Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 3. mars 2008 3 tíðindi - Tíverri vænti eg ikki, at eg teir komandi dagarnar megni at røkja viðtaluna til fulnar, og havi eg boðað fakfelag mínum frá hesum, sigur løgtingslimurin. LøgregLumáL Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Soleiðis sigur Jenis av Rana, løgtingslimur, nú fútin hevur sent út tíðindaskriv, har boðað verður frá, at »der kan forventes rejst til­ tale mod Jenis av Rana« ved Færø­ ernes ret. Læknin og løgtings­ limurin hevur sent eina viðmerking út til miðlarnar, har hann sigur, at: ­ Talan er um fyrsta samband fútans við meg, síðani málið byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani. Tá varð eg av fjølmiðlum og øðrum, millum annað skuld­ settur fyri at hava brotið tagnar­ og fráboðanarskylduna til barna­ verndina. Jenis av Rana sigur, at hann í brævið til miðlarnar í oktober 2006 skrivaði, at: ... tagnarskyldan er ikki brotin av mær. ... fráboðanarskyldan er ikki brotin av mær. ... onnur atlit og áhugamál eru ikki tikin framum atlitini til sjúklingar í viðtalu mínari. ­ Av fráboðan fútans sæst, at skuldsetingini um, at eg skal hava brotið tagnarskylduna, er slept. Hetta er at gleðast um, sigur hann. Tó sigur løgtingslimurin, at ákærumyndugleikin nú ætlar, at Føroya rættur skal døma hann, tí hann ikki hevur boða frá kunnleika sínum til misnýtslu av einum sjúklingi. ­ Lat meg enn einaferð vissa teg um, at eg ongan slíka vitan havi havt. Um so var, hevði eg ikki drálað við at boða frá hesum, ikki bert tí tað hevði verið lógar­, men eisini moralska skylda mín, sigur Jenis av Rana, og vísir á, at eftir hansara sannføring, verður Føroya rættur sostatt biðin døma seg fyri eina vitan, sum hann ikki hevur havt. Og hann greiðir frá, at hin 28. juni kom sami rættur annars til ta niðurstøðu, at hendan misnýtsla ongantíð varð framd. Hann sigur, at aftanfyri dómin lógu mánaðar­ langar kanningar og avhoyringar, og at til sammetingar tekur ein vanlig læknaviðtala millum 10 og 30 minuttir. ­ Rætturin fríkendi ákærda fyri ta misnýtslu, sum eg nú verið sagdur hava havt kunnleika til, sigur Jenis av Rana. ­ Tíverri vænti eg ikki, at eg teir komandi dagarnar megni at røkja viðtaluna til fulnar, og havi eg boðað fakfelag mínum frá hesum. Vóni tit bera yvir við mær ­ og at tit biðja fyri okkum, sigur løgtings­ limurin at enda. Les meira um Jenis-málið á síðu 11. Karen Marie Olesen, fúti, boðar í tíðindaskrivi frá, at ríkisákærin tann 23. februar 2008 hevur biðið løgtingið samtykkja, at ákæra verður reist móti Jenis av Rana, løgtingslim LøgregLumáL Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í tíðindaskrivinum frá fútanum verður sagt, at ákæra verður reist móti Jenis av Rana, tí hann í almenna starvi sínum sum kommunulækni skal hava for­ sømt at boða frá til barnavernd­ artænastuna um viðurskifti, sum hann hevur skyldu til at boða frá. Víst verður til § 156 í revsu­ lógini, jf. grein 14, stk, 1 og stk. 2 í barnaverndarlógini. Fútin fer at krevja Jenis av Rana at rinda eina bót. Jenis verður ákærdur Jenis av Rana fer heim Jenis av Rana avmynd­ aður í Vágsbotni fyrra­ partin Mynd: Caroline Eriksson og Marika Hill