fríggjadagur 29. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti 11
Heilsanin, sum Jógvan á
Lakjuni, fyrrverandi
landsstýrismaður í menta
málum, bar Jonhardi
Mikkelsen og Annfinni í
Skála síðsta fríggjadag
Hetta er ein sera stórur dagur
í føroyskari orðabókasøgu, ja, í
føroyskari málsøgu. Og eg fari
at takka fyri at vera boðin við
til hesa framløgu og at fáa tann
heiður at bera eina lítla heilsan
fram.
Og tað geri eg við gleði, tí
eg má siga, at tað hevur verið
spennandi og áhugavert at fylgt
við í tykkara verki.
Eg kom at hugsa um – tá
ið Jonhard í áðni segði, at
hetta var ein ótrúligur dagur,
og annars nýtti fleiri sjómans
vendingar – tá kom eg at
hugsa um hesa sælastu løtuna
hjá sjómanninum, sum hevur
verið leingi burtur, tá ið rópt
verður: “Nú sigla vit heim”! Ja,
soleiðis mugu tit kenna tað í
dag, nú tit sigla heim og kunnu
leggja at landi við fullari last.
Tit hava verið eldsálir, og
tað er ikki ov nógv sagt, at tit
hava verið við til og hava byrgt
uppundir at kollvelta føroyska
orðabókagerð. Veldig framstig
eru hend tey seinastu árini,
sum, kunnu vit siga, byrjaðu við
tí enskføroysku orðabókini, ið
Stiðin í 1992 gav út, og sum tit
eisini stóðu aftanfyri.
Tykkara virkisfýsni festi eisini
í á tí politiska pallinum, soleiðis
at játtanin til orðabókagerð
fór at kvinka uppeftir, og eg
haldi, at eg má nevna Bjarna
Djurholm í hesum sambandi, tí
í apríl 1997 varð eitt uppskot til
samtyktar frá honum – ivaleyst
íblást av tykkara verki
– samtykt á tingi, sum ljóðaði
soleiðis:
“Heitt verður á landsstýrið
um at fara undir at fyrireika
orðabókaútgávu úr og í
fremmand mál og at seta
neyðugan pening av til
endamálið á fíggjarlógini”.
Hetta varð samtykt við rætti
liga stórum meiriluta, og játtan
kom eisini á fíggjarlógina – eg
hugsi, tað var, meðan Bjarni
Djurholm tvey ár seinni var
formaður í fíggjarnevndini, og
Signar á Brúnni var landsstýris
maður. Tá ið Tórbjørn Jacobsen
sat í 20002001 hækkaði
játtanin munandi, og hóast
hon er lækkað nakað síðani, so
hevur eydnast at hildið henni á
umleið 1 mió. kr. hesi seinastu
árini.
Hetta hevur sanniliga borið
frukt. Hesi árini eru fleiri orða
bøkur komnar, og fleiri eru í
gerð. So hóast tað kanska ikki
er nóg væl skipað hjá okkum
viðvíkjandi orðabókagerð, so er
kortini nógv at gleðast um.
Tað er gott, tí allastaðni er
tørvurin á orðabókum sjónlig
ur í gerandisdegnum. Og tað
kundi verið so mangt at nevnt
í hesum sambandi. Men ein
tann størsta forðingin, sum
hevur verið fyri at fáa undir
vísingarverkið føroyskt og at
menna føroyingar málsliga,
er tørvurin á orðabókum. Og tí
kunnu vit undrast á, at vit ikki
fyrr eru komin longri á hesi
leiðini. Tí í kjalarvørrinum á
orðabókum kemur tað tilfar
– skúlabøkur o.a. – sum skapir
nýggjan hugburð til móðurmálið
og nýggja sjálvsagda virðing
fyri tí.
Vit, sum eru uppvaksin við,
at alt, sum vit arbeiddu við úr
og í føroyskt, gekk um danskt
mál, vit mugu læra at hugsa
víðari, at nú er hetta óneyðugt.
Nú má alt samskifti við enskt
– eg hugsi t.d. um skrivligt
próvtøkutilfar í skúlunum – vera
beinleiðis føen og enfø.
Men tit! Ein slíkan dag hugsi
eg eisini við virðing um tey
gomlu, sum onga orðabók áttu
at styðja seg til. Eg hugsi t.d.
um abba mín, Victor Daniel
sen, sum gjørdi eitt stórt
týðingarverk, um Jákup Dahl
og Viderø, um Janus Djurhuus
o.s.fr. Ja, tú undrast á, hvussu
hesir uttan nakra orðabók
kundu útinna so nógv, sum teir
gjørdu. – Jú, teir vóru eldsálir,
júst sum hesir báðir, vit heiðra
í dag.
Góðu Jonhard og Anfinnur.
Hetta er eitt fantastiskt verk, tit
hava útint – og tað má vera ein
stór gleði hjá tykkum báðum,
nú tit sigla heim við fullari last
og kunnu gleðast um ein so
góðan túr!
at trygda okkum niður í knø góvu
okkum rummisligan stuðul. At
tosa um slíkar við menn fær tað at
rúmka fyri andanum! Og so nevndi
Jonhard stuðlarnar, sum eisini
verða nevndir í orðabókunum,
áðrenn hann bar hesar persónligu
tøkkirnar:
Eg havi eina tøkk bera einum
gomlum vinmanni. Vinmaðurin
er Svenning Tausen, sum hevur
verið mín hollasti stuðul hesi 25
árini, eg havi fingist við orð, við
føroyskt, bókaútgávu og orða
bókaúgávu. Hann hevur verið mín
yndislærari í føroyskum, hóast
hann ongantíð hevur verið mín
lærari, og sat eg í sessinum hjá
Krisitinu Háfoss hevði eg sent
hvønn einasta føroying á skeið
hjá honum. Svenning, tú hevur
altíð verið tøkur. Túsund takk
fyri hjálpina mín holli vinur. Vart
tú ikki og hjálpti mær, so stóð
uppaftur verri til.
Og nú áðrenn tit sleppa at
lurta eftir Martini Joensen kemur
konfektin. Hetta er akkurát sum
í Hollywood, men hetta er ikki
plastikk. Hetta er etkað. Konfektin
oman á alt er ein innilig hjartans
tøkk til konu mína. Hevði eg ikki
verið giftur við Maibritt, hevði eg
verið skildur, rokni eg við! Fáar
konur hava fingið so ógvusliga
kapping frá einari bók, kapping um
ta tíð, vit kundu havt saman. Tíð
vit kundu brúkt til ymist, sum var
stuttligari og sosialari og festligari
enn at skriva orð. Tú hevur givið
mær rásarúm og frið, sum kravdist
fyri at fáa hetta so mikið langt á
leið. Tú gjørdi tað, at vit øll høvdu
tað gott, hóast eg sat og pilkaðist
við orð.
So góða: túsund tøkk fyri at tú
fekst alt at rigga, hóast henda 11
punds daman tók so nógv av okkara
felagstíð. Takk fyri at tú gjørdi mær
tað møguligt at avrika hetta saman
við Annfinni, var kvøðan hjá Jon
hardi Mikkelsen, áðrenn hann slapp
bygdarmanninum og vinmanninum
heilt frá barnaárunum í Vestmanna,
Martini Joensen, framat.
Eldsálir við
fongi upp undir
lúkurnar
av stórverki
Nógv varð gjørt burtur úr, tá ið nýggjur orðabøkurnar
vórðu lagdar fram
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggju orðabøkurnar vórðu prentaðar í Hong Kong
Nýggju orðabøkurnar havi verið í Hong Kong, á Indiska havinum og tær
fóru suður um Hornið og bógvaðu seg upp ígjøgnum Atlantshavið og
heim til Føroya. Sprotin hevur eisini havt orðabókasamstarv við Ísland
og Russland