mánadagur 3. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 44 - 3. mars 2008 ]
Neistin hevði ongar
trupulleikar, tá
kollfirðingar vitjaði
í høllini á Hálsi í
gjár. Heimaliðið var
klárt omaná og vann
við heili 11 málum.
Nú mangla tvey stig,
áðrenn teir kunnu
staðfesta finalusessin.
Tað verður tó alt
annað enn lætt
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Nú mangla einans tvey stig,
áðrenn Neistin kann stað
festa sítt pláss í finaluni.
Hetta er staðfestingin eftir, at
teir í gjár vunnu greiðan sig
ur á heimavølli móti botn
proppinum úr KÍF. Tað er tó
alt annað enn tvær lættar upp
gávur, sum bíðar havnarfelag
num. Nærmastu kappingar
neytarnir úr Kyndli og StÍF
eru eftir á leikskránni, har
annar dysturin má vinnast
um Kyndil vinnur allar sínar,
væl at merkja. Neistin er far
ið undir fyrireikingarnar, har
leikararnir í gjár nýttu høvið
at royna ymiskt í gjár. Tað
var tíðin og plássið í øllum
førum til móti kollfirðingun
um, sum einans vilja hava
seinastu tveir dystirnar av
kappingarárinum afturum.
Lítil ferð
Var hugt at stigatalvuni und
an dystinum, so var ikki tor
ført at hugsa sær til, hvønn
vegin sigurin skuldi fara.
Hetta tóktist eisini vera í
huganum á heimaliðnum
fyrstu løtuna, sum ikki tóku
uppgávuna í størsta álvara.
Lítil ferð var á spælinum, og
hóast málverjin Jacob Lar
sen, sum stóð seg sera væl,
royndi at fáa lív í viðleik
ararnar, so skuldi helm
ingurin av fyrra umfarinum
ganga, áðrenn teir raknaðu
við. Ikki tí, KÍF megnaði als
ikki at gera sær dælt av
hesum, og munurin millum
liðini øktist eisini við tíðini.
Serliga var Tróndur Krage
steen væl spælandi, og hann
hótti mótstøðuliðið í heilum.
Hann skoraði seks mál.
Við Rógva Weihe á odda,
vardi KÍF í løtum sera væl.
Tað hevði við sær, at munur
in í fyrra hálvleiki ongantíð
gjørdist meira enn fimm mál.
Í framrættaða spælinum kom
Damir Oros ongantíð fyri
seg, og sjáldan eydnaðist
lítlu
kollfirðingunum
at
skjóta útifrá. Støðan í hálv
leikinum
var
128
til
Neistan.
Staðfesta sigurin
KÍF var betur við frá byrjan í
seinna hálvleiki, og einu
løtuna vóru tvey mál á muni
1614. Nærri komu gestir
nir ikki, og Neistin fekk av
álvara tamarhald á dystin.
Áki Mørk syrgdi skjótt fyri,
at spenningurin hvarv, og
seinasa stóra løtan var minti
meira um eina hugnaløtu.
Teir royndu til tíðir ymiskt
hugvekjandi, og KÍF hevði
til síðst ikki hug at spæla við
longur. Tað sást aftur í, at Ási
Dam sá reytt móti endanum.
Hóast onkur vildi vera við, at
tað ikki var hann, sum segði
óviðkvæmisorð við dómaran,
so máttu unglingin leiðina av
vøllinum.
Neistin vann við 3120,
og eru so smátt farnir undir
fyrireikingarnar til stóru
uppgávurnar, sum standa
liðnum fyri framman.
Neistin - KÍF 31-20 (12-8):
Neistin manglar tvey stig
Enn er Neistin ikki farin at
vísa tekin um gummibein í
dystinum um at røkka FM-
finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen
Neistin - KÍF 31-20 (12-8)
10 min.: 5-3
20 min.: 7-4
40 min.: 16-14
50 min.: 24-16
Neistin: Áki Mørk 7, Tróndur Kragesten 6, Dann Tor-
leifsson 6, Bogi Berg 5, Carl Herup Olsen 3, Jugoslav
Djumic 2, Jóhann Brekkstein 2.
KÍF: Regin Petersen 5, Rógvi Weihe 4, Jákup Trúgvason
3, Damir Oros 3, Dejan Jankovic 2, Niklas Reginson 1,
Ási Dam 1, Teitur Joensen 1.
Útvísingar: Dann Torleifsson 1, Carl Herup Olsen 1,
Jugvoslav Djumic 1, Karl Odmar Rasmussen 1, Neistin
- Jóan Pauli Olsen 1, Ási Dam 1, Niklas Reginsson 1,
Dejan Jankovic 1, Jákup Trúgvason 1, KÍF.
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar
FAKTA
EB/Streymur verður
roknað sum ein av
favorittunum til FM-
gullið í ár, og teir vóru
eisini sterkasta liðið í
Klaksvíkskappingini
um vikuskiftið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur var sterkari
enn hini liðini í Klaksvíks
kappingini um vikuskiftið,
og bæði leygardagin og
sunnudagin vann felagsliðið
30.
Leygardagin spældi EB/
Streymur ímóti B36, og tað
gekk javnt á, til B36 misti
ein spælara eftir góðar 20
minuttir. Dmitri Jankovic
fekk reyða kortið eftir eina
ósortliga takkling, og so
noyddist B36 at spæla 10
móti 11 í 70 minuttir.
Í seinna hálvleiki sást
hetta aftur, og tá skoraði
EB/Streymur málini, sum
teir høvdu fyri neyðini, fyri
at vinna dystin.
Hin hálvfinalan stóð mill
um føroyameistararnar NSÍ
og vertirnar KÍ. Her gekk
eitt sindur øðrvísi, enn tey
flestu mundu havt roknað
við, tí NSÍ kláraði ikki at
koppa KÍ. Dysturin endaði
við javnleiki, eftir at KÍ í
seinna hálvleiki hevði verið
nær við at avgera fleiri ferð
ir.
Brotssparkskappingina
vann KÍ.
Aftur brotsspørk
Sunnudagin vóru seinnu
dystirnir spældir í besta
veðri í Klaksvík. Mest sum
stilli, sólglottar, men kalt.
Dysturin millum B36 og
NSÍ um triðja plássið end
aði við javnleiki, og tað var
í tráð við leikgongdina.
Hjalgrím Elttør legði NSÍ
á odda, men Karoly Pote
mkin javnaði við brotssparki
seint í dystinum.
Potemkin og Meinhardt
Joensen brendu tó sín brots
spark í brotssparkskapping
ini, og so vann NSÍ dystin
um triðja plássið.
Finalan stóð millum EB/
Streym og KÍ, og her vann
EB/Streymur 30. Fyrri hálv
leikur var rímiliga javnur,
men EB/Streymur fekk eitt
mál. Í seinna hálvleiki hevði
EB/Streymur
munin
og
skoraði tvær ferðir afturat.
Málini skutu Marcel, Hanus
Eliasen og Sorin Anghel.
Eftir dystin handaði borg
arstjórin í Klaksvík, Stein
bjørn O. Jacobsen, EB/
Streymi Klaksvíkssteypið.
EB/Streymur staðfesti
favorittheitið
Klaksvíks
kappingin 2008
Hálvfinalur,
leygardagin 1. Mars
B36-EB/Streymur 0-3
(0-0)
0-1: Fróði Clementsen
0-2: Marcel
0-3: Hans Pauli
Samuelsen
KÍ-NSÍ 1-1 (1-1)
KÍ vann 5-3 eftir
brotssparkskapping
0-1: Hjalgrím Elttør
1-1: Rodrigo
Dystur um 3. pláss,
sunnudagin 2. mars
B36-NSÍ 1-1 (0-0)
NSÍ vann 5-3 eftir
brotssparkskapping
0-1: Hjalgrím Elttør
1-1: Karoly Potemkin, br.
Finala
KÍ-EB/Streymur 0-3 (0-1)
0-1: Marcel
0-2: Sorin Anghel
0-3: Hanus Eliasen
EB/Streymur hevur støðugt verið nevnt millum favorittarnar til
komandi kappingarárið. Og tað heitið livdu teir upp til í Klaksvík
Mynd: Sofus Debes Johannesen
Amager í Turkalandi
Danska felagið FC Amager, har fleiri føroyskir spælarar
spæla, er í hesum døgum í Antalya í Turkalandi á
venjingarlegu. Á venjingarleguni verður fínpussingin til
kappingina í 2. Deild vestur gjørd. Kappingin byrjar tann
20. Mars. FC Amager skal venja tvær ferðir um dagin, og
ætlanin er eisini at spæla onkran venjingardyst.
Scholes fær finalu
Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er
ikki kendur sum nakar bleytur ella sentimentalur maður,
men hann viðgongur, at í einum føri vil hann gera eitt
undantak. Um Manchester United í ár kemur í finaluna í
Champions League, so skal miðvallarin Paul Scholes
spæla dystin. Scholes, sum hevur verið millum trúgvastu
og bestu spælararnar hjá United seinastu 10 árini, varð
leikbannaður í 1999, tá ið enska felagið vann Champions
League.