fríggjadagur 29. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 43 - 29. februar 2008
Oljuvinnan dálka minni
Danski orku- og veðurlagsráðharrin, Connie Hedegaard, vil
hava oljufeløgini í Norðsjónum at avmarka orkunýtsluna á
pallunum. Tað er í samsvari við eina nýggju orkuavtalu í
Fólkatinginum, men tað samsvarar eisini væl við politikkin
hjá eitt nú Mærsk Olie og Gas. Har sigur Anders Würtzen,
varastjóri, at oljufeløgini vilja sjálvandi selja sum mest av
gassinum heldur enn at brúka tað sum brennievni í
sambandi við framleiðsluna.
Arktiskur politikarafundur
Teir báðar seinastu dagarnar hava politikarar úr teimum arktisku
økjunum hildið fund í býnum Rovaniemi har norðuri í Finnlandi.
Høvuðsevnið á fundinum vóru livikorini hjá upprunafólkinum í
teimum arktisku økjunum, og hvussu veðurlagsbroytingarnar fara
at ávirka kor teirra. Grønlendska fólkatingskvinnan Juliane
Henningsen, sum hevur verið í Rovaniemi, sigur við KNR, at
nógv vísindafólk royna at kanna, hvussu livikorini verða broytt.
List skal ikki uppala
børn til nakað ávíst.
Heldur skal listin gera
børnini forvitin eftir
øðrum enn bara teirra
egna heimi, staðfesti
Poulina Poulsen,
myndlistalærari, á
norðurlendskum
fundi í gjár um list og
mentan í skúlum
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Henni dámar ikki orðið ’upp-
aling’ tá talan er um, hvussu
list og skúli kunnu hava
gleði hvør av øðrum. Heldur
tosar Poulina Poulsen, mynd-
listalærari, um ’dannilsi’ í
hesum sambandi.
- List kann gera næming-
arnar forvitnar eftir øðrum
enn júst teirra egna heimi.
Eisini
børnini
uppliva,
hvussu listin kann flyta tey
inn í eina aðra dimensión
og fáa tey at hugsa eitt sind-
ur øðrvísi, sigur Poulina
Poulsen, tá hon verður
spurd, hvønn leiklut list eig-
ur at hava innan skúlagátt.
Egnað list
Høvið er ein norðurlendskur
fundur um list og mentan í
skúlunum, sum varð hildin
í Norðurlandahúsinum í
gjár. Í okkara grannalonum
eru tey komin rættiliga
langt í hesum arbeiði, men
eisini í Føroyum er okkurt
við at henda. Mentamála-
ráðið er longu við í fleiri
átøkum, ið sum frá líður
skulu stimbra leiklutin hjá
list í skúlahøpi. Millum
hesi er royndarverkætlanin
Listaleypurin,
ið
miðar
móti at geva fólkaskúla-
næmingum í øllum landin-
um høvi at uppliva góða
føroyska yrkislist.
- Okkara fremsta uppgáva
er at tryggja, at listarligu
tilboðini, sum Listaleypurin
bjóðar, eru egnaði til at at
vísa á skúlum. Ikki soleiðis
at skilja, at vit fara at blanda
okkum í innihaldið sum so,
men listafólkini skulu hava
gjørt sær greitt, hvat tey
ætla við verkinum í skúla-
høpi, sigur Poulina Poulsen,
sum er limur í úrvalsbólk-
inum hjá Listaleypinum.
Listaskálin
lukkað land
Poulina er ikki í iva, tá hon
verður spurd, hví tað er so
umráðandi at børn fáa
atgongd til list longu í
barnaskúlanum
- Tað kann vónandi verða
við til, at list verður ein
nátúrligur partur av lívinum
hjá føroyskum børnum, so
list og mentan ikki seinni
verða nakað fremmant og
hámentanarligt, sum fær
tey at bakka í hurðini, sigur
Poulina Poulsen.
Hon dylur ikki yvir, at
hon heldur tað vera ómeta-
liga spell, at eitt nú Lista-
skálin so at siga er lukkað
land fyri føroysk børn. Ikki
tí, ongin forðar teimum í at
koma inn, men onki verður
gjørt fyri at lata dyrnar upp
fyri teimum við eitt nú
verkstøðum fyri børn.
- Vit mangla í allarstørstan
mun ein listapedagog, sum
kundi tikið sær av slíkum
uppgávum, sigur Poulina
Poulsen, og leggur áherðslu
á, hvussu stóran týdning
tað hevur at lata børnini
verða partur av listarligum
upplivingum.
Norskar royndir
Júst hetta hava tey gjørt
nógv burturúr í Norra, har
teirra útgáva av listaleypin-
um hevur virkað væl í fleiri
ár. Hetta greiddi Kristin Ris-
an, leiðari fyri norðurnorskt
kunscenter í Solvær, millum
annað frá á fundinum.
- Vit hava lagt áherðslu á,
at listafólkini ikki bara tosa
um og vísa síni listaverk,
men taka børnini við í listar-
liga arbeiðið. Tað er rætti-
liga týðiligt, at hesi børnini
hugsa øðrvísi um list, eftir
at tey sjálvi hava verið part-
ur av tilgongdini. Tá er
listaverkið ikki longur bara
eitt deytt ting, man kann
hyggja uppá, segði Kristin
Risen.
Hon legið afturat, at eitt
av endamálunum við verk-
ætlanini, hon er partur av í
norðurnorra, er at stimbra
hugin hjá børnunum sjálvi
at skapa list og gera sær
sínar egnu hugsanir um list
sum heild.
Ongir peikifingar
Á fundinum nýtti Poulina
Poulsen høvið at greiða frá,
fakinum ’Evning’, ið er tað
øki, har listarligt arbeiðið
er savnað á skúlunum sum
er.
- Fyrst av øllum er tað
avgerandi, at lærarin í eitt
nú myndlist, hevur okkurt
uppá hjarta við teimum
ymsu evnunum, sum verða
tikin upp. Her hevur tað ser-
liga týdning, at teknikkur
og innihald ganga hond í
hond, so alt ikki bara drukn-
ar í teknikki og tilvild, vísti
Poulina Poulsen á.
Hon legði afturat, at enda-
málið við endamálið við at
taka list inn um skúlagátt
ikki nýtist at vera annað
enn at geva børnunum eina
øðrvísi estetiska uppliving.
- Júst hvør tann uppliving-
in er, er torført at seta orð.
Tey skulu kanska bara
sleppa at uppliva, hvussu
tað kennist, tá listin veruliga
rykkir okkurt í teimum, tí
tann upplivingin avmarkar
seg avgjørt ikki bara til tey
vaksnu,
sigur
Poulina
Poulsen.
Tí dámar henni heldur
ikki tankan um, at list í skúl-
anum skal hava ein ávísan
uppalandi leiklut.
- Um so er, mugu vit eis-
ini svara spurninginum,
hvat tað er, listin skal upp-
ala til. Tá kann endamálið
skjótt gerast ein lyftur peiki-
fingur, og so er lítið vunnið,
sigur Poulina Poulsen.
List skal
gera børn
forvitin
Kanningar: Børn og list
Mentamálaráðið er farið undir at orða ein mentanar
politikk fyri børn og ung í aldrinum 018 ár.
Í hesum sambandi verða tvær kanningar gjørdar í
løtuni:
Skráseting av, hvørji frítiðartilboð føroyskar
kommunur hava til børn og ung
Spurnarkanning millum børn og ung um tørvin á
mentanartilboðum
Visjónin handan mentanarpolitikkin er, at øllum børn
og ung í Føroyum skulu sleppa at taka lut í
mennandi og skapandi virksemi. Eisini skulu tey hava
atgongd til fjølbroyttar mentanarligar upplivingar.
- Børn skulu eisini sleppa at uppliva, hvussu eitt listaverk veruliga kann flyta okkurt í menniskjum, staðfesti Poulina Poulsen,
myndlistalærari, á norðurlendskum fundi í gjár um skúlabørn og list