Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 44 - 3. mars 2008 ] Við 1-1 javnleikinum móti »The Villains«, mistu Arsenal enn tvey týdningarmikil stig í stríðnum um meistaraheitið í ensku Premier League. Manchester United, Chelsea og Liverpool gjørdu sína skyldu, tá tey vunnu móti ávíkavist Fulham, West Ham og Bolton FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Arsenal høvdu fyri tveimum vikum síðan, ein mun niður til argastu kappingarneyt­ arnar áljóðandi fimm stig, men við tveimum javn­ leikum móti minni góðum liðum, hava teir nú bert ein mun áljóðandi eitt stig. Bendtner bjargaði »The Gunners« Langt inni í yvirtíðini, eydn­ aðist tað Nicklas Bendtner at javna fyri Arsenal, ið vóru so óhepnir at gera sjálvmál í fyrsta hálvleiki. Phillip Senderos var tann óhepni, ið beindi einum innleggi, í egið mál, longu eftir 27 minuttum. Bendtner var innskiftur, og hann takkaði fyri vísta álitið, og vann Arsenal eitt sera týdningarmikið stig. Hvíld til Ronaldo og Rooney Hóast Sir Alex Ferguson hevði valt at hvíla Cristiano Ronaldo og Wayne Rooney, undan týdningarmikla dyst­ inum móti Lyon í Champ­ ions League, megnaðu hinir Reyðu Djevlarnar, láturliga lætt, at niðurspæla Fulham, ið ikki imponera. Teir eru næstniðastir í deildini, og hava tapt eina rúgvu av dystum á rað, so sjálvsálitið hjá teimum er alt annað enn gott í løtuni. Owen Hargreaves var ein av leikarunum á United miðvøllinum, og hann er kanska ikki so væl kendur sum málskjútti, men tann leiklutin slapp hann at royna seg í móti Fulham. Tá 15 minuttir vóru spældir fekk United fríspark, og tað setti Hargreaves væl í net­ meskurnar. Hetta er fyrsta mál hansara fyri United, síðan skiftið til Onglands, frá Bayern München í fjør. Hini bæði málini í 3­0 sigrinum skoraðu Ji­Sung Park, og so eitt sjálvmál frá Simon Davies. Stríð um fjórða pláss Liverpool liðini, Liverpool og Everton, vunnu bæði sínar dystir um vikuskiftið, og í báðum førum var talan um 3­1 sigrar. Liðini, ið vóru fyri tapi vóru ávíkavíst Bolton og Portsmouth. Liverpool byrjaðu nógv betur, tá teir vóru á vitjan hjá Bolton, og tá bert 12 minuttir vóru spældir, fingu Liverpool og Steven Gerr­ ard eina hjálpandi hond frá Jussi Jääskelainen í Bolton málinum, tá hesin onkurs­ vegna misti bóltin, ið so hoppaði spakuliga inn í málið. Eitt sera undarligt sjálvmál, ið er vert at síggja aftur. Hini málini hjá Liverpool skoraðu Ryan Babel og Fabio Aurelio, meðan Tamir Cohen opnaði sína mál­ konto fyri Bolton. Fyri Everton var tað, sum ikki einaferð, Yakubu Aiyegbeni, ið opnaði mál­ veitsluna, og móti endanum fekk hann eitt mál afturat. Tim Cahill skoraði næsta málið fyri Everton. Málið hjá Portsmouth skoraði Jermaine Defoe, ið nú hev­ ur skorað trý mál í fýra dystum fyri liðið hjá Harry Redknapp, ið annars hevði føðingardag sunnudagin. Everton eru nú á 53 stigum, og Liverpool hevur 50 stig, men eisini ein dyst á láni. So hvussu leikur fer at gangast, er ikki gott at vita, men spennandi er tað í øllum førum. Chelsea jakstra oddaliðini Við einum 4­0 sigri heldur Chelsea enn eitt trýst á oddaliðini bæði, og sambært liðskipara teirra, John Terry, trúgva teir enn uppá at tað fer at eydnast teimum at vinna meistaraheitið. Mál­ ini hjá Chelsea skutu Frank Lampard, Joe Cole, Michael Ballack og Ashley Cole. Harafturat má nevnast, at Lampard fekk reytt kort í dystinum, og tað ætla Chelsea, staðiliga at heita á enska fótbóltssambandið (F.A.), um at taka karan­ tenuna aftur. Tí hann er ein sera týdningarmikil leikari. Nicklas Bendtner bjargaði Arsenal eitt sera týdningarmikið stig í oddastríðnum, og eru teir nú á 65 stigum, meðan United eru á 64 stigum. Stigið kann fáa avgerandi týdning í oddastríðnum, nú tað styttist móti endanum Nú er bert eitt stig á muni Úrslitini um vikuskiftið: Arsenal-Aston Villa 1-1 (Bendtner – s.m.) Birmingham-Tottenham 4-1 (Larsson, Forssell 3 - Jenas) Bolton-Liverpool 1-3 (Cohen – s.m., Babel, Aurelio) Derby-Sunderland 0-0 (Ongi mál) Everton-Portsmouth 3-1 (Yakubu 2, Cahill - Defoe) Fulham-Man. Utd. 0-3 (Hargreaves, Park, s.m.) Man. City-Wigan 0-0 (Ongi mál) Middlesbrough-Reading 0-1 (James Harper) Newcastle-Blackburn 0-1 (Matthew Derbyshire) West Ham-Chelsea 0-4 (Lampard, J.Cole, Ballack, A.Cole) FAKTA Jón Rói uttanfyri Jón Rói Jacobsen var ikki á vøllinum, tá ið AaB spældi seinasta venjingardystin á ferðini til La Manga í Spania. Dysturin var ímóti norska felagnum Odd Grenland, og hann endaði málleysur. AaB stillaði við sterkari manning og skifti bara tveir spælarar út. Jón Rói Jacobsen, sum annars spældi við í undanfarnu venjingardystum hjá AaB, slapp ikki upp í part í hesum dystinum. Wenger finnist at dómarum Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, heldur, at dómararnir eru í so harðir við hansara spælarar. ­ Seinastu trý árini hava vit gjørt fægst fríspark i kappingini, men vit verða revsaðir harðari enn onnur lið. Fyri hvørji fýra fríspark, sum vit gera, fáa vit eitt gult kort, meðan onnur lið gera upp í 9 fríspørk fyri hvørt gult kort, sigur Wenger, sum hevur nærlisið hagtølini. Onkur viðmerkjari sigur, at Wenger brúkar skeiv tøl. Steven Gerrard er kendur fyri at megna at skora ótrúliga vøkur langskotsmál, men um vikuskiftið var tað ikki orsakað av einum ótrúligum skoti. Heldur var tað finski málverjin Jussi Jääskelainen, ið kloddaði bóltin inn um mállinjuna. Í øllum førum átti eitt so mikið veikt skot, ikki at farið í mál. Men tað leggja teir í Liverpool ikki petti í