Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Klaksvíkar kommuna átti at kanna møgu- leikarnar fyri at byggja nýggja svimji- høll í Klaksvík, heldur høvuðsvenj- arin hjá svimji- felagnum Ægir. UMVÆLINGAR Eyðun Klakstein Klaksvík: Høvuðsvenjarin hjá svimjifelagnum Ægir heldur, at Klaksvíkar kommuna átti at kanna møguleikarnar fyri at byggja eina nýggja svimji- høll, nú umvælingarnar av gomlu høllini blíva nógv dýrari enn roknað varð við. – Tað átti at verið sjálv- sagt, at kommunan kann- aði, hvat ein nýggj svimji- høll kundi byggjast fyri, og um tað hevði loyst seg betri í longdini at bygt eina nýggja høll, heldur enn at umvæla núverandi svimji- høll, sigur Søren Olsen. Svimjihøllin í Klaksvík er í vánaligum standi, og hon skal umvælast fyri stór milliónaupphædd. Fyrsti parturin av arbeiðnum skal setast í gongd beinanvegin, men eftir at tilboðini komu inn, vísti tað seg, at kostn- aðarmetingin fyri arbeiði als ikki helt. Tí er líkt til, at um- vælingararbeiðið verður munandi dýrari enn roknað varð við. Altjóða kappingar Høvuðsvenjarin hjá Ægir heldur, at ein nýggj høll við 50 metra hyli hevði skapt stórar møguleikar hjá svimjingini í Klaksvík og í Føroyum sum heild. – Tá kundu vit fyri fyrstu ferð farið at hugsa um at havt altjóða svimjikapping- ar í Føroyum. Norður- lendsku kappingarnar hava verið í øllum londunum uttan um okkum, men ikki í Føroyum, tí her er eingin 50 metra hylur, sigur Søren Olsen. – Somuleiðis kundi tú ment føroyska svimjing nógv meiri, tí venjing og kapping í 50 metra hylum hevði havt stór framstig við sær. Tríggir 25 metra langir hyljar eru í Føroyum – í Havn, Klaksvík og Vági – men í altjóða kappingum verða 50 metra hyljar nýttir. – Nú verður svimjihøllin í Klaksvík umvæld, og vit fegnast um, at vit fáa eina høll, sum verður í betri standi, men áðrenn stórar milliónaupphæddir verða brúktir til at umvæla gomlu høllina fyri, átti tað at verið kannað nærri, um tað hevði loyst seg betur at bygt eina nýggja svimjihøll í Klaks- vík, heldur Søren Olsen. Øll atgongumerkini til Norðoyastevnu- teitið hava verið rivin burtur hesa vikuna. Sýningarnar halda fram Tað gongur strúkandi við Norðoyastevnuteitinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur verið á palli síðani hósdagin í farnu viku. Sera nógv fólk hava verið til sýninginar, og alla hesa vikuna hevur verið útselt. Hetta ger, at sýningarnar halda fram komandi dagar- nar. Norðoyastevnuteitið er afturvendandi skemt, har millum annað lokalir pers- ónar fáa okkurt skotið. Í ár eru hesi skot eftir øllum at døma beinrakin, tí nógv fólk vilja sleppa til sýning- arnar. Klaksvíkar Sjónleikar- felag stendur fyri Norðoya- stevnuteitinum, sum verður sýnt í mentanarhúsinum Atlantis. ek Áttu at kanna møguleikan fyri nýggjari svimjihøll Tøkk Eg vil hervið hjartaliga takka fyri sýndan heiður á 80 ára degi mínum. Takk fyri vitj- anir, uppringingar, blómur og telegramm. Stóra tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl til. Heilsan Svenning Olsen – Klaksvíkar kommuna átti at kanna, um tað hevði loyst seg betri í longdini at bygt eina nýggja høll, heldur enn at umvæla núverandi svimjihøll fyri nógvar milliónir, sigur Søren Olsen, venjari hjá Ægir Nógv fólk til teitið 2 Nr. 113 - 16. juni 2001 Nr. 113 - 16. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Sosialurin - 311820 Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Stóra bringu ella lítla? Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. C M Y K 3 2