Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 44 - 3. mars 2008 ] Enn eru tað trý lið, ið hava ein teoretiskan møguleika at gerast FM-vinnarar í bestu mannligu flogbólts- deildini, og eru tað bert Fleyr, ið er dragnað so mikið, at teimum ikki fer at eydnast, at náa tindinum í ár FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Um vikuskiftið var eittans dystur í bestu flogbólts­ deildini hjá monnum, og var tað í Sørvági, har SÍ hevði vitjan av havna­ monnum úr Fleyr. SÍ hevur FM­heitið at stríðast fyri, og hjá Fleyr, er talan hinvegin ikki um serliga nógv at spæla fyri. Hendan sannroynd setti, eftir øllum at døma, sín ser­ staka dám á dystin í Sørvági. SÍ legði frá landi fullari ferð, og vóru betra liðið allan dystin á tamb. Manglandi motivatión Fleyr manglaðu neyðuga yvirskotið, teir millum annað vístu í fyrsta dysti­ num í aðru helvt av kapp­ ingini, tá teir megnaðu at vinna móti SÍ í Havn. Hjalmar Joensen, ið er kendur innan føroyska flog­ bóltsheimin, har hann mill­ um annað í mong ár hevur spælt við Nøvuni av Oyra­ bakka, og so í seinastuni í Fleyr í Havn, metir, at um Fleyr liðið ikki spælur upp til sítt besta, so megna teir ikki at knúgva SÍ, og tað gjørdu teir so heldur ikki. ­ Megna vit ikki at fáa alt at virka til fulnar, so gerst ein dystur móti SÍ, sera trupul, tí teir straffa okkum alt fyri eitt, so mikið góðir eru teir. ­ Eg vil siga, at avgjørt betra liðið vann í dag, sigur rutineraði Hjalmar Joensen, ið leggur afturat, at Fleyr hevði trupult við at seta leikararnar upp til dystin, orsakað av at so lítið var at spæla um. Teir ungu royna seg væl ­ Vit høvdu ein bert 16­ára gamlan leikara við í hópinum í Sørvági, og hann royndist sera góður, sigur Hjalmar Joensen, ið gleðist yvir at teir ungu standa klárir at taka við. Bjarki Enni, ið hevur røtur av Tvøroyri, spældi sambært Hjalmari, ein rimmar dyst, og nógv er sum skilst í væntu frá evnaríka ungling­ inum, ið fekk alla spæli­ tíðina, á fyrsta sinni. Favorittarnar vunnu Hjá kvinnunum var talan um tríggjar dystir, har tað altíð fór at gerast trupult hjá TB, KÍF og Fleyr, og so var. TB vitjaðu í Sørvági, og har vóru tær blástar um koll, tá tær ikki fingu nakað sum eitur, at hanga saman. Sigast skal tó, at unga TB­ liðið noyddist at møta upp nakað skert, og tað er orsak­ að av hinum vetrarítróttun­ um, og ymsum øðrum viðurskiftum. Hóast TB var skert, skal onki takast frá FM kandi­ datunum úr SÍ, ið við einum av greiðastu sigrunum í ár, knústu TB um suðuroy­ arfjørð aftur við settúrslit­ unum 25­05, 25­09 og 25­ 21. Sum síðsta sett eisini vísir, kom TB væl betur við í triðja setti, men tó ikki meira enn næstbest. Við sigrinum halda SÍ­ kvinnurnar stríðnum um FM víðopnum, og nú tykist at dysturin í høllini á Kambsdali, millum ÍF og SÍ, fer at vera avgerandi fyri hvønn veg FM­heitið fer í ár. Annars kann nevnast, at ÍF eisini gjørdu sína skyldu um vikuskiftið, tá tær vunnu í Kollafirði, meðan Mjølnir vanní Klaksvík móti botnproppinum Fleyr. Fleyr liðið vinnur onki FM-heiti í ár, men teir hava vunnið sær týdningarmiklar royndir, og siga seg koma sterkt aftur í næsta kappingarári. Longu í ár hava teir roynt fleiri nýggjar ungar leikarar, og framgongdin er sjónlig. FM-heitið er annars heilt opið enn, tí onki er avgjørt enn SÍ-kvinnurnar knúskaðu TB av, og seinasti dysturin í høllini á Kambsdali móti ÍF, sær út til at fara at avgera FM-heitið, eins og tað gjørdi í síðsta kappingarári Onki avgjørt enn Úrslitini um vikuskiftið: Flogbóltur: Meistaradeild, Kvinnur KÍF-ÍF 1-3 (21-25, 25-20, 24-26, 14-25) Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-17, 25-17, 25-18) SÍ-TB 3-0 (25-5, 25-9, 25-21) Meistaradeild, Menn SÍ-Fleyr 3-0 (25-14, 26-24, 25-22) FAKTA Holst skoraði í Turkalandi Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst er saman við liðfeløgunum í Lyngby á venjingarlegu í Turka­ landi í hesum døum. Lyngby skal venja og spæla venjingar­ dystir har. Liðið hevur spælt ein venjingardyst, og hann var ímóti russiska liðnum FC Ural. Dysturin endaði við javn­ leiki 1­1. Christian Lamhauge Holst spældi við í fyrra hálv­ leiki og skoraði málið hjá Lyngby. Owen biður um umbering Enska felagið Newcastle er í kreppu, og hóast liðið hevur skift venjara er lítil broyting at hóma. Um vikuskiftið tapti Newcastle 1­ 0, hóast liðið stóð seg væl og hevði nógvar málkjansir. Enski lands­ liðsspælarin Michael Owen misnýtti fleiri góð tilboð, og tað var hann keddur um eftir dystin. Í skiftingarrúminum segði hann við viðspælararnar, at hann skuldi havt skorað, og hann bæð um umbering fyri, at hann ikki fekk nakað mál.