Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 29. februar 2008 13 viðmerkingar - men mín politiska støða er óbroytt Vísandi til forsíðusøgu í Dimmu í kvøld, vil eg gera vart við at eg als onki kenni til nakran “klandur” millum landsstýriskvinn­ una í mentamálum, for­ mannin í Tjóðveldi og undirritaðu um hvørt umsitarin av fólkakirkjuni í Føroyum, skal vera limur í fólkakirkjuni ella ikki. Uppskotið frá Tórbjørn Jacobsen og mær um at áseta hetta sum eitt lógarkrav í løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum varð burturvíst av løgtingi­ num. Annars var breiður uppbakningur í táverandi tingmanning floksins um hesa áseting. Eisini var hetta eitt greitt ynski frá kirkjuliga lands­ lagnum í Føroyum við tað at bispur, dómpróstur, Prestafelag Føroya og Felagið fyri kirkjuráðslimir vísti á, at landsstýris­ maðurin í kirkjumálum eigur at vera limur í fólkakirkjuni. Meirilutin í táverandi Mentanarnevnd, helt tað grundleggjandi ikki vera rætt at lógarfesta trúarkrøv til landsstýrismenn, og sambært løgfrøðiligu ráðgevingini forðar stýrisskipanarlógin fyri at avmarka framíhjárættindi løgmans at tilnevna landsstýrismenn við at áseta í løgtingslógini um fólkakirkjuna í Føroyum, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni. Hóast hetta, so skilti meirilutin sjónarmiðið, og meirilutin skrivar soleiðis í álitinum, “at løgmaður eigur at taka atlit til hetta, tá landsstýrismaður í kirkjumálum verður tilnevndur, soleiðis at tað kann verða politisk siðvenja, at landsstýris­ maðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni.” Hesum hevði løgmaður eisini greitt givið til kennar at hann var sinnaður at fylgja í framtíðini. Eftir at uppskotið um limaskap í fólkakirkjuni, hjá tí sum skuldi umsita fólkakirkjuna, var burtur­ víst, setti eg mítt álit á at løgmenn í Føroyum í framtíðini vildu taka atlit fyri hesum ynski frá Menturnarnevndini og kirkjuliga landslagnum í Føroyum. Eg vil bara gera vart við at eg framvegis havi hesa støðu, altso at løgmaður átti at flutt kirkjumál til annað landsstýrisfólk, sum er limur í fólkakirkjuni, at umsita, og mín vón er at løgmaður vísir virðing fyri Mentunarnevndini og ynskjunum frá biskupi, dómprósti, Prestafelag Føroya og Felagnum fyri kirkjuráðslimum. Føroyski fótbóltsheimurin er við í meldrinum í einum støðugum, umskapandi altjóða fótbóltsheimi við vaksandi møguleikum, avbjóðingum og krøvum. Á seinasta ársaðalfundi samtyktu feløgini nýggjar lógir fyri FSF, sum eru kjølfestar í altjóða lima­ skapi okkara í FIFA og UEFA. Umframt ásetingar um endamálini hjá FSF, eru ásetingar um skyldur og rættindi hjá feløgunum. Hetta er grundvøllurin, føroyski fótbóltsheimurin stendur á. Akkurát hvussu tilvitaði feløgini eru um henda veruleika, er ein annar og góður spurningur Tað, sum eg haldi hevur týdning at fáa gjørt beinan­ vegin, er at fáa tikið pulsin á føroyska fótbóltsheimi­ num í merkingini at skipa eina hoyring, sum tekur útgangsstøði í tí veruleika, sum feløgini liva í. Tað merkir, at vit skapa neyð­ ugu tíðina til at viðgera týdningarmiklu fortreyt­ irnar fyri, at tað skal gang­ ast føroyskum fótbólti væl. Hoyringin skal snúgva seg um øll viðkomandi evni, sum hava týdning fyri ­ og ávirkan á føroyska fótbóltsheimin. Endamálið við hoyringini er í felag at smíða eina hugsjón og leggja eina ítøkiliga fram­ tíðarætlan við greiðum málum og neyðugum raðfestingum. Tað hevur alstóran týdning, at virðini í eini framtíðarætlan og tann kós, ið verður løgd, taka útgangsstøði úr einum felags grundarlagi og veruleika. Eg ivist ikki í, at feløgini hava neyðugu vitanina og hugsjónirnar, og eg havi fult álit á, at vit fáa bestu úrslitini, við at feløgini gera sína ávirkan galdandi og harvið taka sín ognarlut í eini framtíðarætlan. Samstundis vil ein slík tilgongd hvessa tilvitið hjá feløgunum um skyldur og rættindi teirra, og skapa neyðuga grundarlagið fyri at tey megna uppgávu sína, umframt at FSF og feløgini í størri mun koma at kenna seg sum ein felagsskap, ið hevur somu mál. Tað hevur alstóran týdn­ ing, at feløgini hava fult álit á felagsskapi sínum, tí FSF skal, umframt at syrgja fyri at altjóða lima­ skapurin skapar størst møguligu menning fyri føroyskan fótbólt, eisini tryggja, at ásetingarnar, ið feløgini liva undir, verða fyrisitin á fult forsvarligan hátt við virðing fyri skyld­ um og rættindum teirra. Fyrisitast og samskiftast skal við stórum toli, tí tað er ikki nóg mikið at framleiða og kunngerða reglur v.m. FSF má og skal taka útgangsstøði í veru­ leikanum hjá feløgunum. Veruleikin, sum feløgini liva í inniber, at høvuðs­ orkan fer til at fyriskipa kappingarárið við øllum teim størri og smærri avbjóðingum tað inniber. Í hesum meldrinum gongur tað ofta útyvir yvirblikki í feløgunum, tí hvør skuldi nú gera hvat og nær, og hvat nú um okkurt er gloymt ”i kampens hede”? Leiðslur,ábyrgdarpersónar og eldsálir í feløgunum eru komandi og farandi, og tí hevur tað alstóran týdning, at FSF áhaldandi og ótroyttiliga er kunnandi, ráðgevandi og stuðlandi í samspæli sínum við feløgini. Aðalfundurin hjá FSF er í mínum eygum at síggja sum ein ”árligur” hálv­ leikur, har eftirmett verður, hvussu hilnast hevur, um vit arbeiða fram móti settum málum, um vit halda gjørdar avtalur, og um vit eru á røttu kós. Umframt lógarkravdu dagsskránna, sum í stóran mun er afturlítandi, skulu feløgini í framtíðini, á árliga aðalfundinum, viðgera menningina av ­ og avbjóðingarnar og møgu­ leikarnar hjá føroyskum fótbólti. Eg vóni, at feløgini, sum fyrireiking til aðalfundin, fara at kjakast um hvussu tey ynskja, at starvsnevnd­ in í FSF skal fyrisita og fyrihalda seg í síni atferð, fyrisiting og samskifti við feløgini. Við útgangsstøði í hesum mugu feløgini velja hvør tilgongdin skal verða til framtiðarætlanina hjá føroyska fótbóltsheimi­ num, og hvønn tey vilja at standa á odda fyri uppgávuni. Kenni onki til “klandur” Tjóðveldi Heidi Petersen Høgni í stórustovu Hoyring um føroyskan fótbólt Nú verður aftur mælt til, at vit seta religiøsar treytir fyri almennari starvssetan. Tað má ikki henda! Skal landsstýrismaðurin í kirkjumálum vera limur í fólkakirkjuni? Tað halda Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen. Og Heidi greiðir á heimasíðu Tjóðveldisins frá, at bæði bispur, dómpróstur, Presta­ felag Føroya og Felagið fyri kirkjuráðslimir halda tað sama. Hon fortelur eisini, at meirilutin í mentanar­ nevndini (har hon í Tobbi vóru minniluti tá málið varð viðgjørt), helt, at "at løgmaður eigur at taka atlit til hetta, tá landsstýris­ maður í kirkjumálum verður tilnevndur, soleiðis at tað kann verða politisk siðvenja, at landsstýris­ maðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni". Tað var altso ­ og er helst enn ­ eitt sera stórt og breitt ynski um, at babtistar, ateist­ ar og onnur, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, ikki skulu kunna vera lands­ sýrismenn í kirkjumálum. Blóðskeivt! Men tað ger ikki hesa støðu meira rætta. Hon er blóðskeiv! Tí fólkakirkjan er jú ikki bara ein kirkja ­ talan er eisini um ein almennan stovn. Tann primera skrásetingin fer jú fram í kirkjuni. Bæði batistar, pinsar, jehovafólk og ateistar skulu í fólkakirkjuna at skráseta teirra børn. Nógv halda tað vera diskriminer­ andi at so er, men soleiðis er tað! Og soleiðis vilja myndugleikarnir hava tað at vera! Harumframt verður kirkjuskatturin kravdur inn av tí almenna. Og mong eru tey, sum ikki hoyra til kirkjuna, men kortini rinda kirkjuskatt. Kirkjan er eitt gamalt hús. Men er also eisini ein almennur stovnur. Ein stovnur, sum upp á nógvar mátar er flættaður saman við politiska myndugleik­ an. Og ein stovnur, sum hevur monopol uppá at røkja nakrar uppgávur fyri allar borgarar í samfelag­ num ­ uttan mun til hvørjum teir trúgva, ella um teir trúgva. Tí ber ikki til at krevja ­ hvørki sum skrivaða ella óskrivaða reglu! ­ at einans fólkakirkjufólk skulu kunna vera ovasti myndugleiki fyri hesum almenna stovni. Berufsverbot Tann tanki, sum eftir øllum at døma hevur stóra undirtøku í landinum, er also, at nøkur fólk skulu ikki kunna fáa eitt ávíst borgarligt starv, tí tey ikki hoyra til ta røttu kirkjuna! Og forboðið snýr seg jú ikki bara um kirkjuna. Tí kirkjan er undir mentamála­ ráðnum. Skal forboðið fylgjast, sleppa t.d. babtist­ ar og ateistar ikki at vera m entamálaráðharrar. Hesi fól k skulu sostatt ikki kunna hava ábyrgd av mentan, fólkaskúla og almennum fjølmiðlum! Henda ábyrgd skal einans kunna røkjast av limum í fólkakirkjuni! Tað verður also mælt til berufsverbot. Tað verður mælt til, at vit seta relig­ iøsar treytir fyri almennari starvssetan. Tað verður mælt til, at frælsið hins einstaka skal skerjast. Og tað má ikki henda! Berufsverbot móti babtistum og ateistum? sjúrður skaale