati og biskupur í Angers í Fraklandi. Varð stutt eftir deyða sín skírdur halgimenni. Navnið merkir hvítur. 2. mars. Simplicius, deyður ár 483. Hann var pávi frá 468. 3. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð av týska navninum Kunigunde og varð skrivað Kunigunn, tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon varð gift týska keisaranum Heindrikki II og læt byggja bæði kleystur og kirkjur. Navnið merkir mæt stríðskvinna. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum við blómum, uppringingum og gávum gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 6. februar 2008. Ein serlig tøkk til tykkum suðuri á Nesi, sum gjørdu mær dagin so hugnaligan. Heilsan Elin Brekkstein Velbastað Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 7. januar, takki eg hjartaliga. Margretha Hansen Regin I. Jakobsen er settur sum fíggj­ arstjóri á Sosialinum og Miðlavarpinum Nevndirnar í Sosialinum og Miðlavarpinum hava gjørt av at seta Regin I. Jakobsen úr Havn í starv sum fíggjar­ stjóra hjá Sosialinum og Miðlavarpinum. Soleiðis kemur leiðslan í feløgunum at fevna um tveir stjórar. Jan Müller, sum hevur ver­ ið stjóri á Sosialinum sein­ astu mongu árini, og sum nú verður forstjóri, sigur, at hetta er náttúrligur liður í menningini av fyritøkuni. ­ Frá at hava verið eitt floksblað við avmarkaðum møguleikum hevur Sosial­ urin seinnu árini ment seg til vera fremsta miðlafyri­ tøkan í landinum. Í fjør vár settu vit Miðlavarpið á stovn, og frá 1. oktober hev­ ur Miðlavarpið rikið Rás2. ­ Tí er talan í dag um tvær hampuliga stórar fyritøku, har vit til saman hava fleiri enn 40 fólk í starvi. Hetta setir stór krøv til leiðsluna, og vit hava í eina tíð arbeitt við at styrkja fyrisitingarliga partin. Hinvegin hava vit valt at bíða, til vit fingu fat­ ur á rætta persóninum, og tað meta vit okkum nú hava fingið, sigur Jan Müller. Regin I. Jakobsen er 42 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.merc.aud, og hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fíggjarstýring. Hann hev­ ur starvast hjá KPMG (nú SPEKT) sum grannskoðari, verið fíggjarleiðari á ALS og starvast sum deildarleiðari á búskapardeildini hjá Føroya Banka. Seinastu árini hevur hann verið umsitingarstjóri hjá Kaupthing. Á Sosialinum kemur hann virka sum stjóri saman við Jan Müller, og á Miðlavarp­ inum verður hann stjóri sam­ an við Jonhard Hammer. Nýggjur stjóri á Sosialinum Regin I. Jakobsen, í miðjuni, verður stjóri á Rás2 saman við Jonhard Hammer (h.m.) og á Sosialinum saman við Jan Müller (v.m.) Hósdagin 28. februar skip­ aði Nærverkið fyri almennari móttøku í nýggja dagtilhaldinum Stjørnulon í Jøkulstræti 4 í Havn. Undir móttøkuni hildu Hans Pauli Strøm, landsstýr­ ismaður, og Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, røðu, og næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla framførdu. Stjørnulon er eitt dagtil­ hald fyri minnisveik, sum upprunaliga byrjaði sum royndarverkætlan hjá Alz­ heimerfelagnum á Dalavegi 4 í Havn. Sjørnulon heldur til í ovaru hæddini í einum nýggj­ um bygningi, sum Kiw­anis felagsskapurin eigur. Leig­ aðu hølini eru 167 fermetrar til støddar við tveimum stov­ um, hvílirúmi, køki, grov­ køki, tveimum baðirúmum, ítrivsrúmi og skrivstovu. Ester Husgaard er leiðari á Stjørnulon, ið hevur pláss til 8 húsfólk, sum eru har í dagtímunum. Á stovninum eru tilsamans fýra starvs­ fólk. mg Stjørnulon í Jøkulstræti Stjórin á Nærverk­ inum, Mary í Garði, og leiðarin á Stjørnulon, Ester Husgaard Hans Pauli Strøm lands­ stýrismaður heldur røðu Næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla framførdu