Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 3. mars 2008 23 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Læknaskrivari Á Medisinska deplinum er eitt farloyvisstarv sum læknaskrivari fulla tíð leyst at søkja til setan 1. apríl 2008 til og við 31. mars 2009 ella eftir avtalu. Førleikakrøv • útbúgving sum læknaskrivari • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, lokal 6103. Umsóknarfreistin er 12. mars 2008 kl. 12.00 KT-starvsfólk Vilt tú verða við til at menna eitt tað størsta KT-økið í Føroyum, hevur tú nú møguleika fyri at søkja starv sum KT- starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, har tað ongantíð er keðiligt at vera… Landssjúkrahúsið hevur eitt av størstu KT-kervunum í landinum við gott 400 brúkarum. Áhaldandi menning innan fakskipanir setir sera høg krøv til KT- starvsfólkini, har heilsustarvsfólkini verða sera bundin av atkomuligheitini til hesar fakskipanir, so sum talgild heilsuskipan (THS), talgild røntgen- og rannsóknarstovuskipan, v.fl. Starvið sum KT-starvsfólk er eitt áhugavert starv, har tú kemur at ávirka arbeiðsdagin hjá nógvum heilsu- starvsfólkum – eitt starv, har samskifti við starvsfelagar er ein týðandi eginleiki. Uppgávur hjá KT-starvsfólkunum eru, m.a.: • at veita telduhjálp • at viðlíkahalda kervisdokumentatiónina • uppsetan av teldum og veita nærsupport til t.d. heilsustarvsfólkini • fyrifallandi KT-uppgávur • kervisuppgávur Førleikakrøv: • viðkomandi útbúgving og royndir innan KT • nærlagdur • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og spennandi starv • møguleikar fyri førleikamenning t.d. innan kervisumsiting • eitt sera mennandi starv Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við John Eli Joensen, KT-leiðara, tlf. 304500, lokal 1030, jeje@lsh.fo ella til Inga Mittún Jacobsen, Fyrisitingarleiðara, tlf. 304586, imj@lsh.fo Umsóknarfreistin er 17. mars 2008 kl. 12.00 Starvsfólk til Fíggjardeildina Á Fíggjardeildini er eitt fulltíðarstarv sum roknskaparfólk leyst at søkja til setan frá 1. apríl 2008. Vit rokna við, at tú hevur royndir innan skrivstovuarbeiði, hevur viðkomandi útbúgving ella starvsroyndir, er íðin og hevur áræði og góð samstarvsevni. Starvið umfatar alt vanligt bókhalds- arbeiði, herundir kontering og av- stemman v.m. Kunnleiki til fíggjarskipan landsins, og royndir frá bókhaldsarbeiði er ein fyrimunur. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Inga Mittún Jacobsen, fyrisitingarleiðara, tlf. 304586 ella á imj@lsh.fo Umsóknarfreistin er 17. mars 2008 kl. 12.00 Ljósmøður Ì Ljósmøðratænastuni eru 2 fulltíðar farloyvisstørv sum ljósmóðir leys at søkja til setan: • 1. mai 2008 til og við 31. juli 2009 • 16. juni 2008 til og við 31. desember 2008, møguliga longri Førleikakrøv • prógv og góðkenning sum ljósmóðir • starvsroyndir innan viðgongu, føðing og barsilstíð • fleksibul og positiv/ur • hug til tvørfakligt samstarv Meira fæst at vita um starvið við at ringja 304500 til Eyðfríð L. Jacobsen, leiðandi ljósmóðir, lokal 5301, lseydja@ ls.fo ella til Anniku Hoydal, deildarleiðara lokal 5303, lsannho@ls.fo Umsóknarfreistin er 25. mars 2008 Radiografar/Røntgensjúkrarøktarfrøðingar sum avloysarar Á Røntgendeildini er eitt avloysarastarv vegna barnsburð leyst at søkja til setan 1. juni 2008 til og við 28. februar 2009 ella eftir avtalu. Talan er um eitt full- tíðarstarv við tilkallivakt frá heimi, kvøld/ nátt og vikuskifti. Eisini søkja vit eftir summarfrítíðaravloys- arum í tíðarskeiðinum 1. juni 2008 til og við 31. august 2008 á starvsbrøki 1,0. Á Røntgendeildini verða umframt vanligar konventionellar kanningar gjørdar: • mammografi • CT-skanningar • ultraljóðkanningar • MR-skanningar Førleikakrøv • prógv og góðkenning sum radio- grafur/røntgensjúkrarøktarfrøðingur • góð samstarvsevni • fakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv Nærri fæst at vita um starvið við at ringja 304500 til Ragnu Reinert, deildarleiðara, lokal 5507, lsragre@ls.fo Umsóknarfreistin er 11. apríl 2008 Onnur leys størv á Landssjúkrahúsinum (sí meira á www.lsh.fo) Heilsurøktarar og Sjúkrarøktar- frøðingar til E2 (endurlýsing) Umsóknarfreistin er 3. mars 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til B7 Umsóknarfreistin er 3. mars 2008 kl. 12.00 Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin (endurlýsing) Umsóknarfreistin er 10. mars 2008 Yvirlækni til Røntgendeildina Umsóknarfreistin er 17. mars 2008