Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 44 - 3. mars 2008 RG-laksur ikki etandi Vanliga plaga laskaúrdráttir hjá grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland at fáa góð umdømi uttanlands, men so var ikki, tá Berlingske Tidende setti nøkur fólk at døma royktan laks frá ymsum veitarum. Fólkini vistu ikki, hvør fyritøkan hevði latið hvat, men tey vóru ikki í iva um, hvat slag var tað ringasta, og tað vísti seg at vera frá Royal Greenland. Dómararnir vóru eisini á einum máli um, at laksur úr Skotlandi var tann besti. Varnir borgarstjórar Borgarstjórarnir í Grønlandi hava einki ímóti, at tað almenna leggur ávís málsøki út til kommunurnar, men teir krevja, at tey fíggjarligu viðurskiftini skulu upp á pláss fyrst. Tað var niðurstøðan av einari ráðstevnu millum borgarstjórar og kommunustjórar, sum var í Nuuk í síðstu viku. Ráðstevnan umrøddi eisini spurningin um, hvørjir býir verða umsitingarbýir aftan á samanleggingina, men tann spurningurin verður ikki avgreiddur fyrr enn 8. apríl. Hetta hevur verið hart fyri familjuna og tað er ein ótrúligur lætti, at tað nú nærk­ ast endanum. Men eg hevði ikki droymt um, at fútin fór at ákæra meg, sigur Jenis av Rana LøgregLumáL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta hevði ikki droymt um. Tað kemur púra óvart á Jenis av Rana, at fútin nú ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið sína sína skyldu sum kommunulækni. Tað skal hann hava gjørt, tá ið ið ein blaðung genta var í viðtalini hjá honum og fortaldi honum, at hon varð blivin kynsliga misbrúkt av pápanum. Men hóast Jenis av Rana fekk hetta at vita í viðtalini, læt hann vera við at boða barnaverndini frá, hóast kommunulæknar hava skyldu at boða frá slíkum, sigur fútin. Upprunaliga var tað eisini ein spurningur um hann hevði brotið sína tagnar- skyldu við at hava tosað við onnum um, hvat gentan skal hava sagt, men Jenis av Rana verður ikki ákærdur fyri nakað í hesum sambandi. - Eg eri ómetaliga fegin um, at fútin hevur ásannað, at onki er í skuldsetingunum um at eg skal hava brotið tagnarskylduna, tí hon hev- ur stóran týdning fyri meg, bæði sum lækni og sum politikari, Ikki droymt um Eftir stendur so, at Fútin ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið fráboðanar- skylduna. Hetta hevði Jenis av Rana ikki droymt um. Og hann tvíheldur um, at hann er púra ósekur. - Ongin hevur verið inni í míni viðtali og fortalt mær um kynsligt misbrúk, leggur hann dent á. Ongin hevur fortalt mær nakað, sum hevur givið mær illgruna um kynsligt mis- brúk, leggur hann afturat. Í viðtalini hevur hann heldur ongantíð tikið onnur atlit enn tey hjá sjúklingan- um. Tí er hann eisini púra sannførdur um, at hann verður fríkendur. - At fútin bara vil hava meg at betala bót, sigur kanska eitt sindur um, hvussu vís tey eru í teirra sak. Jenis av Rana staðfestir, at hevði hann fingið kunn- leika um nakað slíkt, hevði hann ikki ivast í at boðað bæði barnaverndini og løg- regluni frá - Tað hevði verið mín skylda eftir lógini og tað hevði verið mín moralska skylda, sigur hann. - Men sostatt vil fútin hava Føroya Rætt at døma meg fyri eina vitan, sum eg ikki havi havt. Ein hørð tíð Tað eru næstan tvey ár síð- ani, at málið kom upp og Jenis av Rana sigur, at fráboðanin um ákæruna er tað fyrsta, hann nakrantíð hoyrir frá fútanum. Jenis av Rana heldur, at hetta hevur verið harðari fyri familjuna, enn tað hev- ur verið fyri hann sjálvan. - Eg eru sálarliga sterkur, men hetta hevur verið eitt hart trýst, serliga hjá mínum næstringum hevur hetta verið ein hørð tíð. Hinvegin leggur hann aft- urat, at hetta hann nú er ómetaliga fegin um, at tað loksins eru útlit fyri, at hetta málið nú fær ein enda. Jenis av Rana sigur, at annars væntar hann ikki at hann verður førur fyri at røkja sítt kommunulækna- starv til fulnar teir næstu dagarnar og tað hevur hann boðað fakfelagnum frá. - Eg havi brúk fyri einum ”time out” . Eg má bara fáa stundir at fáa tað ringasta afturum, men eg vænti, at um nakrar dagar eri til arbeiðis aftur, sum vant. Annars heldur hann ikki upp á nakran máta, at hetta hevur skaðað hansara um- dømi sum kommunulækni. - Sjúklingarnir hava vent mær bakið. Tvørturímóti er gravgangur eftir at fáa meg til lækna, men eg havi ov nógvar sjúklingar framman- undan og tí verðið eg hvønn dag noyddur at vísa sjúklingum frá mær, tí eg fái ikki tikið fleiri. Verður verandi í Løgtinginum Hinvegin er eisini greitt, at Jenis av Rana ætlar sær ikki at leggja løgtingssessin frá sær av hesum. Hann sigur, at hetta hevur onki sum helst við hansara starv sum politikari at gera og hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at fara úr tinginum av hesi orsøk. Hinvegin heldur hann tað er vandi fyri, at hetta kann hava verið eitt bakkast fyri hann sum politikari. - Á løgtingsvalinum hesu- ferð lá eg á markinum til at fella og hetta málið kann hava elvt til, at eg havi mist atkvøður, tó at eg eri væl nøgdur við úrslitið. Jenis av Rana droymdi ikki um blíva ákærdur – Eg ivist ikki í at eg verði fríkendur, tí ongin hevur fortalt mær um kynsligt misbrúk, sigur Jenis av Rana. Fekk eg nakað slíkt at vita, hevði eg ikki blunkað við at melda tað bæði til barnaverndina og løgregluna, leggur hann afturat, her avmyndaður i tíðindasendingini á Rás 2 á middegi Mynd: Caroline Eriksson og Marika Hill Løgtingið taka órinið frá Jenis Nú Fútin ætlar at ákæra Jenis av Rana, er Løgtingið biðið um at taka politiska órinið frá honum Løgtingið skal nú taka politiska órinið frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni. Tað hendir, nú fútin ætlar at ákæra hann fyri at hava brotið sína frá- boðanarskyldu sum kommunulækni í einum málið um kynsligt mis- brúk. Men løgtingslimir kunnu ikki ákærast uttan víðari, tí fyrst skal Løg- tingið taka politiska órinið frá honum. Og tað fer fútin nú at biðja Løgtingið gera. Hergeir Nielsen, løg- tingsformaður, sigur, at ein slík umbøn frá fútan- um kemur fyrst til við- gerðar í formansskapin- um. Er formansskapurin samdur í, at órinið skal takast frá fútanum, legg- ur hann uppskot fyri Løgtingið, sum so tekur tað til viðgerðar. Slík mál plaga at verða avgreiðsluspurningar, sum Løgtingið samtykkir rættiliga skjótt og løg- tingsformaðurin sigur, at tá ið ein slík áheitan kem- ur frá fútanum, fer Løgtingið ikki at drála við at viðgerða tað. -áki-