Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 43 - 29. februar 2008 G Festivalurin, Asfalt og Jóansøku­ festivalurin verða ikki hildnir í summar, og tað økir trýstið á Summar Festivalin. Fyrireikararnir ætla tó at halda fast í, at í mesta lagi 8.000 atgongumerki verða seld til festivalin Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Summar Festivalurin verður einasti veruligi tónleika­ festivalurin við popp og rocktónleiki, sum verður hildin í summar. G! Festi­ valurin hevur fyribils lagt stilt, og um dagarnar varð greitt, at Asfalt og Jóan­ søkufestivalurin heldur ikki verða á skránni í summar. Eingin fráboðan er heldur komin frá Mjús, um tiltakið, sum ikki verða hildið í fjør, verður hildin í ár. Fjarða­ festivalurin, sum er ein gospelfestivalur, skal hald­ ast sum vanligt. ­ Nú er nærum bara Summar Festivalurin eftir at teimum mongu festival­ unum, sum hava verið hildnir, og tað fer ivaleyst at økja trýstið á okkara festival. Nógvir bólkar vilja sleppa á pallin á Summar Festivalinum, og vit rokna eisini við nógvum fólki til festivalin í ár, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum. Halda fast um støddina Summar Festivalurin hevur vaksið seg til størsta tónleikatiltakið í landinum, og í fjør vóru sløk 10.000 fólk á festivalinum, harav ein fittur partur eru børn, umframt starvsfólk og tónleikarar. Hóast tað nú liggur á Summar Festival­ urin at metta eina stóra svanga áhoyrarafjøld , so halda fyrireikararnir ikki, at tað er ráðiligt at vaksa um festivalin. ­ Vit halda fast um, at vit selja 8.000 atgongumerki, og hóast vit kunnu rokna við, at áhugin fyri festi­ valinum í ár kann gerast størri enn árini framman­ undan, so kunnu vit ikki loyva nógv fleiri fólkum inn, sigur Steintór Rasmus­ sen og sipar til bæði dygdina og trygdina. ­ Hóast vit hava eitt rúmligt og vælegnað øki, so mugu vit fyrst og fremst hugsa um geva tí einstaka gestinum eina góða festivaluppliving. Tað skulu takast nógv fyrilit og ikki minst nú vit vita, hvussu tað føroyska summarið kann taka okkum øll á bóli, bæði so og so. Mugu liva við støðuni Steintór Rasmussen harm­ ast, at tað verða færri stór tónleikatiltøk á skránni í Føroyum í summar. ­ Tað er spell, at fleiri av teimum stóru tiltøkunum eru dottin niður fyri, og tað er ikki bara stuttligt, at flest eygu og oyru nú eru vend ímóti Klaksvíkini. Eg vóni at bæði G! og Asfalt koma fyri seg aftur, men fyribils mugu royna at lyfta upp­ gávuni so væl sum tilber og royna at geva pláss so nógvar tónleikabólkar og gestir, sum vit nú einaferð halda vera ráðiligt. ­ Og verður Summar­ festivalurin útseldur, so fara vit at liva við tí, sigur Stein­ tór Rasmussen, sum siðani 2004 hevur upplivað eina vaksandi undirtøku fyri Summarfestivalinum. Umframt tey 8.000 atgongumerki, ið eru sett til sølu, verða atgongumerki eisini latin arbeiðsfólki, tónleikarum og sponsorum, og samanlagt kunnu 10.000 fólk sleppa inn á festivaløkið. Nú verður trýst á Summar Festivalin Hóast trýstið er økt, nú fleiri av hinum festivalunum fyribils eru steðgaðir, so verður talan ikki um at økja støddina á SummarFestivalinum, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari Stóri pallurin á Vágsbøi skal hýsa brandaktuellu the Dreams. Eisini verða Páll Finnur Páll og Ghost at hoyra í Klaksvík Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av heitastu føroysku bólkunum varð í dag settur á plakatina hjá SummarFestivalinum. The Dreams hava seinnu árini roynt at gjørt vart við seg uttan fyri landoddarnar, og við punk­hittinum, La’ mig være, blástu teir at kalla Danmark umkoll, tá teir stóðu á danska Grand Prix­pallinum. At teir ikki vunnu sær møguleikan at fara til Serbia at dystast, hevði minni at siga í so máta. Og sjálvir tóktust teir hálvgum fegnir um, at teir ikki endaðu heilt ovastir. Málið var at seta teirra tónleik á Danmark­ arkortið, og tað eydnaðist eisini so ruddiliga. ­ Vit eru sera fegin um, at vit eisini kunnu bjóða SummarFestivalin fram sum eitt forum fyri før­ oyskar bólkar. Ikki minst, tá talan er um bólkar, sum hava gjørt somikið nógv vart við seg, sum the Dreams hava seinastu tíð­ ina, sigur Steintór Ras­ mussen, sum er ein av fyriskiparunum av Festi­ valinum. ­ Og vit hava longu gjørt av, at tað verður á stóra pallinum, at Dreams fara at spæla. Teir hava fyrr spælt í stóra tjaldinum, og tað skuldu teir ætlandi eisini í fjør, tá veðrið tó steðgaði teimum ætlan­ unum. Men vit kunnu longu nú staðfesta, at ein slíkur bólkur rúgvar somikið nógv, at tað verður á stóra pallinum, at framførslan verður, sigur Steintór. Páll Finnur Páll og Ghost Umframt the Dreams, so vóru vóru eisini tvey onnur føroysk nøvn kunn­ gjørd í morgun. Páll Finnur Páll hava mest sum fingið kult­ status, síðani teir fyri nøkrum árum síðani brutu føroyska ljóðmúrin við forelskaða sjónleikara­ num, og eingin ivi er um, at fjøldin fer at syngja við, tá teir trína á pallin á festivalinum. Og við nýggja tekno­ tónleikinum hjá Ghost fær festivalurin eisini enn eina tónleikadimensjón. Ghost hava vunnið seg nógv fram hjá føroysku lurtarunum seinastu tíðina, og talan tykist her vera um enn eitt spennandi førosykt navn, sum við fullari ferð klintrar uppeftir føroyska tónleika­ pallinum. The Dreams á Vágsbøi Tað verður punk og harður tónleikur fyri allar pengarnar, tá the Dreams fara á stóra pallin á SummarFestivalinum Eingin jóansøkufestivalur Festivalurin órógvar hini tiltøkini á jóansøku ov nógv, og tí ynskir Vágs Býráð ikki at stuðla festivalinum. Tað eru boð­ ini, sum jóansøkufestivalurin ber víðari, nú tey kunnu stað­ festa, at festivalurin verður av ongum í ár. Talan verður tó bert um fyribils steðg. Kristian Holbæk, sum í fjør var samskipari av festivalinum, sigur, at tey hava merkt fullan stuðul til festivalin frá Tvøroyrar Býráð, og at alt tí bendir á, at festivalurin aftur verður hildin í 2009. Kvinnur í Norðurlandahúsinum Á altjóða kvinnudegi 2008 skipar KvinnufelagaSamskipan Føroya (KSF) saman við Kvinnufelaginum í Havn fyri 8. mars­haldi í Norður­ landahúsinum. Byrjað verður í forhøllini kl. 15.00, har Amnesty hevur framsýning um iranskar kvinnur. Við myndum og teksti fer Kvinnu­ felagaSamskipan Føroya at seta fokus á nakrar av okkara undangongu­ kvinnum. Frá kl. 15.30 til umleið kl. 17.30, verður orðaskifti um fosturtøku, har evni verður lýst frá ymiskum sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum, eitt nú tí juridiska, læknafrøðiliga, kristiliga, tí samfelagsliga og persónliga sjónarmiðnum. Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna verður fundarstjóri.