fríggjadagur 29. februar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
12
Ein hin orðfimasti føroyingurin
nakrantíð, Sigurð Joensen, lýsir
ein kendan figur í framúr góðu
yrkingini Miðamaðurin. Í øllum
lívsins viðurskiftum hittir tú
hetta slagið, í alskins litbrigdum.
Hyggin og meira gáloysin. Íhaldin
og meira djarvur. Lætur og meira
áhaldin.
Tað eru mið so innarlaga
Og ofta rógvin, at allir finna.
Og til eru tey so uttarlaga,
Ið verða ikki løgd á hvørjum ári.
Fyri sløkum sjey árum síðani
sat ein eitt lítið sindur desil
lusioneraður mentamálaráðharri
og bíðaði eftir sínum exitti.
Hann hevði skúrað seg fastan í
pedagogiska kervinum. Tað var
vorðið eitt slag av tjóðarbranding
at vilja sleppa av við hendan
klossuta ministaran, sum ikki
begekk seg í lágmælta umhvørv
unum innanvert bøgarðarnar
í Havn. Hevði ikki hoyrt um
metroseksualitet tá, men ivaleyst
hevur tað verið ein tørvsvøra,
og nú gjørdist tað ov seint í so
máta. Einsemið sýgur seg altíð
niður yvir ein tapara. Soleiðis var
tað eisini í hesum førinum, eftir
at eg hevði tikið avleiðingina og
begingið mítt politiska harakiri.
Annan ella dagin fyri vaktar
skiftið brestur hurðin upp hjá
ráðharranum. Í gapinum stendur
paralellurin ella føroyska útgávan
av John Cleese. Anfinnur í Skála.
Boðini vóru greið: ”Tú fer ongan
veg, nú verður tú sitandi sum
landsstýrismaður í mentamálum !”
Tá fekk eg ein grumman mis
tanka um, at orðabókagreipan,
Mikkelsen í Skála, var ein vavstur
av naivari fatalismu, á hvørs
herðar vit í mentamálaráðnum
høvdu lagt okkara stóru visiónir
um føroyskt orðabókasmíð.
Visiónin var greið frá heystinum
2000. Føroyingar skuldu skjótast
gjørligt røkka inn og út úr aftur
heimsins stóru málum. Raðfest
var hareftir á løgtingsins
fíggjarlóg. Og tað skal sigast til
rós teirra, ið tá mannaðu tingið,
at teir eirdu okkum og góvu
føroyskum mentanarvirki stuðul
av heilum hjarta.
Tað alrabesta við hesi visiónini
er, at ongin síðani hevur havt
dirvið at nartla burturav fænum,
ið skal til, um hon skal røkkast og
gerast skjala og naglaføst.
Í altjóðagerðini nærkast
heimsins mentanir. Heimsins mál.
Ávirkanin allar vegir gerst tað
størri. Tí er tað frumraðfestingin
hjá politiskum myndugleikum,
at menna og lynna alt tað
sum tilber, táið tað ræður um
egnan samleika og mentan.
Bulurin er málið. Táið 70.000
menniskju einsamøll tosa egið
mál, samstundis sum fleiri mál í
heiminum glatast á hvørjum ári,
er tað sjálvsagt, at her skal magn,
vilji, vøddar og kærleiki til, skulu
vit halda stand og mennast.
Tað eru bara 225 ár síðani,
at vísindamaðaurin Svabo at
kalla gav upp viðvíkjandi tí
”fordervaða” føroyska málinum.
Tjóðskaparrørslan og optimistiskir
idealistar bjargaðu okkum hesum
viðvíkjandi, sum á so mongum
øðrum økjum. Einaferð skuldi
einhvør siga Jakobsen Doktara,
at føroyskt mál ongantíð kundi
gerast mál brúkt í vísindum. Ilsk
liga skuldi hann svara: ”Hví skuldi
eitt mál, sum hevur 10 ella 20
orð fyri gørtur, ikki kunna brúkst í
vísindum?” Tað ræður bara um at
menna, kveikja og granska.
Navnin hjá rektara kennara
skúlans sigur í sínum preludium,
í evangeliunnar præambli: ”Í
fyrstuni var orðið, og orðið var
hjá Guði, og orðið var Guð.”
Hetta kemur til mín hvørja ferð
andslívið í hesi lítlu tjóð megnar
at loysa úr lagdi nýskapan á
mentanarøkinum. Tað kennist
sum ein opinbáring hvørja
ferð. Oftani eru hetta fólk,
sum trívast best har, ið tey ikki
grynna, tey konsekvensberokna
ikki morgindagin. Men tað vil
ikki siga tað sama, sum at tey
ikki fyrireika seg. Við opnari
pannu stríðast tey ein áhaldandi
bardaga ímóti konservativa
bretska hugtakinum: ”Panic of
error is the death of progress.”
Jonhard Mikkelsen og Anfinnur í
Skála eru tveir teirra. Í sjey ár hava
teir virkað sum guerillastríðsmenn
í orðabóka frumskógini. Gingið
allar hennara loynistíggjar. Hava,
sum ein kendur guerillero skrivaði
til móður sína í eini svárari
stund, oftani kent rivjabeinini
á hini avmaktaðu Rosinante
skúrað húðina av lørunum, táið
máttloysi og døpru útlitini fyltu
huga og heim. Men sum hjá flestu
hugaðum monnum so bragdar
aftur, og ljósspælið varpar upp
aftur visiónirnar, sum miðað var
eftir frá byrjan.
Hesir báðir høvdu gjørt sítt
heimaarbeiðið. Durkdrivnir frá
líknandi virksemi saman við
hinum legendariska Zachariasi
Wang. Og teir kunnu svara
Tá ið visiónin
gerst naglaføst
Heilsanin, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiski- og tilfeingis-
málum og fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, flutti fram, táið
orðabøkurnar vórðu lagdar fram í Læraraskúlahøllini seinasta fríggjadag
Farið varð undir enfø eftir leistinum hjá Gyldendal í 1990
Hon kom á marknaðin í 1992 (Stiðin)
Í 1996 varð farið undir danskaføroyska orðabók,
sum kom á marknaðin í 1998 (Stiðin)
Frá 2001 – 2003 varð føroyskenska skrivað. (Sprotin)
Frá 2003 – 2005 – varð enskaføroyska endurskoðað. (Sprotin)
Í 2005 vóru bøkurnar lagdar á alnetið. (Sprotin)
Í 2008 er dátugrunnurin liðugur, og úr honum verða gjørd bók,
fløga, alnetútgáva, intranetútgáva og smsorðabók. (Sprotin)
Teldufyritøkan Zenit í Havn hevur nógvar undirveitarar. Russiski
undirveitarin hevur arbeitt saman við Sprotanum, og síðani
hevur Sprotin arbeitt saman við grafisku stovuni Gramar í
Havn um typograferingar, sniðgávu. Heimasíðan er gjørd í
samstarvi við Vasti í Klaksvík. Prentsmiðjan Oddi í Reykjavík
stóð fyri prentgerðini, og Oddi prentaði bøkurnar og fløgurnar á
prentsmiðjuni Everbest í Hong Kong. Samskip sigldi bøkurnar og
fl.øgurnar suður um Hornið og til Keypmannahavnar, og Faroship
sigldi til bøkurnar og fløgurnar til Føroya.
Gramar prentgreiddi bøkurnar í 1992 og 1998. Oddi prentaði tað
fyrru og Hestprent tað seinnu.
Fakta
Høvundarnir vitstu, hvat teir gjørdu, og hvat teir vildu. Teir vildu gagna síni tjóð. Teir vildu geva sínum fólki ventilarnar
út í sjálvt heimsmálið, segði Torbjørn Jacobsen í síni røðu
Myndir: Jens Kr. Vang