Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 44 - 3. mars 2008 Tað hevur gingið sera væl at fáa fólk at lata inn gamlar filmsupptøkur til eina spennandi filmsverk­ ætlan, sum Substanz Nordisk Film og Eik Grunnurin standa fy­ri Filmur Jan Muller jan@sosialurin.fo -Vit hava fingið eina flúgv- andi byrjan. Hetta eru orð- ini hjá tí entusiastiska og livandi danska filmsstjóran- um Troels Uhrbrand Ras- mussen, sum er maðurin afturfyri áhugaverdu films- verkætlanina undir heiti- num: ”Føroyskar søgur - upplivingar úr gerandisdeg- num frá 1908 til dagin í dag.” Við Rás2 í vikuni segði Troels, at móttøkan hevur verið ómetaliga góð. Tað var herfyri, at Sub- stanz og Eik skipaðu fyri kunnandi fundi um ætlanina og heittu á fólk, sum hava liggjandi gamlar filmsupp- tøkur um at senda hesar til teirra. Tey fáa so eitt DVD kopi og originalin aftur. Filmarnir verða so partur av ætlanini, har føroyingar og danir fara at finna fram tað besta at brúka. Uni Leiti- stein Hansen er settur sum researchari og samskipari í Danmark og hevur hann longu skrásett einar 40 film- ar í arkivum har. Í Føroyum er tað Birgir Kruse, ein av okkara filmsentusiastum, sum fer at standa fyri verk- ætlanini. Enn ein føroyingur, Eystein Jakobsen er settur til at klippa filmin til. Uni Leitistein Hansen segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, at stórur áhugi er fyri verk- ætlanini og heitti hann á fólk, sum serliga liggja inni við filmum frá 40-árunum og her ikki minst frá krígs- árunum at senda inn. Til ber at síggja á heima- síðuni hjá EIK, www.eik. fo/filmur, hvussu tú skal bera teg at hevur tú ein film, sum tú vil lata víðari. Kontaktir annars: Uni Leitistein Hansen 0045­- 22490919 og ulh@sub- stanz.dk. Birgir Kruse 5­81182 og Troels U. Ras- mussen 0045­70262283 og tur@substanz.dk Føroya søga á filmi flúgvandi byrjan