mánadagur 3. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 44 - 3. mars 2008
Stór skinnframleiðsla
í Dímun
Í tvey ár hava tey garvað skinn úti í Dímun og sambært Vága
portalinum, sum hevur prátað við bóndan, so gongst væl at sleppa
av við garvaðu skinnini. Tað er Sirri sum selur og í ár hava tey
garvað 500 skinn, sum øll eru farin av oynni. Higartil eru tey mest
seld í Føroyum, men royndir verða eisini gjørdar at útflyta garvað
skinn. Nú er so ætlanin at fáa betri umstøður, tí maskinurnar sum
brúktar verða eru stórar og fylla nógv. Í hesum sambandi er longu
planerað fyri einum 200 fermetra stórum bygningi, sum verður
fletti og vinnuhús.
Svimjihøllin væl vitjað
Svimjihøllin í Klaksvík hevur havt munandi fleiri gestir
síðani nýggja økan lat upp. Í gjár var stúgvandi fult av fólki
úr øllum landinum. Tað var sum at vera til ein samtfiskatúr
við Ólavi Halga í svimjihøllini í Klaksvík í gjár, sigur Dávur
Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu. Tað
merktist í svimjihøllini, at onnur mentanartiltøk eru í býn
um. Hetta er seinasta vikuskifti at leikurin, Sjóveður, verður
sýndur, flogbóltskapping er í nýggju badmintonshøllini, og í
fótbóltinum er Klaksvíkskappingin. Dávur Winther sigur, at
fólk úr Havn, Runavík, Gøtu, Fuglafirði, Vágunum og heilt
av Sandi vóru at hitta í svimjihøllini í gjár.
Fuglafjarðar
Kommuna óttast
at missa ávirkan í
nýggjum stórum
kommunufelag.
Býráðið hevur
samtykt at heita á
Kommunusamskip
anina um at býta ein
stýrislim við Eystur
kommuni
Kommunur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kommunusamskipan Før
oya og Føroya Kommunu
felag samráðast um at
leggja saman í nýtt komm
unufelag, og Fuglafjarðar
Kommuna hevur viðgjørt
upprit um hesa samanlegg
ing, sum skal koma í gildi
1. Juni.
Upprunaliga var ætlanin,
at nýggja felagið skuldi
hava níggju stýrislimir, men
hetta tók Kommunusam
skipanin ikki undir við og
hevur skotið upp heldur at
hava 11 stýrislimir, so at
smærri kommunurnar eisini
eru umboðaðar.
Fuglafjarðar Kommuna
samtykti á býráðsfundi hós
dagin at taka undir við upp
ritinum, men tó við einari
viðmerking til býti av
stýrislimum.
Sagt verður, at Fuglafjarð
ar kommuna í 1999 tók
undir við, at landið varð
býtt upp í níggju økir, tí
eftir ætlan skuldi Fugla
fjørður sum størsta komm
una í eystur Eysturoy hava
ein fastan stýrislim í felags
skapinum.
Men í dag er nýggja Eyst
urkommunan størsta komm
unan í økinum, og tí fær
Fuglafjørður ikki longur
ein fastan stýrislim.
Kommunan ynskir tí at
fáa eina skrivliga samstarvs
avtalu um, at Eysturkomm
unan í hvørjari kommunu
setu fær stýrislimin í tvey
ár og Fuglafjarðar kommuna
í tvey ár.
Atgongumerkjasølan
til stóru umhvørv
isráðstevnuna við
millum øðrum Al
Gore byrjaði í dag.
Higartil eru ikki so
nógv atgongumerki
seld, men talan er
um eitt øðrvísi tiltak,
siga fyrireikarnir
umhvørvið
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Esther Dahl, samskipari í
Vinnuhúsinum, sigur at
nøkur
atgongumerkir
vórðu seld fríggjadagin,
men áhugin hevur ikki ver
ið tann sami sum til til
takið við Clinton.
Men tað høvdu vit
heldur
ikki
væntað.
Clinton var ein celebrity
vitjan, sum hevði breiðan
áhuga.
Hetta
er
ein
ráðstevna um eitt fakligt
evni, og tí kunnu tiltøkini
ikki samanberast.
Spurd um prísurin ikki
er ov høgur, sigur Esther
Dahl, at samanborið við
onnur líknandi tiltøk er
prísurin ikki serliga høgur.
Ráðstevnan er yvir
tveir dagar, og tí er hetta
ikki dýrt. Og vit hava
heldur ikki fingið nakra
viðmerking um tað, sigur
hon.
Tungir dreingir
Stóra navnið á ráðstevnuni
er uttan iva fyrrverandi
amerikanski varaforsetin
og
forsetavalevni,
Al
Gore. Nýkosni móttakarin
av friðarheiðurslønini fer
at greiða frá avbjóðingum
av veðurlagsbroytingun
um, og føroyski havfrøð
ingurin Bogi Hansen fer
at siga frá kanningunum
av havstreyminum við Før
oyar, sum hevur ávirkan á
høvini kring allan heim.
Harumframt
verður
íslendski vinnulívsmaður
in Orri Vigfússon eisini
við. Orri Vigfússon gjørd
ist kendur, tá hann keypti
upp laksakvotur í Føroyum
og londunum kring Norð
uratlandshavið
fyri
at
steðga fiskimonnum í at
oyða laksastovnin. Í dag
eru áirnar í Íslandi á trem
ur við laksi og Vigfússon
hevur slóða fyri einum
nýggjum burðardyggum
vinnutátti í Íslandi.
Jógvan Fríðriksson,
bispur heldur tað
ikki vera nakran
trupulleika, at
landsstýriskvinnan í
kirkjumálum ikki er
limur í fólkakirkjuni.
Hetta segði hann í
samrøðu við Rás2 í
samband við rumblið
í Tjóðveldi um hetta
mál
FólKaKirKjan
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Hóast tað liggur eitt signal
virði í, hvør situr sum lands
stýrisfólk, so metir Jógvan
Fríðriksson, bispur, ikki tað
skal vera krav, at landsstýr
iskvinnan eigur at vera lim
ur í fólkakirkjuni.
Vit skulu gera okkara
arbeiðið professionelt, og
fyri okkum sum kirkjufyri
siting, hevur tað nógv størri
týdning, hvønn vælvilja
Løgtingið
hevur,
sigur
hann.
Eftir at Dimma í seinastu
viku kundi avdúka, at Krist
ina Háfoss ikki er limur í
fólkakirkjuni,
er
spurn
ingurin hvørs landsstýris
fólki í mentamálum skal
vera limur í fólkakirkjuni
aftur stungið seg upp.
Undir farnu samgongu,
tá Jógvan á Lakjuni sat sum
landsstýrismaður,
løgdu
Heidi Petersen og Torbjørn
Jacobsen úr Tjóðveldi upp
skot fram um, at landsstýris
fólkið í kirkjumálum skuldi
vera limur í fólkakirkjuni.
Men Høgni Hoydal sigur í
dag, at uppskotið kom frá
einstøkum persónum, ikki
flokkinum.
Løgtingið størri
týdning
Jógvan Fríriksson, bispur,
vísur á, at undanfarni lands
stýrismaður, sum ikki er
limur í fólkakirkjuni, gjørdi
eitt gott arbeiði og megnaði
tað, sum í øllum førum
Háfoss órógvar
ikki bisp
Al Gore selur
ikki sum Clinton
Fuglafjørður missir
ávirkan
Al Gore kemur til Føroya á stóra umhvørvisráðstevnu í apríl.
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin er millum heimsins
bestu talarar, men enn eru ikki nógv atgongumerki seld
Av tí at nýggja
Eysturkommunan er
størsta kommuna í eystur
Eysturoy, fær Fuglafjørður
ikki fastan stýrislim í nýggja
kommunufelagnum