fríggjadagur 29. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 43 • 29. februar 2008
Tók ár at skriva brúðarsang
Bæði Barbara og Noé arbeiða fulla tíð sum sangarar. Nú tey eru gift, verður
Noé og trio hansara partur av somu møtirøð, sum Carlsen systrarnar hava verið
við til í eitt ár. Í staðin fyri ein brúðarmarch í vígsluni, varð ein kærleikssangur,
sum Noé hevði skrivað til Barbaru, spældur.
- Hann hevði skrivað niðurlagið tvey ár áðrenn vit møttust. Niðurlagið snýr seg
um, at hann bíðar eftir tí røttu gentuni, og tá vit høvdu kent hvønn annan eina
tíð, tók hann ørindi framm aftur og skrivaði sangin, greiðir Barbara frá.
mamman og systrarnar høvdu
bjóðað seg til at gera nakrar
føroyskar kakur, so við síðuna
av borðinum við brúðarkakuni,
stóð eisini eitt borð við góðum
føroyskum kakum.
Brúðurin var í diamanthvítum
kjóla og mamman, Miriam Carl-
sen, hevði seymað og broderað
føroyskar brúdleypsvestar til
bæði pápa brúðrina og brúð-
gommin. Vestarnir høvdu litir,
sum passaðu saman við rósublað
temanum.
Okkurt amerikanskt innslag var
tó. Til dømis hava amerikanarar
ein vana, har brúðurin kastar
brúðarbukkett og brúðgomurin
ger nakað líknandi.
- Brúðgómurin býtur hosu-
bandið av brúðurini og blakar
tað til støku menninar, eins og
brúðurin kastar bukettina til
gentirnar, greiðir Barbara frá.
Amerikanskt sanglív
Tað er nú meira enn eitt ár, síðani
at Vanja, Laila og Barbara fóru
yvir til USA, har tær síðani hava
ferðast nærum alt landið og lut-
tikið á sokallaða Great Awakening
Tour, sum samkoman River Church
at Tampa Bay skipar fyri.
Victor Calsen, pápi tær tríggjar,
sigur, at upprunaliga var ætlanin,
at hetta átakið skuldi ganga yvir
2 ár, og tey hava longu vitjað á
25 ymiskum støðum, har vanliga
møtirøðin byrjar týsdag og endar
fríggjadag. Heimferð er vanliga
leygardagar, lokal luttøka í
heimasamkomuni sunnudagar, og
so aftur útferð mánadag.
- Høvðusuppgávan hjá Vanju,
Miriam og Barbaru er at syngja til
øll møtini. Vanliga fáa tær loyvi at
syngja tveir sangir, og ofta verða
tær bidnar at syngja á føroyskum
eisini, so áhoyrarnir kunnu frætta
um og uppliva eitt sindur av
føroyskum tilfari á møtunum,
sigur Victor Carlsen.
Flestu møtir verða upptikin
og send um fylgisvein, antin
gjøgnum GOD TV ella aðrar
vælkendar rásir í USA.
Umframt brúðarkakuna fingu gestirnir eisini føroyskar kakur
- Vit høvdu ikki ráð til nakað dýrt brúdleyp, men eg vildi hava tað so vakurt og hugnaligt sum møguligt. Húsið við tí vakra urtagarðinum hugtók meg, og eg vildi fegin hava eitt útibrúdleyp við innandura
móttøku, sigur Barbara Carlsen