fríggjadagur 29. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 43 - 29. februar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara
kæri bróðir og gubbi
Poul Johannes Johannesen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prest og Kristian Fríðrik og eisini eina tøkk
til Leif fyri sang í kirkjuni.
Tøkk til deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Øggi, Mary og Nils
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mín elskaði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Thorbjørn Djurhuus
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til heimarøktina, sambýlið, læknarnar og
starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, prest, sangarar
og gravara.
Tøkk fyri blómur, kransar og tit, sum gjørdu ervið.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Gunhild, Irdi og Gunn
Føðingardagsheilsan
til
Stinu Bech í Vági á 50 ára
degnum.
Góða Stina, hjartaliga til
lukku við føðingardegnum,
mátti tær unnst nógv góð ár
framyvir.
Tá eg hugsi um teg og
tína familju, so er tað um
gott grannalag og trúfesti.
Nógv góð baranminnir
renna fram fyri meg um
nógvar huganligar, stuttligar
og álvarsligar løtur saman.
Hetta vil eg nýta høvið at
takka tær og ikki minst
mammu tíni so inniliga
fyri, løtur og minnir sum
hava havt stóran týðning
fyri meg.
Eitt er, at vit eru í familju
báðar, bæði gjøgnum omm
una og abban, so tey hava
altíð kenst, samstundis eru
vit so hepnar at næsta ættar
liði eisini sampakkaði.
Hugsi um nú sum vaksin
týdningin av at eg kundi
fara inn í grannahúsið og
føla meg sum heima. Haldi
ikki tað var dagur vit ikki
sóust, antin so ella so.
Var tað ikki at lána okk
urt, so at fortelja tað síðsta
nýggja, ella bara ein góðan
kaffimunn, tað at hava
umsorgan fyri hvør øðrum,
jú vit komu hvør øðrum
við.
Tykkara hús var eitt saml
ingshús. Frá barnsbeini av
var tú von við at nógv fólk
komu á gátt hjá tykkum, og
hví var tað so, sjálvandi tí
at øll føldu seg so væl. Jú
har er mangt mál havt á
lofti, og dúgliga kjakast, oft
ani bleiv eisini spælt kort.
Minnist hvussu stolt eg
var, tá eg slapp at trilla teg í
barnavogni. Tá vit runnu
oman í Vaskiskúrin á Gørð
unum við varmafløsku við
kaffi til mammu tína.
Minnist hvussu øvundsjúk
eg var, tí eg ikki var so hepp
in sum tú at eiga so nógvar
pápabeiggjar sum fiskaðu
og seldu teirra førning í
t.d. Skotlandi. Tá teir so
komu aftur við dukkuvogn
um, dukkum og alskyns
leikutoy, fyri ikki at gloyma
dropsini og karamellurnar.
Tú ert einabarn og giftust
einum einabarni, Evaldi.
Tú giftist ung, og væl hevur
borið til tykkara millum.
Tit bæði eru vælsignaði við
6 børnum og 6 ommu og
abbabørnum. Eisini eru tit
so heppin, at flest øll børn
tykkara búgva har suðuri.
Stina, takk fyri gestablídni
tá eg eri har suðuri, takk
fyri at tú altíð er so hjálp
som, tá eg ringi og spyrji
spurningar um tað sum fyri
ferst í heimbygdini, snøgt
sagt ert tú og tín familja
mítt bindilið til mína fam
ilju og uppruna í Vági..
Alt tað besta ynski eg tær
og tínari familju.
Bjørghild við familju.
Stina Bech 50 ár
Stina Bech saman við ommudøtrum
Føðingar
11. februar fingu Katrin og Hans Pauli Sjóstein, Klaksvík,
ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4900 gr.
19. februar fingu Jenny Petersen og Magnus Samuelsen,
Funningur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3400
gr.
20. februar fingu Herborg Líggjasardóttir Johannesen og
Rúni Magnus Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 52
cm. langur og vigaði 3850 gr.
21. februar fingu Mariann Ejdesgaard og Gestur Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3970
gr.
21. februar fingu Eileen og Gudmundur Hammer Egholm,
Vestmanna, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3930
gr.
23. februar fingu Asbjørg Selfoss og Hallur Súni Danielsen,
Miðvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3535
gr.
23. februar fingu Turið Hovgaard og Luis Zambrano, Hoy
vík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr.
24. februar fingu Line L. Larsen Keypmannahavn og
Jógvan Drangberg Skopun, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3380.
25. februar fingu Helena Gásdal Sørensen og John Karsten
sen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
2850 gr.
27. februar fingu Elsa og Hugo Leo, ein son. Hann var 56
cm. langur og vigaði 4550 gr.
27. februar fingu Hansina Miðalberg Eliasen og Paul T.
Nielsen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3300 gr.
27. februar fingu Tóra Simonsen og Herbert í Lon
Jacobsen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3150 gr.
Prógv
25. januar tók Hanna M. Djurhuus, Tórshavn prógv sum
fysioterapeutur á Fysioterapiskúlanum í Keypmannahavn.
28. februar fingu Linda Sif
Baldvinsdóttir, Argir og
Henning Sørensen, Trongis
vágur ein son. Hann er 53
cm og vigar 3000 gr.
22. februar fingu Annika og
Høgni Zachariasen, Leynar,
ein son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3950 gr.
23. februar
fingu Anja
Klæmintsdóttir
og Sam Jacobsen,
Syðrugøta, ein
son. Hann var
53 cm. langur og
vigaði 3500 gr.
veitst tú ikki tað?