Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 43 - 29. februar 2008 Seyður deyður í hungri Á einum seyðagarði við Godthåbsfjørðin eru umleið ein fjórðingur av teimum 300 seyðunum deyðir í hungri, og leiðandi djóralæknin hjá heimastýrinum, Lasse Holm, hevur meldað málið til løgregluna, skrivar Sermitsiaq. Sambært einum vitni vórðu teir báðir eigararnir kunnaðir um, at teir høvdu ikki nóg mikið av fóðuri til seyðin í vetur. Kortini gjørdu teir einki við tað, fyrr enn tað var ov seint, og tí eru teir nú meldaðir fyri misrøkt. Kanningin dregur út Kanningararbeiðið í sambandi við skuldsetingina ímóti Jonathan Motzfeldt fyri kynsligan ágang tekur longri tíð, enn roknað varð við, skrivar AG. Morten Nielsen, varaløgreglustjóri, sigur við blaðið, at málið verður ikki avgreitt til ákæruvaldið fyrr enn síðst í næsta mánað. Løgreglan í Nuuk legði upprunaliga málið til viks, men ríkisadvokaturin gjørdi av at taka tað uppaftur, og tað er ferðaliðið, sum stendur fyri kanningunum nú. Sosialurin hevur í vikuni skrivað um fólk, sum hava havt striltið við at fingið vøru frá føroyskum flytimanni, og trup­ ult hevur verið at finna mannin, men Sosialurin hevur umsíðir umvegis arbeiðs­ pláss hansara fingið orð á hann. Jaspur Jacobsen afturvísir staðiliga samanhanginum, sum Sosialurin hevur ført fram, og sigur, at vøran er á veg Flyting Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Jaspur Jacobsen, flytimaður, hevur verið sum farin undir heilt. Kundar, sum mangla vøru, og sum ikki hava fingið fatur á Jaspuri, vendu sær í hjálparloysi til Sosialin í vikuni. Fyrst var tað Arnhild Poulsen, sum flutti úr Dan­ mark til Føroya fyri fimm mánaðum síðni, men sum enn ikki hevur fingið flyti­ góðsið, sum trein fram í Sosialinum, tí hon fekk ikki fatur á flytimanninum. Henni á baki vendi Andrea Hansen sær til Sosialin, tí eisini hon bíðaði eftir flytigóðsi. Felags fyri tær var, at tær høvdu bíðað eftir flytigóðsi, men at flyti­ maðurin var ikki at finna ella fáa fatur á. Tvær greinar í Sosialinum um kundar, sum hava vøru standandi hjá sama manni, ið ikki var at finna. Sosialurin hevur alla vik­ una roynt at fingið orð á Jaspur Jacobsen, men kundi staðfesta, at tað var lættari sagt enn gjørt. Ongar tele­ fonir svaraðu og ofta var ikki samband við fartelefon­ ina. Onnur, Sosialurin ringdi til, millum annað ein sonevndur millummaður, kundu bara uppgeva far­ telefonnummarið, sum alt­ so ikki svaraði. Jaspur svarar Men fríggjamorgunin eydn­ aðist at fáa orð á Jaspur Jacobsen, við at ringja til Statoil í Saltangará, har hann starvast. Við at leggja boð har, eydnaðist at fáa hann at ringja aftur til blaðmannin. Og Jaspur afturvísir staði­ liga, at fólk hava bíðað upp til hálvt ár eftir vøru, og sigur, at hetta er ikki satt. Hann sigur, at í onkrum føri er tað so, at var vøran komin heim fyrr, so hevði hann ongastaðni havt at stilla vøruna, tí móttakarin kundi ikki taka ímóti. ­ Hatta, tit skriva, er langt úti. Í veruleikanum hava umrøddu kundar ikki bíðað í hálvt ár, men kanska í ein mánað, ella so, sigur Jasp­ ur, og vísir m.a. á, at onki móttøkustað var klárt. Í øðrum føri vísir hann á, at bíðitíðin hevur verið heldur long, men hetta er orsakað av ymsum óhepnum viðurskiftum, so sum vant­ andi streymi og líknandi. Men Jaspur Jacobsen vísir á, at hann hevur greitt frá, at vøran er á veg heim og verður í Føroyum í næstu viku. Hann hevur samlað saman til síðsta túrin, tí hann gevst nú at flyta. Illa við av søgunum Jaspur Jacobsen vísir á, at hann heldur sum heild lítið um skrivingina í Sosialinum um hetta mál. Hann er keddur av, at málið er komið fram á henda hátt, tí tað er skaðiligt fyri hann og familj­ una, og hann heldur hetta vera illa kannað. Men tá blaðmaðurin hin­ vegin ger vart við, at roynt hevur av øllum alvi verið at kanna báðar síður og at fingið fatur á flytimanninum, fyri at fáa hansara síðu av søguni, men at hetta hevur verið ógjørligt, hóast bæði blaðfólk og kundar hava roynt at ringja, hevur Jaspur bert eina viðmerking. ­ Ja, men tað er av ymsum orsøkum, sum eg ikki tími at koma nærri inn á, sigur Jaspur Jacobsen. Eftir stendur, at fólk hava bíðað longi eftir vøru frá føroyska flytimanninum, sum tó sigur tað vera ósatt, at talan nærum er um hálvt ár. Onki móttøkustað hjá kundum og ymsar óhepnar umstøður hava longt flyti­ tíðina, sambært flytimann­ inum, sum sigur vøruna koma til Føroya í komandi viku. Men hví hann soleiðis nærum hvørvur og ikki er at fáa samband við í vikur­ ella mánaðir, fæst ongin frágreiðing um. ­ Eg tími ikki at kasta við grúsi og oyðileggja meira, sigur Jaspur Jacobsen, sum tað eftir drúgvar royndir eydnaðist Sosialinum at fáa fatur í, eftir at hava roynt at leitað mannin upp í fimm dagar. Vøran er á veg Nr. 42 • hósdagur • 28. februar 2008 • 82. árgangur • Kr. 15,00 Ítr 15-17 flytimaðurin snýtti eisini meg Víkinga­ mót­t­øka í leirvík Tónleikasíður: føroyskur Kvinnur - Jaspur Jacobsen hevur eisini inn- búgv hjá okkum stand­and­i á goymslu. Tað sigur And­rea Hansen við Norðskála, eftir at tað kom fram í Sosialinum týsd­agin, at flyti- maðurin er sum farin und­ir heilt, eftir at fólk ikki fáa flytigóðs sítt frá honum Síða 11 Nr. 40 • týsdagur • 26. februar 2008 • 82. árgangur • Kr. 15,00 Ítr 15-16 B36 og B71 kæra um spæli­ loyvi Dóttirin skal konfirmerast um tríggjar vikur - og alt flytigóðsið stend­­ur innilæst í einum pakkhúsi í Fred­­erikshavn, tí flytimaðurin ikki hevur gold­­ið leigu. Føroyski flyt- imaðurin er farin und­­ir heilt - hóast hann arbeiðir sum bilførari í Eystur- oynni Síða 4 Bíðað hálvT ár EFTir FlyTiGóðS Eftir nógvar royndir eydnaðist tað Sosialinum at fáa orð á Jaspur jacobsen, flytimann, sum lovar, at bæði Arnhild Poulsen, til vinstru, og Andrea Johannensen fáa teirra flytigóðs aftur Savnsmyndir