fríggjadagur 29. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
10
Tað eru løtur, ið sita í minninum
sum stórfingnir tindar og hábærs
lig minni. Ein av hesum, sum tað
er torført at sleppa, var tann,
tá ið nýggju orðabøkurnar hjá
Annfinnur í Skála og Jonhardi
Mikkelsen EnskFøroysk og
FøroyskEnsk vórðu lagdar fram
í høllini á Føroya Læraraskúla
seinnapartin síðsta fríggjadag.
Kristina Háfoss, landsstýris
kona í mentamálum, røddi, og
tað gjørdu fyrrverandi landsstýris
menninir í mentamálum, Tórbjørn
Jacobsen og Jógvan á Lakjuni,
eisini. Við loyvi frá teimum trim
um verða røðurnar prentaðar í
blaðnum í kvøld.
Tíverri ber tað ikki til á prenti
at endurgeva musikalsku upp
livingarnar. Martin Joensen og
Kári P sungu yndisliga og vakurt,
og tá ið Jógvan á Lakjuni hevði
endað sína røðu, setti hann seg
við klaverið, og so sang fjøldin
yrkingina Ró hjá Martini Joensen.
Undirspælið
Tað kendist væl, at høvundarnir
vóru hjartans fegnir um, at nú
var verkið, sum teir hava arbeitt
við í átjan ár, lagt fram. Jon
hard Mikkelsen legði fyri, og í
eyðkenda vestmannalagnum við
at undirspæla hugleiddi hann:
Tá ið fólk eru komin inn á
gólvið hjá okkum seinnu árini, so
er mest brúktu inngangsorðini:
Hvar er Jonhard. Hann situr undir
væðingini. Á jesus situr hann við
hasum enn . Ja – hatta verður
ongantíð liðugt. Soleiðis hevur
ljóðað. Men tað passaði ikki.
Vit Annfinnur eru komnir á eitt
ávegis mál, segði Jonhard, og
hann helt fram í sama stíli:
Ein speiskur vinmaður mín
segði: Jonhard, tú hevur prædik
að alt títt lív, at føroyskt er ikki
tungt, og so kemur tú á marknaðin
við ein bók sum vigar 11 pund.
Henda útgávan staðfestir allar
fordómarnar. Harrin havi lov fyri,
at føroyskt er eitt lítið mál. Men tú
Jonhard, tit hava ið hvussu er fingið
so frægt burtur úr, at nú ber til at
seta kiloprís á føroyskt við hesum
tølunum ber til at rokna kiloprísin
á føroyskum út. Og hann var komin
til ta niðurstøðu, at kiloprísurin
til samanberingar er á leið sum
prísurin á kalva, tá ið hann verður
seldur á rímiliga fínum matstovum í
Evropa: slakar 200 krónur pundið!!
Ongantíð liðugt
Jonhard vísti, hvussu snildisliga
orðabóka konseptið er saman
skrúvað, og so segði hann:
Nú hava bøkurnar verið í Hong
Kong, á Indiska havinum og tær
fóru suður um Hornið og bógvaðu
seg upp ígjøgnum Atlantshavið.
Og eg vóni, at tær fara at hilnast:
Slíkar bøkur verða ongantíð
lidnar, so leingi lív er í málinum,
og tá ið tit koma fram á eitthvørt,
ið ikki er fullfíggjað, so skulu tit
minnast til, at hetta er ikki sum
við teimum persisku teppunum.
Her verður einki brek lagt inní við
vilja. Persisku vevararnir løgdu
altíð ein feil inn í teppið til tess at
vísa, at hetta er ikki lýtaleyst – tí
lýtaleyst er bara Guds verk. Nei,
vit hava lúkað og snikkað og broytt
og broytt – og kortini: hvørja ferð,
vit blaða, síggja vit eitt og annað,
vit kundu hugsað okkum eitt sindur
øðrvísi. Vit halda fram – men tað
verður á alnetinum
Stór flyting í 18 ár
Fjøldin fylgdi væl við, tá ið tekstur
og myndir rullaðu, og Jonhard vísti
hugtakandi, hvussu teir vóru farnir
undir stórverkið heima á klettunum
fyri átjan árum síðani, og hvussu
teir hesi átjan árini hava arbeitt í
Føroyum, í Íslandi, í Russlandi og
so heilt eysturi í Kina:
Í 1990, tá ið tankin varð
nevndur at fara undir hetta
verkið, søgdu fólk: hetta eru tit
ikki kvalifiseraðir til, og ein av
teimum kendu mentamonnunum
segði: Tit koma aldrin væl frá
hesum. Í 1992 søgdu fólk: løgið
at vit ikki hava gjørt hetta fyrr. So
skjótt flyta vit okkum, so lítið føst
eru mørkini, sum eru um okkum
– sum vit seta um okkum.
Og Jonhard helt fram at mála
myndina:
Hetta er søgan hjá okkara
landi. Tá ið vit skulu gera sum hini,
maktast vit, tí vit eiga ikki serfrøð
ingarnar, úrvalsliðini, forløgini og
universitetini. Vit eiga heldur ikki
pengarnar. Tá ið vit skulu gera sum
tey, steðga vit upp. Vit hava ongan
livandi møguleika annað enn at
fylla á okkara undirlutakenslur. Í
New York arbeiðir tú eftir ávísum
fortreytum, eisini í London og
Reykjavík. Krevja vit tær fortrey
tirnar, steðgar alt upp, tí tær
fortreytirnar fáa vit ongantíð. Gera
vit tað eftir okkara fortreytum,
so sleppa vit úr naggatódnunum.
Hetta er Atlantic Airways søgan
umaftur. Høvdu vit biðið fíggjar
ráðgevar hjá PanAm rokna hesa
leiðina út, so høvdu teir mælt
staðiliga frá. Í dag eru 225 fólk í
starvi hjá AA!
Høvdu vit spurt á Harward,
hvussu eitt so lítið land skal klára
seg málsliga, hevði svarið verið:
Tað ber ikki til – ov lítið fólk, ov
fáir serfrøðing – tey doyggja
út. Men teirra hjarta er ikki her.
Kanska skuldu vit oftari lurta
meira eftir okkum enn hinum. Tí
kunnu vit droyma tað, so ber tað
til. Fyrr ella seinni. Tað er bara
spurningur um tíð
Clinton á gátt
Jonhard Mikkelsen spældi eitt
sindur meiri í sama lagi og duri:
Í heyst støkk 42. forseti USA
inn á gólvið hjá føroyingum, og
hann endurtók tað, ið so mong
onnur hava roynt at prædika
her á landi: Minnist til ikki at
missa tykkum burtur, nú tit av
álvara fara at fjeppast uppi í
umheiminum.
At byrgja seg inni seg nyttar
einki, men at tveita sítt egna frá
sær er ein vanlukka.
”Tá ið nú umheimsrákini fara
at skúra burtur av tykkara ser
merkjum, og tit fara at líkjast
øðrum meira og meira, roynið sum
frægast at varðveita tykkara ser
kenni” segði Bill Clinton, og allir
vipparnir í Havn søgdu vikuna eftir:
”Ja, tja sum Clinton segði, sum
Bill segði, sum Clintonboy segði:
Vit mugu ikki missa okkum burtur”.
Men tað gera vit, um vit ikki
hjúkla um okkara egna, støðið,
fótafestið, okkara røtur, tí tað ger
eingin annar. Øll onnur kunnu
hjálpa okkum við øllum hinum
– bara ikki tí, ið okkara er. Bara ikki
tí føroyska. Tað er okkara ábyrgd.
Tað ringasta við hesum arbeið
num er, at fyrst droymir tú, síðan
brettir tú upp um armar, fert til
verka og tá ið liðugt er, er eingin
marknaður fyri tí, tú hevur gjørt.
Og tað ger, at oman á alt mást tú
niður í knø og grulva yvir til tann
ríka og biðja um hjálp til at fáa
tilfarið út. Tað Tað er tað ringasta
í øllum slíkum arbeiði. Tú mást
bukka fyri teimum, ið eiga pengar.
Men tað vóru nøkur av teimum
stóru, sum skiltu støðuna, og
sum uttan at fáa okkum at kenna
okkum illa spjaddu til, sum uttan
Stórfingin framløga
Nýggjar
orðabøkur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í stívliga hálvan annan tíma sat stóra
fjøldin á nálum í Læraraskúlahøllini, tá ið
nýggju orðabøkurnar vórðu lagdar fram,
og høvundar og landsstýrismenn røddu,
og Martin Joensen og Kári P sungu