Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 44 - 3. mars 2008 - Skeiva gongdin í fiskivinnuni hevur við sær, at møguleik- arnir fyri øktum inntøkum minka, sam- stundis sum útreiðs- lurnar veksa, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag hevur Viberg Sørensen grein við heiti­ num: “Við verandi gongd – hvar eru vit í 2015?” Í greinini vísir hann á úttalilsir hjá stjórunum í Maru Seafood, Faroe Sea­ food og stjóranum í Vinnuni í Gøtu. ­ Maru Seafood hevði stórt hall í fjør (men stjórin vil ikki siga hvussu stórt), og Faroe Seafood hevur 17 miljónir krónur í halli. Stjór­ in í Vinnuni í Gøtu væntar, at svartkjaftakvotan helst fer at minka so nógv, at ikki verður ráðiligt at gera stórar íløgur í svartkjaftavinnuna. Viberg Sørensen sigur, at hetta eru nøkur av signalun­ um, sum vit hava fingið seinastu tíðina. ­ Tá ið roknskapirnir fyri tey stóru skipini á Føroya­ grunninum fara at koma, verða eyðvitað nógv stór reyð tøl at síggja á botnlinj­ uni. Hann vísir á, at í dag kostar ein litur av olju einar 5 krónur, og hetta er størsta hóttanin hjá skipaflotanum. ­ Teir, sum fáast við skiparakstur, síggja nú tíði­ liga skriftina á vegginum ­ og hvønn veg tað ber. Einki talar fyri, at oljan ikki heldur fram at dýrka. Vit hava hoyrt serfrøðingar nevna tøl upp ímóti 200 dollarum fyri tunnuna. Nógv hevur tosað um “visj­ ón 2015”, men hvat man olj­ an fara at kosta í 2015, spyr hann. Viberg Sørensen sigur, at føroyingar eru nógv upp­ tiknir av at fylgja við veðr­ inum. Tá lágtrýstini nær­ kast, er gott at vita, hvussu tey ganga, og hvussu djúp tey verða. Vit fáa forsagnir og kunnu so vera til reiðar, tá ringa veðrið kemur. ­ Um vit ímynda okkum, at oljuprísurin verður 8 krónur fyri liturin ­ ella mei­ ra ­ hvat gera vit tá? Hava vit gjørt okkum nakrar hugs­ anir um, hvussu fiskiveiðan á landi og sjónum sær út um fá ár ­ ella lata vit bara standa til og vóna tað besta? spyr formaðurin í Føroya Reiðarafelag. Oljan – hóttir sum eitt djúpt lágtrýst - Hvat gera vit, um oljan kemur upp á 8 krónur fyri liturin ella meira, spyr Viberg Sørensen Mynd: Álvur Haraldsen Kvinnur kring allan heimin savnast í bøn Komandi fríggjadag verður hildin altjóða bønardagur fyri kvinnur. Í Føroyum verður tiltakið á trimum støðum. Hesin bønardagurin hevur mong ár á baki, og hevur savnað kvinnur úr nógvum saman í bøn. Og soleiðis verður eisini í ár. Fríggjadagin í næstu viku verður sostatt høvið hjá hesum kvinnum at savnast á trimum støðum kl. 19:30 – í Filadelfia í Havn, í Frelsunarherinum í Vági og í Emmaus í Klaksvík. Umframt andaliga felagsskapin og bønarhaldið, verður altíð savnað inn til eitthvørt endamál. Í ár verður høvið hjá kvinnunum at savna pening inn til trý endamál: Eitt skeið fyri 99 kvinnur í afrikanska landinum Liberia, arbeiðið í grønlendsku Fríkirkjuni í Nuuk og til kristilig arbeiðir í Litauen, Ukraine og í afrikanska landinum Malawi. Ein fastur prosentpartur fer til heimsrørsluna fyri einum altjóða bønardegi. Tað eru kvinnur í Suðuramerikanska landinum Guyana, sum hava gjørt teir serstøku bønartekstirnar til henda dagin. Evnið í ár er »Guds vísdómur gevur nýtt innlit«. Ferðalagið mannað Sandoy: Eftir aðalfundin í gjár fer nevndin í Sandoyar Sýslu Ferðalag at skipa seg í næstum. Í nývaldu nevndini sita Kristvør Kolden, Laura Joensen, Kristina Petersen, Elna Skylv Hansen og Ida Lón. - Eg eri stak væl nøgdur við aliráð- stevnuna hesaferð, sum var hin triðja í røðini. Hetta er størsta undirtøka, sum nøkur stevna av slíkum slagi hevur fingið í Føroyum, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðar- felag Ráðstevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríggjadagin skipaði Føroya Havbúnaðarfelag fyri aliráð­ stevnu á Hotel Føroyum. Hetta var triðja stevnan í røðini, og stevnan hesaferð fekk so dygga undirtøku millum alarar, sum ongantíð áður. Ragnar Joensen, formað­ ur í Føroya Havbúnaðarfelag og stjóri í Marine Harvest, sigur, at á fyrstu ráðstevnuni, sum felagið skipaði fyri, vóru eini 70­80 luttakarar. Í fjør vóru 150, og á stevnuni hesaferð var luttakaratalið heili 180. Tað gleðir ikki formannin minst, at millum luttakarar­ nar hesaferð vóru eini 100 fólk beinleiðis úr føroysku alivinnuni, harav fleiri røkt­ arar vóru við. ­ Fleiri slíkar ráðstevnur eru uttanlands, eitt nú í Nor­ egi, men í slíkum føri er vanligt, at stjórar og kanska onkur rakstrarleiðari fer avstað. Fyrimunurin við eini slíkari stevnu her hei­ ma, er, at tað er nógv bílig­ ari fyri feløgini at lata fólk luttaka, og soleiðis fáa eisi­ ni fleiri nakað burtur úr. Aliráðstevnan hesaferð setti serliga fokus á, hvussu alivinnan kann optimalisera framleiðsluna av laksi fram til tøku. Fyrilestrar vórðu hildnir um eitt nú marknað­ arútlit fyri alivinnuna, inn­ litingarstrategiir og hagreið­ ing av laksi í sambandi við tøku. Eisini vóru fyrilestrar um lívfrøðiligu gongdina í føroysku alivinnuni seinasta árið, um kanningarnar, ið eru gjørdar av ILA í Føroy­ um og royndirnar við toska­ aling í Føroyum higartil. Gott 2007 Ragnar Joensen sigur, at eingin felags niðurstøða varð gjørd á aliráðstevnuni, men hvør einstakur fyrilestr­ arhaldari kom við síni niður­ støðu á sínum øki. Hann sigur, at fastur tátt­ ur á hesum ráðstevnum er at líta aftur yvir – og hyggja frameftir. ­ Lívfrøðiliga sæð eydn­ aðist árið í fjør stak væl, um enn ikki eins væl og árið fyri, sum var fram úr. Ragnar sigur, at tá ið tos­ að verður um lívfrøðiligu gongdina, verður eitt nú hugt at felli og vøkstri, og hvussu nógvur fiskur fæst burtur úr tí fóðri, sum brúkt verður í alingini. ­ Í Noregi eru vøksturin ikki heilt so góður, sum tey hava roknað við, og í Chili gongur heldur ikki so væl, sum tey kundu ynskt sær. Tí eru marknaðarútlitini hampilig, heldur formaður­ in í Føroya Havbúnaðar­ felag. Útlitini fyri laks Á ráðstevnuni legði Hans Jákup Mikkelsen, Marine Harvest, fram gongdina á marknaðinum seinastu árini og framtíðarvánirnar. ­ Prísurin á laksi svingar sera nógv. Í 2000 var ein toppur, har miðalprísurin lá um umleið 34 krónur fyri kilo, og í 2006 var laksaprís­ urin upp ímóti teimum 40 krónunum fyri kilo. Árini millum 2000 og 2006 vóru sera tung hjá alivinnuni, har prísurin í longri tíðarskeið lá niðanfyri 20 krónur fyri kilo. Síðan 2006 er laksa­ prísurin aftur fallin, og ligg­ ur hann nú á umleið 23­24 krónur fyri kilo. Hans Jákup segði, at sera torført er at meta u, hvussu eftirspurningurin eftir laksi fer at laga seg næstu árini, men metingar siga tó, at eftirspurningurin helst fer at fella nakað í mun til sein­ asta ár. ­ Mett verður, at alheims eftirspurningurin fer at vek­ sa umleið 7%, og verður bert hugt eftir Evropa, verð­ ur roknað við, at eftirspurn­ ingurin fer at veksa umleið 7% í 2008. Hans Jákup Mikkelsen segði, at útboðið av laksi á evropeiska marknaðinum helst fer at veksa eini 19%, meðan alheimsútboðið helst veksur eini 11%. Nógvir alarar á ráðstevnu - Fyrimunurin við eini slíkari ráðstevnu í Føroyum er, at tað er nógv bíligari fyri feløgini at lata fólk luttaka, og soleiðis fáa eisini fleiri nakað burtur úr, sigur Ragnar Joensen Mynd: Jens Kr. Vang