mánadagur 3. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 44 - 3. mars 2008
Føroya Blaðmanna-
felag skift navn
Blaðmannafelagið skifti á aðalfundi leygardagin at skifta
navn til Føroysk Miðlafólk. Á fundinum varð nevndin
afturvald. Forkvinna í felagnum er Anna V. Ellingsgaard,
blaðkvinna á Sosialinum. Álvur Haraldssen, myndamaður á
Sosialinum er næstformaður, og Ingolf S. Olsen, journalistur í
Kringvarpinum er triði nevndarlimir. Sum tiltakslimir varð
Sigrun Brend, samskiftisfólk í Eik, afturvald, meðan Jón
Brian Hvidtfelt, útvarpsmaður á Rás2 var nývaldur. Umframt at skifta navn, viðtók felagið eisini, at miðlafólk,
sum starvast sum stjórar ella hava lønar- ella setanarmyndugleika mótvegis limum í felangum, Føroysk
Miðlafólk, ikki kunnu vera limir í felagnum.
Fosturtøka á skránna 8. mars
Á altjóða kvinnudegnum skipar Samskipan Føroya og Kvinnufelagið í
Havn fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum. Millum annað verður orða-
skifti um fosturtøku á skránni, har evnið verður lýst frá ymiskum
sjónarhornum, bæði fakligum og hugsjónarligum, eitt nú tí juridiska,
læknafrøðiliga, kristiliga, tí samfelagsliga og persónliga sjónarmiðn-
um. Elin Winther Poulsen, tíðindakvinna í Rás2 verður fundarstjóri.
Um kvøldi, klokkan 19.30, byrjar sjónleikurin Ibsens kvinnur við tí
norsku sjónleikarkvinnuni Juni Dahr.
Tá politiði um viku
skifti skuldi avheintað
avdotnan mann í
Klubbagarðinum
í Havn, sníkti ein
fullur maður seg inn
í politibilin, koyrdi
hondbremsuna niður
og koyrdi bilin á rull
LøgregLan
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
21 ára gamli maðurin, sum
stuttleikaði sær við at koyra
politibilin á rull, verður nú
ákærdur eftir grein 252 í
revsilógini, sum kann geva
upp til 4 ára fongsul, fyri í
ósketni ella ovfarakæti at
seta lív ella førleika hjá
øðrum í vanda.
Ein av teim eitt sindur
minni vanligu uppgávunum
hjá politinum hetta viku-
skifti var, tá ein ung kvinna
fór á vertshús uttan klæðir.
Vakthavandi á politistøðini
sigur, at vertshúsið fráboðað
politinum, og kvinnan varð
fyrst senda á skaðastovu og
síðani koyrd í taxa heim.
Hon býr á bygd.
- Kvinnan hevði bæði
drukkið og roykt hash ella
annað rúsandi, sigur vakt-
havandi.
Eingin ákæra verður reist
móti kvinnuni.
Annars hevur vikuskiftið
verið sum so mong onnur
vikuskifti, sigur vakthavandi
á politistøðini. Onkur er
tikin fyri at koyra ov skjótt,
fleiri fráboðanir hava verið
um fullar bilførarar, og tveir
mans, sum koyrdu út av á
Oyggjavegnum, vóru seinni
handtiknir við hús og ákærd-
ir fyri rúsdrekkakoyring og
at koyra uttan koyrikort.
Politiðið var tvær ferðir
úti til húsaófrið. Í øðrum
førinum, var maðurin tikin
til politistøðina, meðan per-
sónurin í hinum førinum
lovaði at halda seg vekk frá
húsinum, har hann hevði
verið til fortreð.
Anders Fogh Ras
mussen, forsetisráð
harri, vitjar í hesum
døgum George Bush.
Við amerikanska,
danska, grønlendska
og føroyska flagg
inum aftanfyri seg
greiddi hann frá,
at teir fóru at tosa
um millum annað
Irak, Afghanistan og
Kyoto avtaluna
uttanríkismáL
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tað eru bara 16 statsleiðar-
ar, sum hava havt høvið at
vitjað George Bush á
ranchuni, og hetta er fyrstu
ferð at Anders Fogh Ras-
mussen
fær
heiðurin.
Umframt at súkla saman á
mountainbike, sum bæði
Fogh og Bush dáma væl,
so skulu teir báðir tosa um
Irak,
Afghanistan
og
Kyoto avtaluna.
Føroyska
Løgtingið
samtykti í 2003 at boða
frá, at Løgtingið ikki stuðl-
aði krígnum í Irak, uttan
so at tað varð samtykt av
ST. Og Føroyar hava - eins
og USA - ikki staðfest
Kyoto avtaluna. Um hesi
føroysku undantøk verða
tikin upp á vitjanini í
Texas í dag kom ikki fram
hvørki á tíðindafundinum
við Merkinum ella tíðinda-
fundinum sunnudagin í
Teksas.
Høgni undrast
Nýggi føroyski landsstýris-
maðurin í uttanríkismálum
undrast yvir, at danski for-
sætisráðharrin veittrar við
Merkinum í samband við
Bush vitjan
- Tað er ógvuliga óvan-
ligt, at grønslendsku og
føroysku fløggini verða
brúkt, tá Danmark marker-
ar seg altjóða, sigur Høgni
Hoydal.
Tí heldur hann tað vera
serliga løgið, at Merkið
verður brúkt á tíðindafundi
um statsvitjanina hjá Bush.
- Vit hava gjørt vart við,
at vit ikki taka undir við
krígnum í Irak, og tá hetta
er eitt høvðusevni á vitjan-
ini, er tað ótrúliga óheppi,
at Merkið verður brúkt,
sigur landsstýrismaðurin í
uttanríksmálum.
Landsstýrismaðurin fer
annars í dag at hava sín
fyrsta fund við uttanlands-
nevndina, har hann fer at
kunna um bæði stutttíðar
og langtíðar ætlanir hjá
nýggja føroyska uttanríkis-
ráðnum.
bispur sjálvur hevur bíðað
eftir í 22 ár.
- Skulu vit í kirkjuni vera
demokratisk, so hevur lands-
stýrisfólki í mentamálum
rætt at vera ateistur, sigur
bispur.
- Tað eru nógv uttanfyri
kirkuna, sum eru góð við
kirkjuna, og hyggur man
eftir hvussu løgtingslóg
atkvøddu seinasta summar,
tá fíggjarlógin hjá kirkjuni
var fyri, so vóru tað nógv
holl kirkjufólk, sum vóru
við til at leggja kirkjuni eitt
haft um beini, staðfestur
Jógvan Fríðriksson.
- Landsstýriskvinnan er
ikki kirkjan, tað er kirkjuli
ðið. Vit skulu taka okkum
av tí andaliga. Tí gevur tað
mær ongar trupulleikar, at
landsstýriskvinnan ikki er
limur í fólkakirkjuni.
Fogh vitjar
Bush fyri
alt ríkið
Nakin kvinnna og
rullandi politbilur
Skulu vit í kirkjuni vera demokratisk, so
hevur landsstýrisfólkið í mentamálum rætt
at vera ateistur, sigur Jógvan Fríðriksson,
bispur
Anders Fogh Rasmussen var fullur í lovorðum um
amerikanska forsetan, tá hann vitjaði Bush um vikuskifti
Løgreglan hevði nokk at gera um vikuskiftið