Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 • 29. februar 2008 Vikuskifti 13 ”Eingin málslig menning er so dygg, sum tann, ið fæst, tá ið móðurmálið er støðið, sum arbeiðið við fremmandamáli byggir á.” Soleiðis skriva hesir báðir dugnaligu og treisku og óvanliga eldhugaðu orðabóka­ smiðirnir í formælinum til dagsins orðabókaútgávu, sum nú verður løgd fram fyri okkum. Útgávan snýr seg um eina hart tiltrongda útgáva av føroyskt­enskari orðabók og av einari enskt­føroyskari orðabók. 3.772 síður. 145.000 orð. 2 bind. 2 rithøvundar og 1 fløga við trimum orðabókum, tí á fløguni liggur eisini danskt­ føroyska orðabókin, sum somu høvundar skrivaðu og góvu út í 1998. Hetta er ikki smávegis fongur – á einum og sama degi. Hetta tit báðir her hava framt í verki ­ er ikki løtuverk. Aftanfyri hesar útgávur liggur eitt megnar arbeiði frá tykkum báðum – og frá øðrum, ið vóru undan tykkum á lívsleiðini. Onnur, sum eisini tóku tøk, tá ið lunnarnir skuldu leggjast. Nøkur teirra nevna tit sjálvir í formælinum, onnur finna vit, sum skaldið og orðabókamaðurin Chr. Matras tekur til: ”…í kvæðum, sum fólksins varrar lyftu úr øld í øld”. Vit hava í dag ikki bara fingið 2 nýggjar orðabøkur millum tvey mál. Vit hava á mangan hátt eisini fingið eina dagførda móðurmálsorðabók – nú 10 ár eftir at flaggskipið í føroyskari orðabókagerð á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Sigast kann, at føroyska mál­ stevið nú um ársskiftið 2007­ 2008 hevur fingið ein sterkari grundvøll at standa á. Fyrst við einum umfatandi og áhuga­ verdum máláliti í desember ­ og nú í februar við hesum báðum nýggju orðabókunum. Alheimsgerðin, økta sam­ skiftið, og menningin innanfyri tøkni og kt tey seinastu árini hevur gjørt, at ensk hugtøk spæla ein alsamt størri leik­ lut í gerandismálinum hjá føroyingum. Við hesum orðabókunum hava tit báðir m.a. verið við til at gera eitt føroyskt nútíðarmál, har tit við einum hópi av dømum vísa, hvussu vit sum brúkarar kunnu flætta hugtøk á ymiskan hátt inn í dagliga samskiftið. Hetta er ein alneyðugur og avgerandi táttur í menningini av málinum, og ein av fyri­ treytunum fyri einum livandi føroyskum máli. Eg kann bara taka undir við tykkum og siga: ”Latið nú bara alheims­ gerðina koma, nú hava vit ikki hetta eftir at gera.” Eg skal vegna Landsstýrið og Mentamálaráðið: Ynskja tykkum hjartaliga til lukku við avrikinum. Tit hava við hesum skapt enn ein týðandi varða í føroyskari málsøgu. Ein varði í føroyskari málsøgu Heilsanin, sum Kristina Háfoss, landsstýriskona í mentamálum, bar fram síðsta fríggjadag, tá ið nýggju orðabøkurnar vórðu lagdar fram í Læraraskúlahøllini - Sigast kann, at føroyska málstevið nú um ársskiftið 2007- 2008 hevur fingið ein sterkari grundvøll at standa á, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna tíðindafólkunum eins og Roald Amundsen svaraði táið hann var spurdur, hví hann fyrstur rakk Suðurpólinum: Victory goes to the man who has made all arrangements in advance People call it luck ! Deafeat awaits the man who has not taken the nescessary measures in time Thats is called bad luck ! Høvundarnir vitstu, hvat teir gjørdu, og hvat teir vildu. Teir vildu gagna síni tjóð. Teir vildu geva sínum fólki ventilarnar út í sjálvt heimsmálið. Og nú visión­ in frá 2000 liggur skjala­ og naglaføst frammanfyri okkum, skal eg heilsa og siga, at um so bara hetta stendur eftir frá mínum politiska virksemi í mentamálaráðnum kráku­ mánaðirnar í 2000 og 2001, so er tað ein hjartans fegin detroniseraður ministari, sum skoðar fruktirnar av avgerðunum og ótemjandi virkishugi allian­ sunnar Mikkelsen í Skála. Teir vaðaðu út hagar, ið teir fægstu finna góðu miðini, sum Sigurð seinri umrøður í yrkingini: Men tað, sum aldrin uppundan fjarar, er betra helvtin av Føroyalandi. Og land at nema, ið havið fjaldi, Var lív og vísindi miðamansins. Fyri nøkrum árum síðani segði rektari Háskúla Føroya, Jóan Pauli Joensen, at føroyingar bara høvdu latið eittans produkt til heimscivilisatiónina: Knettið! Í dag fluttu vit okkum eitt stig víðari. Tveir sprellivandi menn hava flutt okkum út í enskt mælta heimin og enskt mælta heimin inn til okkara, á jøvnum føti. Nærum eitt siðaskifti, nú vit lótu heimssiðmenningini part í teimum báðum Jonhardi Mikkelsen og Anfinni í Skála. Væl gingið tit báðir. Væl stuðlaðir av tolseminum kring tykkum. Persónifiserað í Majbritt og Súsonnu, sum tíanverri ikki upplivdi hetta meistaraverkið hjá manni hennara. Martin Joensen, sum hevur gingið í skúla saman við Jonhard Mikkelsen, spældi til móttøkuna Kári P. er ikki ofta at síggja á palli, men hann spældi á stóra orðabókadegnum