Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 43 - 29. februar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Heimurin liggur víðopin Síðsta fríggjadag vórðu nýggju orðabøkurnar hjá Sprotanum lagdar fram. Verkætlanin er framúr. Sprotin hevur syrgt fyri, at Føroyar og føroyingar, hvat orðabókum viðvíkur, eru so nógv betri fyri nú, enn vit hava verið. Tað er ikki hissini, sum hesir menninir og hetta forlagið hevur fingið av skafti seinastu átjan árini. Føroyingar hava við stórverkinum fingið víðopnan veg út í heimin. Nú ber til hjá føroyskum skúlaung- dómum og okkum øllum at finna útav, hvussu orð og vendingar á enskum kunnu sigast á føroyskum, og hvussu orð og vendingar á føroyskum kunnu sigast á enskum. Talan er um sovornan marknaðar- stein, at vit hava hildið tað vera upplagt at gera nógv burturúr. Mánadagin var grein um framløguna í blaðnum, mikudagin var annar av høvundunum gestur á Rás2, og í dag hava vit fýra síður um orðabøkurnar í vikuskiftisblaðnum. At tað nú ber til at fara beinleiðis úr enskum og í føroyskt og beinleiðis úr føroyskum og í enskt er framúr og er samstundis staðfesting av, at støðan hjá donskum ikki er tann, sum hon hevur verið. Nú nýtist okkum ikki at nýta danskt sum millumstøð. Eingin ivi er framvegis um, at danskt er næsta málið hjá føroyingum. Men tað er heldur eingin ivi um, at enskt nú er fremri, enn tað hevur verið, og tað er eingin ivi um, at tað í framtíðini verður alneyðugt hjá føroyingum at duga betri enskt, enn vit higartil hava gjørt. Hetta setir krøv til skúlan og útbúgvingarstovnarnar. Spurningarnir eru eitt nú, hvussu nógv meiri enskt skal lærast, á hvønn hátt tað skal lærast, og hvar tíðin til at læra meiri enskt skal fáast frá. Samstundis sum vit fegin vilja røkka longri út í stóra heimin, so vilja vit fegin vera partur av norður- lendska samstarvinum. Her ræður um at finna røttu javnvágina, og tað er ikki bara sum at siga tað. Í norðurlendskum samstarvshøpi hevur dentur verið lagdur á týdningin av at raðfesta norðurlendskt mál og mentan. Seinnu árini hevur hetta ikki bara verið sum at siga tað. Finland og Ísland tykjast slíta seg í norðurlendska tjóðrinum. Ofta verður sagt, at fundir og ráðstevnir ganga fyri seg á enskum, tí íslendingar og finlendingar ikki duga norðurlendskt. At talan fer at verða um málsliga telving er einki at ivast í. Í heimastýrislógini verður sagt, at danskt hevur somu støðu og sama rætt í Føroyum, sum føroyskt hevur. Soleiðis er formligi veruleikin framvegis. Reelt er veruleikin ein heilt annar. Tá ið stýrisskipanin um tvey ár verður samtykt, um tað verður, sum samgongan ætlar, so verður samsvar millum formella og reella veruleikan. Tað ræður um at hava amboðini at møta framtíðini við. Heimurin liggur víðopin, og nýggju orðabøk- urnar eru kærkomnar. Samstundis er grundarlagið undir orðaskiftinum um støðuna hjá donskum og enskum í Føroyum øðrvísi, enn tað hevur verið. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Karsten Hansen, lands­ stýrismaður í fíggjar­ málum, boðar frá, at loft aftur skal setast á kommun­ alu íløgurnar, tí kommun­ urnar brenna eina rúgvu av pengum upp í royk uttan at fáa nakað afturfyri. Hann boðar eisini frá, at nú skal loft setast á komm­ unalu rakstrarútreiðslurnar, tí har er bert ótálmaður vøkstur. Og hann boðar eisini frá, at kommunurnar skulu góðtaka eina útjavningar­ skipan, sum í sær sjálvum fær kollveltandi avleið­ ingar fyri kommunalu fíggingarskipanina framyvir. Uppávur frá landinum Kommunurnar umsita uppgávur, ið landið hevur ásett við lóg. Kommunur kunnu eisini sjálvbodnar veita tænastur, sum eru neyðugar fyri at skapa karmar um vælferðina, trivnaðin og vinnulívið. Hetta er neyðugt, skal samfelagið mennast. Víst eru útreiðslurnar bæði til rakstur og íløgur vaksnar síðstu árini. Men so eru uppgávurnar frá landinum eisini. Karsten Hansen kann tí ikki bæði blása og hava mjøl í munninum í senn – fyrst at leggja uppgávur og krøv til umsitingina av teimum út á kommunurnar, og so harta tær fyri at brúka neyðuga peningin til tess at røkja uppgávurnar sambært krøvunum. Stýra íløgunum Endamál hansara er at stýra íløgunum úti í kommununum, nú eingin arbeiðsorka er tøk til allar tær ætlanir, ið landið sjálvt ætlar at fremja. Landið hevur farnu vikuna sett út í kortið at byggja skúlar og tunlar fyri á leið 2 milliardir. Tað er í lagi, tí íløgurnar eru neyðugar. Men tær 250 mió kr., sum kommunurnar hava sett av til skúlabygging, eru so sanniliga eisini neyðugar. Landið ásetir krøvini til skúlar – og kostnaðurin verður hareftir. Og íløgurnar, sum kommunurnar sjálvbodnar taka á seg á eldraøkinum, eru eisini neyðugar, skulu tey gomlu ikki liggja í fullkomnari órøkt, tí at landið hevur forsømt økið. Stuðulin frá landinum røkkur ikki til ein triðing av íløguni hjá kommunu­ num – og landið ásetir krøvini og harvið eisini kostnaðin. Á sama hátt er við strongu krøvunum til renovatión, vatnveiting og kloakk, sum harumframt hava eina tíðarfreist. Krøvini setir landið, og kommunurnar hava bara at gjalda. Her er einki at lasta kommununum fyri, Karsten Hansen! Og stýra rakstrinum Við at leggja loft á raksturin, sum í veruleika­ num merkir at skerja raksturin, og harumframt seta í verk onkra skipan av útjavning, fer landsstýris­ maðurin djúpt niður í kommunalu raðfestingar­ nar. So djúpt, at hann í veruleikanum raðfestir sjálvur yvir høvdið á kommununum. Tí landsstýrismaðurin hevur longu gjørt ta niður­ støðu, at kommunalu rakstrarútreiðslurnar eru ov stórar. Men eru tær nú tað? Veruleikin er, at eitt nú dagstovnaøkið, sum kostar kommununum 200 mió kr. í lønum, er munandi bíligari, enn tað eigur at vera. Krøvini, ið landið hevur sett, siga, at 2/3 av starvsfólkunum skulu vera útbúnir pedagogar, men í dag eru bara 1/3 úti á stovnunum. At tað ikki ber til at uppfylla krøvini skyldast eina og aleina, at landið forsømir at útbúgva nóg mikið av pedagogum. Men til tess at fylgja krøvunum, átti dagstovna­ økið at kosta í minsta lagi 225 mió kr. í lønum. Her er sostatt einki at spara, Karsten Hansen! Tað er eisini vert at vísa aftur mytuna um, at umsit­ ingin hjá kommununum bara bólgnar. Lutfalsligu útreiðslurnar til kommun­ ala umsiting eru nevniliga ikki vaksnar nakað yvir­ høvur seinastu 8 árini. Tað ber boð um góða fíggjarstýring, Karsten Hansen! Mál millum kommununa og borgaran Kommunalu fíggjarviður­ skiftini – og tær raðfesting­ ar, ið einstaka kommunu­ stýrið ger, er fyrst og fremst eitt mál millum kommununa og hennara borgarar. Hesa fólkaræðis­ ligu skipan eigur lands­ stýrið at virða. Verða kommunurnar skerdar á fíggjarliga økinum, so sum lands­ stýrismaðurin hevur boðað frá, so merkir tað eitt skert kommunalt tænastøði fyrst og fremst innan tey bleytu virðini – barnaansing, skúlar, eldrarøkt og frítíðarvirksemi v.m. Hetta góðtaka hvørki kommunurnar ella borgar­ arnir. Og hetta er ikki vegurin fram, skulu vit hava nakra vón um at fáa fólk at støðast í Føroyum, Karsten Hansen! Um at blása og hava mjøl í munninum í senn formaður í Kommunusamskipan Føroya HEðIN MoRtENSEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.