Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 • 29. februar 2008 Vikuskifti 14 Aftaná áralangan steðg ber nú aftur til hjá føroyingum at fara við Norrønu á bilferiu í Skottlandi. Scrabster kann kanska tykjast at verða eitt troystarleyst pláss at koma til, men hetta havnaannleggið er portrið til eina stóra og ríka verð. Fysiski portalurin, um ein vil til tað náttúruvakra og stórsligna Skottland. Føgru og fjølbroyttu náttúru Skottlands fara vit at nema við í einum øðrum parti. Hesuferð ætli eg mær at fara eftir skotsku søguslóðini, sum er sera drúgv og áhugaverd. Skuldi ein nomið við alla spennandi - og mangan blóðigu – søgu Skottlands hevði tað tikið fleiri bind av bókum. Men tað liggur ræðið fyri hjá føroyska ferðamanninum at uppliva spennandi tættir av skotsku søguna. Tað, sum er mest hugtakandi við skotsku søguni, er, hvussu væl hon er varðveitt gjøgnum mongu søguligu bygningsverkini og toftirnar, sum eru kring alt landið. Tó nýtist einum ikki at koyra Skottland tunt fyri at skoða prýðiligar borgir. Ikki so fáar av teimum finnast í Norður- Skottlandi, og kunnu røkkast uttan ein alt ov drúgføran biltúr. Borgin við vakra urtagarðinum Á eysturstrondini ávegis úr Scrabster til Inverness, 8 kilometrar sunnanfyri fiskiplássið, Brora, ber til at vitja Dunrobin Castle. Henda borgin er ikki bara eitt prýðiligt bygningsverk, men hevur eisini ein so undurvakran urtagarð, at føroysk urtagarðsfólk hava valt at leggja leiðina framvið Dunrobin Castle í summar. Elsti parturin av borgini er frá 13. øld, men gjøgnum øldirnar er bygt uppí borgina. Nógvar uppíbyggingar vóru gjørdar um hálvu 19. øld, og tað eru ófatuliga nógv rúm í borgini. Við sínum 189 rúmum er Dunrobin Castle størsta “heimið” í skotska hálendinum. Tí talan er um eitt veruligt heim. Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, tá Dunrobin Castle var ein dreingja-kostskúli, so hevur borgin verið heimið hjá Sutherland-jallunum og avkomi teirra. Tann vitjandi sleppur ikki at vitja øll rúmini í Dunrobin Castle, men ein farleið er avmerkt til tey vitjandi, har tey ganga inn í fleiri rúm, sum boða frá ymiskum tíðarskeiðum í søguni, bæði søguni hjá Sutherland-ættini, og søgu Skottlands. Har ber til at síggja størri og smærri lutir, enntá amboð hjá einum sløkkiliði, sum hevði heimstað í Dunrobin Castle. Men eisini lutir frá kvinnum og børnum, sum hava havt Dunrobin Castle, sum sítt heim kunnu skoðast á forvitnisligu ferðini. Heimið hjá drottningamammuni Um ein koyrir eitt sindur meir enn ein hálvan tíma úr Thurso ber til at vitja borgina hjá ensku drotningamóðurini. Enska drotningamamman, sum eisini æt Elizabeth livdi frá Føroyingum nýtast ikki at fara til Grikkalands, Italia ella Egyptalands fyri at skoða spennandi søguligar bygningar. Ein túrur til Skotlands røkkur langt í so máta, og væl tað. Sosialurin hevur verið á ferð í Skotlandia Skotland - 1. partur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Skotland borgar fyri Dunrobin Castle Cawdor Castle