Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 • 29. februar 2008 Vikuskifti 9 Nú blanda føroyingar seg eisini upp í mótaheimin. Vit skapa okkara egna móta – gjarna eitt sindur ullintan – og hetta kundi verið eitt gott dømi um, hvussu rættur føroyskur bygdamóti kundi sæð út. Men tað er tað ikki. Myndin er tikin á eini mótasýning í Spania, og tað er ein maður, sum eitur Carlos Diez, sum hevur gjørt hesi klæðini - ella hvat tað nú kann kallast. Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Restorff's farið í søguna? Víkingur skipar fyri SISU Cup Olivant Keðiligt í Klaksvík Eingin fær nakað í Klaksvík Sosialurin Nýggj ítróttargrein Í dag varð fyri fyrstu ferð skipað fyri vetrarkappingini 2007/2008 í Hvannasundi Sosialurin Teitur var 19 í tvey ár Og um byrjanina til karrieruna í Keypmannahavn, har hann 19 ára gamal sat í tvey ár og skrivaði sangir, áðrenn hann varð uppdagaður og sendur til USA at gera tónleik Norðlýsið Sjálvandi ikki Sjómenn skulu ikki landa livrina Portalurin Tað, sum skuldi til Gularót skal fáa suðuroyingar at leggja kommunurnar saman Sosialurin Hon krógvaði seg leingi Heimsins elsta kvinna, sum nýliga er funnin... Dimma.fo FSF-forsetavalið = HOLMgonga ella STÓRUstovugongd? UNDRI meg á FRAMferðarháttin hjá NÍF TAKS burdi heldur itið SAKS: „Skulu Aftur Krevja Skatt“ Ferðsluløgreglan skal eita LAKS: „Latið Akførini Koyra Spakuliga“ Javnstøðunevndin skal eita MAKS: „Munnu Allar Kvinnur Samtykkja?“ Brennistøðin á Hjalla skal skifta navn til BAKS: „Brenning Av Kommunalum Skrelli“ Sjónvarpið skal eita FAKS „Fáa Allar KringvarpsSendingar“ (frá DR) Sarkozy: Passar tað, at tú skalt til Føroyar? Gore: Ja, eg fari at vitja Magna og Jóhan Páll Sarkozy: Hvussu eru teir? Gore: Bill segði, at teir eru akkurát sum vanlig fólk, púra niðri á jørðini, so eg gleði meg at heilsa upp á teir Sarkozy: Kanst tú ikki leggja eitt gott orð inn fyri meg, so eg kanska eisini slapp at hitta teir. Gore: Jú ,tað skal eg gera. Men teir hava nógv at gera, so tað er ikki vist, at teir hava tíð til tín. Mynd: Polfoto Hesi flogførini hava beina kós ímóti jørðini, men alt tykist tó verða undir kontroll. Tað eru flogfør hjá herinum í Singapore, sum vísa seg fram við øllum hugsandi kynstri á einum tiltaki í farnu viku. F16 flogførini venda upp og niður, og áskoðararnir kunnu ikki verða annað enn hugtiknir. Mynd: Polfoto Leyst og fast um stórt og smátt skemt Føroyskur bygdamóti Fert tú til Føroyar? Hey tit, skeivan veg