Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 44 - 3. mars 2008 - Vit eru ein ser- merkt blanding av pro­­­fessio­­­nellum tón- leikarum, glað­um amatørum o­­­g dugna- ligum næmingum. Í Føro­­­yum fáa vit næstan o­­­ngar sømdir, men danskarar kunnu brúka o­­­kkum til jarnbro­­­t, sigur Po­­­ul Jákup Tho­­­msen, fo­­­r- mað­ur í Føro­­­ya Sym- fo­­­nio­­­rkestri Tónleikur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vit eru so fá fólk í Føroyum, at eftir altjóða mátistokki, átti tað slett ikki at borið til at havt eitt symfoniorkestur her á landi. Men tað hava vit altso! - Vit hava ikki bara eitt symfoniorkestur. Vit hava enntá orkestur, sum er so gott, at útlendingar hava fingið eyguni upp fyri okk- um, staðfestir Poul Jákup Thomsen, sum er formaður fyri orkestrinum. Í hesum sambandi fekk symfoniorkestrið Jacob Gade virðislønina í fjør og tað er tekin um, at onnur eisini hava sæð ta stóru fram- gongd, sum hevur verið í orkestrinum seinastu árini. Brúkast sum jarnbrot í Føroyum Poul Jákup Thomsen sigur, at tað er so sermerkt, at eitt lítið land sum Føroyar klára at hava eitt symfoniorkestur, at vit nú verða brúkt sum fyrimynd fyri onnur smá øki í útlondum. Í hesum sambandi er sym- foniorkestrið í summar boð- ið til Danmarkar at halda seks konsertir í útnyrðings- partinum í Jútlandi. - Tað er eitt økið við 100.000 fólkum og enda- málið við vitjanini er at vísa norðurjútlendingum, hvat ber til í einum lítlum øki. Talan er bæði um at hava symfonikonsertir, skúlakon- sertir og tvær konsertir við lættari, klassiskum tónleiki. Føroya Symfoniorkestur er 25 ár í ár og tað varð sostatt sett á stovn, sam- stundis sum Norðurlanda- húsið varð tikið í brúk. - Norðurlandahúsið hevur avgjørt givið okkum møgu- leika fyri at menna orkestrið, tí tað hevur givið okkum teir røttu karmarnar at virka undir. Poul Jacob Thomsen sigur, at ein orsøk til at tey í Norðurjútlandi hava bjóða symfoniorkestrinum at vitja, er, at tey vilja brúka okkum sum jarnbrot fyri at vísa politikarum, hvat kann lata seg gera, tá ið karmarnir eru teir røttu. - Sostatt vilja teir brúka Føroya Symfoniorkestur sum fyrimynd í teirra roynd- um at vísa politikarum, hvat kann fáast burturúr í einum øki, sum hevur ein kraftmið- depil har tað eru umstøður at skipa fyri stórum tiltøkum, eins og tað er í okkara Norðurlandahúsi. Teir møguleikarnir hava tey ikki í Útnyrðingsjútlandi og tí verða konsertirnar í smá- um hallum, har ljóðviður- skiftini ikki eru ílagi og har klaverið kanska ikki spælir akkurát, sum tað skal. - Vit ivast ikk í, at vit fáa eina fína ferð kortini og fáa eitt stórt upplivilsi og so mugu vit bara leiga eitt klav- er, sigur formaðurin fyri symfoniorkestrinum Og í dag er orkestrið so gott, at tað saktans tolir at bjóða seg fram uttanlands. Landsliðið í vanda Poul Jacob Thomsen sigur, at tónlistarliga hava vit ment okkum ómetaliga nógv seinastu árini, - Vit hava eini 10-20 næm- ingarnar á konservatorium. Vit vinna Steinway kapping- ar og vit vinna sangkapp- ingar. Samstundis er orkestrið farið frá at hava tvær kon- sertir um árið til at hava einar 10-20 um árið. - Vit hava funnið eina uppskrift, har vit hava mannað orkestrið við fleiri professionellum tónleikar- um úr Føroyum og føroying- um uttanlands, samansjóðað við dugnaligum næmingum úr musikkskúlanum, glað- um amatørum og góðum kreftum uttanlands. Poul Jákup Thomsen nevnir, at í USA siga tey, at 15 milliónir fólk skulu til fyri at skapa grundarlag fyri einum symfoniorkestri. Tí eru danir ikki sørt stolt- ir av, at tey klára at hava eitt symfoniorkestur við fimm milliónum fólkum. - At vit í Føroyum so hava megnað tað sama við einans 50.000 fólkum, sigur eitt sindur um, hvussu flott avrik tað er. - Men vit eru í teirri merkiligu støðum at sam- stundis sum vit fáa viður- kenning uttanlands, fáa vit lítlar og ongar sømdir heima hjá okkum sjálvum. - Hóast Symfoniorkestrið er okkara tónleikalandslið, men stuðulin frá okkara pol- itisku myndugleikum er so lítil, at kemur ikki vend í, hava vit onki symfoni- orkestur um nøkur fá ár. Hann sigur, at orkestrið fær nakað av stuðuli frá Mentamálaráðnum, Tórs- havnar Býráði og Norður- landahúsinum. - Men tað er óhugsandi, at vit klára at spæla so nógv, fáa vit ikki størri stuðul frá landinum. Poul Jákup Thomsen følir ikki, at orksetrið hevur fing- ið ta viðurkenning frá lands- ins myndugleikum, sum tað hevur uppiborið Og tað er hann ikki einsa- mallur um at halda. - Fleiri av teimum pro- fessionellu tónleikarunum tíma ikki at brúka alla sína frítíð upp á at spæla ókeypis. Tað hevði heldur ongin timburmaður tíma at arbeitt hvørt kvøld og fleiri vikuskifti fyri einki. Í løtuni fáa vit góðar 500.000 krónur um árið í stuðuli frá Mentamálaráðn- um. - Men høvdu tónleikarar- nir fingið løn í einar tveir tímar um vikuna fyri at vant og spælt við symfoniorkestr- inum, kundu vit tryggja grundarlagið undir eini menning og sum kundi ver- ið tann gularótin, sum allir tónleikarar strembaðu eftir at sleppa upp í. Sjálvur metir orkestur for- maðurin, at hevði orkestrið fingið tvær, tríggjar millión- ir um árið, kundi tað tryggja eina menning. - Ístaðin er orkestrið í vanda fyri at syndrast, tí vit kunnu ikki spæla minni enn vit gera og ongin tímir at blíva við at spæla í einum orkestrið, har tey ikki síggja nakran framburð. - Musikklærarnir eru longu farnir at knarra um, at nú er tað blivið ov nógv av tí góða og tann dagin, teir leggja frá sær, er ork- estrið syndrað. Nakrir eru longu givnir og tí er orkestr- ið hótt, staðfestir Poul Ják- up Thomsen. - Tí vónar hann, at lands- ins myndugleikar síggja virðið í orkestrinum so at tað fær tann stuðul, sum, eg haldi, tað hevur uppiborið. Føroya Symfoniorkestur brúkast sum jarnbrot í Danmark - Okkara tónleikalandslið er í vanda fyri at syndrast, tí nú eru tað fleiri, sum ikki tíma at spæla meiri, sigur Poul Jákup Thomsen, formaður í Føroya Symfoniorkestri Gullfaxi høggjast upp Fyrsta jetflogfarið, sum íslendingar áttu, Gullfaxi, skal nú høggjast upp sum gamalt jarn á einum flogkirkjugarði í amerikanska statinum New Mexico, skrivar Morgunblað- ið. Gullfaxi setti seg fyrstu ferð á flogvøllin í Reykjavík tann 22. juni í 1967. Tað var Flúgfélag Íslands, sum átti flogfarið, ið var av slagnum Boeing 727-100 og tók um 100 ferðafólk. Flogfarið varð selt til USA í 1984. Gull- faxi hevur flogið 50.000 tímar og hevur lent 32.000 ferðir. Fleiri og størri rækjur Í Íslandi hevur Einar K. Guðfinnsson, fiskimálaráðharri, givið bátum loyvi at veiða 150 tons av rækjum inni á Arnarfirði, sum er ein av firðunum uppi á Vestfirðum. Ráðharrin sigur, at hann hevur tikið avgerðina eftir tilmæli frá fiskifrøðingunum. Kanningar hava víst, at væl meiri er til at rækjum á Arnarfirði nú enn fyri einum ári síðani, og harafturat eru rækjurnar væl størri enn tá. Fiskifrøðingarnir hava tað tí vera rímiligt at veiða 150 tons nú.