Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 44 - 3. mars 2008 ] Stigini nokta at koma innanborða hjá StÍF. Hesa ferð høvdu tær VB á knøunum, men mistu í evstu løtu takið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað byrjar at líkjast eini sálarligari blokadu hjá StÍF. Triðja dystin á rað mistu tær nevnliga ein sigur, sum tær tóktust hava vunnið. Eftir at Neistin og Kyndil seinastu tvey vikuskifitni hava bjargað sær úr takinum hjá StÍF, vóru tað hesa ferð kvinnurnar hjá VB, sum í evstu løtu vunnu sær stigini. Talan var fyri tað mesta um ein rættiliga javnan dyst leygardagin. VB hevði kanska betra takið stóran part av tíðini, og fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu tær veruliga hug at avgera dystin. Seinasta korterið tók heimaliðið tó veruliga yvir. Tær vunnu seg frá 15-20 upp á javnleik, 21-21. Og tá tær fýra minuttir fyri leiklok skoraðu til 23-22, luktaði av álvara av eini hálvstórari sensatión. Men gestirnir vildu tað tó øðrvísi. Guri Mortensen og Daiva Toumaite áttu seinastu málini í dyustinum, og so máttu tær hjá StÍF bara ásanna, at tær triðja dystin á rað mistu á stokkinum, tá avgerandi minuttirnir skuldu spælast heim. VB helt hinvegin fast um sína vón um ein sess í FM- finaluni. StÍF-VB 23-24 (14-15): Mistu aftur á stokkinum StÍF-VB 23-24 (14-15) 10 min: 6-8 20 min: 11-12 40 min: 15-18 50 min: 20-21 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10(2), Ninna K. Johansen 4, Fríðrún Danielsen 3, Signhild Petersen 2, Súnfríð Jo- hansen 2, Rósa Johansen 1, Jóhanna í Króki 1 VB: Daiva Toumaite 12(7), Miriam Michelsen 3, Gurið Mortensen 3, Christina Holm 3, Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 1 Brotskøst: StÍF 3, VB 7 Útvísingar: StÍF 4, VB 2 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Vestmenningar høvdu lítlan og ongan kjans, tá VÍF sendi teir avstað við stórtapi Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Strandingar hava fram um øll hini verið liðið, sum hevur havt takið á VÍF seinnu árini. Og sunnudagin staðfestu teir hendan veruleika. Móti endanum av fyrra hálvleiki mest sum skrædnaði millum liðini, og hóast VÍF eftir hetta kom betri við, so vóru teir ongan tíð í nær námind at skapa nakran veruligan spenning um dystin. Og sum dysturin leið, so gjørdist frástøðan millum liðini bara størri. Hóast StÍF longu hevur vissað sær finalusessin, so góvu spæl- ararnir eingi tekin um, at teir heldur vildu taka sær av løttum, og tí mundu tað fyrst og fremst vera gest- irnir, sum drógu andan lættari, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð. StÍF-VÍF 31-21 (15-9): VÍF verjuleyst Hóast finalusessurin er vísur, so hava strandingar ongar ætlanir um at seta ferðina niður StÍF-VÍF 31-21 (15-9) 10 min: 5-4 20 min: 8-5 40 min: 19-13 50 min: 26-18 Málskjúttar StÍF: David Edvardsen 8, Danni Syhler 5, André F. Dan- ielsen 5, Borgar Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Rúni Niclasen 1, Leivur Justinussen 1, Jón Rasmussen 1, Jóannes Prestá 1 VÍF: Niels Andreasen 4, John M. Andreasen 3, Rói Lamhauge 3, Rúni Joensen 3, Magnus Müller 3, Sjúrður Poulsen 2, Sámal J. Djurhuus 2, Karl J. Djurhuus 1 Brotskøst: StÍF 2, VÍF 1 Útvísingar: StÍF 2, VÍF 3 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA So glapp hjá Frem Danska 1. Deildarliðið Frem hevur fingið vánalig úrslit í venjingardystum seinastu vikurnar, men hetta vikuskiftið helt Frem málveitslu í Greve, og hesaferð fór einki mál ígjøgnum. Frem skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki øktu teir upp í 5-0, sum gjørdist úrslitið. Atli Danielsen spældi á miðvøllinum frá byrjan, men hann varð tikin út, tá ið støðan var 4-0 til Frem. Benzema kostar 675 mió 20 ára gamli álopsspælarin Benzema, sum spælir fyri franska felagið Lyon, telist millum stóru talentini í europeiskum fótbólti. Manchester United er eitt av feløgunum, sum hevur sýnt honum stóran áhuga, men prísurin er høgur. Forsetin í Lyon hevur sagt við Benzema, at hann fer at krevja 675 milliónir krónur fyri at selja hann til eitt av europeisku strófeløgunum. Benzema hevur sáttmála við Lyon fram til 2012, so franska felagið hevur fatur í rætta endanum. Við tryggum sigri staðfestu kvinn­ urnar hjá StÍF, at tær so ikki ætla sær nakran veg niður í næst bestu deildina Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skuldi VÍF gera sær nakrar sum helst vónir um at halda sessinum í Sun- set-deildini, so var kravið ein sigur sunnudagin. Men hesin kom tó ongan tíð serliga nær. StÍF hevði kanska mist á stokkinum tríggjar ferðir upp í slag undan hesum dystinum. Men tær prógvaðu so ruddiliga, at tað var ikki ber tilvild, at bæði Neistin, Kyndil og VB av álvara fingu sveittan fram, tá tey spældu móti StÍF. Hesa ferð var tó eingin ivi. StÍF hevur kanska sveiggjað nakað nógv í einstøku dystunum, sum eru taptir, men vánaligu løturnar vórðu hesa ferð hildnar niðri á einum minimum. Og so var ikki stórt, sum VÍF fekk gjørt. Snøgt sagt, so var styrkismunurin millum, liðini ov stórur, og við blómandi sjálvsáliti kundu tær á heimaliðnum so ruddiliga spæla seg til sigurin, sum endaliga staðfesti, at tær eisini eru partur av fremstu føroysku hondbóltsrøðini í 2008/09. StÍF-VÍF 27-17 (15-9) 10 min: 7-2 20 min: 12-5 40 min: 18-14 50 min: 23-15 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 6(1), Signhild Petersen 5, Ninna K. Johansen 5(1), Fríðrún Danielsen 4, Súnfríð Johansen 4, Bára B. Danielsen 2, Rósa Johannesen 1 VÍF: Liljan Djurhuus 4, Fríða Marjunardóttir 3(1), Tórgunn Johansen 3, Ioana Rapa 3, Heidi Joensen 2, Rannvá á Rógvu 1, Elisa Leo 1 Brotskøst: StÍF 3, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 1, VÍF 2 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA StÍF-VÍF 27-17 (15-9): So er VÍF niðri