Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 113 - 16. juni 2001 Nr. 113 - 16. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Julian Johnsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við enska 3. deildarfelagið Hull City. Julian gevst nú í Sogndal og fer at royna seg í Onglandi. Nýggi sáttmálin er nógv betri enn tann, Julian hevði í Sogndal FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Hósdagin fór føroyski landsliðsleikarin Julian Johnsson undir ein nýggjan kapittul á yrkisleið síni. Julian skrivaði tá undir við enska felagið Hull City. – England er meira spennandi enn Noreg, tí tað er her tað hendir. Hull City er eitt stór felag við stórum framtíðarætlanum, og tí er hetta ómetaliga spennandi hjá mær, sigur Julian Johnson við Sosialin. Julian dylur ikki fyri, at hesin nýggi sáttmálin er nógv betri enn tann gamli í Sogndal, og tað var sjálvsagt ein av orsøkunum til, at hann valdi at fara til Hull. Spælarin kann tí frøa seg um eina munandi lønarhækkan, nú hann fer til Hull at spæla. Umframt lønarhækkan fekk Julian eisini eina eingangs upphædd fyri at skriva undir. – Umstøðurnar í Hull eru fantastiskar, og vøllurin er sum eitt teppi. Harafturat eru nógvir áskoðarar til heimadystirnar. Hetta er eitt felag við stórum framtíðarætlanum, og tí er tað spennandi at koma til felagið, sigur nýklakti Hull spælarin. Julian skal byrja í nýggja felagnum 4. juli, men tann 2. juli skal hann standa ta kropsligu royndina, áðrenn sáttmálin endaliga kemur í gildi. Inntil tá spælir hann við Sogndal, men hann má ansa eftir ikki at fáa nakrar skaða. Julian er ógvuliga fegin um hetta skiftið til Onglands, tí tað er her hann altíð hevur viljað spælt. Julian hevur fyrr verið til royndarvenjingar í bæði Bradford í Englandi og Empoli í Italia, men einki spurdist burturúr hesum. – Eg havi frætt, at tað er harður kropsligur fótbóltur, ið verður spældur í ensku 3. deild, og tað hóskar sera væl til mín spælihátt, sigur Julian. Sáttmálin gekk út Julian sjálvur hevur ikki loyvi at siga nakað um fíggjarligu viðurskiftini, men hann varð seldur úr Sogndal fyri 50.000 ensk pund. Hetta er umleið 600.000 krónur í føroyskum gjaldoyra. Sáttmálin hjá Julian við Sogndal gekk út í oktober í ár, og tí kann Julian samráðast við annað felag uttan loyvi frá Sogndal. Hetta er eisini orsøkin til, at hann ikki kostaði enska felagnum so nógv. Julian fekk tilboð frá Sogndal um nýggjan sáttmála í vetur, men hann vildi ikki skriva undir, tí hann vildi antin heim til Føroyar ella víðari til annað felag. Hann greiðir frá, at hann kendi seg útifrysta í Sogndal, og tí var tíðin komin at fara víðari. Julian byrjaði í Sogndal á sumri í 1999, tá hann kom úr Kongsvinger. Stórt felag Hóast Hull spælir í fjórðbestu ensku deildini, so er felagið stórt. Felagið hevur ein stóran íleggjara, sum sprænir pening í felagið. Hann eitur Adam Pearson, og hann er ógvuliga fegin um at fáa Julian til Hull. Á heimasíðuni teamtalk.com sigur hann um Julian, at hann hevur nógvar royndir úr altjóða fótbólti, og at hann bara ein 25 ára gamal. – Júst tað slagið av spælara, sum vit vildu hava, sigur Adam Pearson, ið er formaður í Hull. Venjarin hjá Hull er tann navnframi Brian Little, sum áður hevur verið venjari hjá bæði Leicester og Aston Villa í ensku Premier League. Julian gleðir seg nógv til at arbeiða við einum so royndum og kendum venjara. Umframt Julian hevur Hull keypt fleiri aðrar spælarar, sum skulu vera við til at vinna felagnum uppflyting. – Vit vóru samdir um at gera ein tvey ára sáttmála, har eg havi møguleika at samráðast um tað triðja eftir egnum ynski, sigur Julian. Julian greiðir frá, at eini 28 spælarar eru í hópinum, og tí kann tað ganga skjótt báðar vegir hjá honum. Tískil er tað ein fyrimunur ikki at hava ov langan sáttmála. Kendasti spælarin er óivað Mark Atkins, ið vann ensku Premier League við Blackburn Rovers í 1995. Leikvøllurin tekur 15.000 áskoðarar, og til spennandi dystir, er tað mangan fullsett. – Nú koyri eg á, og so fái eg at síggja, hvat hendir, sigur Julian at enda. Julian roynir nýggjar leiðir: Fer til Hull City Julian Johnsson hevur gjørt sáttmála við Hull City, ið spælir í ensku 3. deild. Felagið er stórt og hevur stórar ætlanir Mynd: Álvur Haraldsen Føroyski landsliðsspælarin er spentur um skiftið, og hann gleðir seg at arbeiða undir so navnframum venjara sum Brian Little Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4 Fíggjarstøða AKTIV 31.12.2000 01.01.2000 Íløguaktiv Fastogn 7.964.801 7.977.981 Fíggjaríløgur Partabrøv 154.063.694 90.798.258 Lánsbrøv 849.092.724 707.131.190 Útlán 56.903.602 183.690.729 Innlán 109.957.737 75.303.360 Fíggjaríløgur tilsamans 1.170.017.757 1.056.923.537 Íløguaktiv tilsamans 1.177.982.558 1.064.901.517 Áogn Áogn hjá tryggingartakarum 7.551.052 2.128.922 Áogn hjá tryggingarfeløgum 3.783.144 1.818.373 Onnur áogn 1.488.124 1.909.094 Áogn tilsamans 12.822.320 5.856.390 Onnur aktiv Innbúgv, edv-útgerð, akfør v.m. 6.092.593 6.338.504 Onnur aktiv tilsamans 6.092.593 6.338.504 Tíðaravmarkingar Renta tilgóðar 12.899.581 12.210.558 Tíðaravmarkingar tilsamans 12.899.581 12.210.558 AKTIV TILSAMANS 1.209.797.055 1.089.306.970 PASSIV 31.12.2000 01.01.2000 Eginogn Partapeningur 500.000 500.000 Tiltaksgrunnur 56.518.713 56.518.713 Rakstrarúrslit 4.521.497 0 Eginogn tilsamans 61.540.211 57.018.713 Tryggingartekniskar avsetingar Lívstryggingartekniskar avsetingar Bruttoavsetingar 1.048.882.259 947.993.911 Endurtryggjarans partur -1.392.551 -12.794.354 Lívstryggingartekniskar avsetingar netto 1.047.489.708 935.199.557 Tiltaksviðurgjald 2.160.824 3.195.160 Avsett til bonusútjavning 91.241.330 88.843.350 Tryggingartekniskar avsetingar netto 1.140.891.862 1.027.238.067 Skuld Skuld til tryggingarfeløg 8.472 344.171 Frammanundan goldin tryggingargjøld 5.022.349 2.446.726 Onnur skuld 2.334.162 2.259.292 Skuld, tilsamans 7.364.983 5.050.188 PASSIV TILSAMANS 1.209.797.055 1.089.306.970 Rakstrarroknskapur 1. januar - 31. desember 2000 1999 Tryggingargjøld Tryggingargjøld, brutto 115.595.225 104.552.557 Endurtryggingargjøld -4.467.831 -7.123.885 Tryggingargjøld netto 111.127.394 97.428.672 Inntøkur av íløguaktivum Fastogn 691.800 663.683 Rentur og vinningsbýti v.m. 58.921.115 56.055.774 Inntøkur av íløguaktivum tilsamans 59.612.915 56.719.458 Kursregulering virðisbrøv og afturførdar avsetingar -160.460 13.000.000 Inntøkur av íløguaktivum tilsamans 59. 452.455 69.719.458 Tryggingarveitingar Útgoldnar veitingar -37.266.034 -31.087.612 Endurtryggingaranna partur 11.182.026 3.457.034 Tryggingarveitingar netto -26.084.008 -27.630.588 Tryggingartekniskar avsetingar Hækking í lívstryggingartekniskum avsetingum brutto -105.993.149 -114.804.966 Broyting í endurtryggarans parti -11.401.803 2.351.355 Hækking av tryggingartekniskum avsetingum netto -117.394.952 -112.453.611 Lagt í bonusútjavningargrunn -2.436.555 -7.031.339 Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi Nýtekningarútreiðslur -353.397 -381.286 Fyrisitingarútreiðslur -4.126.482 -3.702.959 Løn, eftirløn og ómaksløn -7.339.473 -6.776.927 Avskrivingar EDV-tól og innbúgv -3.472.192 -2.354.244 Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi tilsamans -15.291.544 -13.215.415 Útreiðslur av íløguaktivum Fyrisitingarútreiðslur -3.347.413 -1.923.445 Rentuútreiðslur 0 -170.679 Avskrivingar uppá fastogn og skuldarar v.m. -151.891 -179.048 Rakstur av fastogn -668.574 --506.182 Útreiðslur av íløguaktivum tilsamans -4.167.878 -2.779.354 Fluttar íløguinntøkur (-) -2.908.513 -3.561.475 ÚRSLIT AV TRYGGINGARVIRKSEMI 2.296.399 476.347 Fluttar íløguinntøkur (+) 2.908.513 3.561.475 Aðrar vanligar inntøkur 94.413 26.175 ÚRSLIT ÁÐRENN ÓVANLIGT ER TIKIÐ VIÐ 5.299.325 4.063.998 Óvanligar útreiðslur -238.925 -398.183 ÚRSLIT ÁÐRENN SKATT OG AVGJALD 5.060.400 3.665.815 Skattir og avgjøld -538.903 -577.507 RAKSTRARÚRSLIT 4.521.497 3.088.308 Í rakstrarroknskapinum eru samanberingartøl fyri stovnin Føroya Lívstrygging. Í figgjarstøðuni eru samanberingartøl frá byrjunarfiggjarstøðuni hjá partafelagum. stephanssons hús 314291 2000 R O K N S K A P U R P / F F Ø R O Y A L Í V S T R Y G G I N G Úrdráttur úr roknskapi hjá P/F FØROYA LÍVSTRYGGING Quillinsgarður, 100 Tórshavn, tlf. 31 11 11 Tórshavn, tann 1. juni 2001 P/F Grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe, P/F INPACT Statsaut. statsaut.revisorar Grannskoðarafelag Jógvan Amonsson Klaus Rasmussen statsaut.revisor statsaut.revisor Eilif Petersen Joen Magnus Lamhauge reg.revisor reg.revisor Tórshavn, tann 1. juni 2001 Stjórn Tummas Eliasen, stjóri Nevnd Poul Hansen, nevndarformaður Súsanna Sørensen, næstformaður Gunnar Holm-Jacobsen Eyðbjørg Kass Allan T. Skaalum GRANNSKOÐANARÁTEKNING Vit hava grannskoðað ársroknskapin hjá P/F FØROYA LÍVSTRYGGING fyri árið 2000, sum leiðslan hevur sett upp. Útinningin av grannskoðanini Í samsvari við alment viðurkendar grannskoðanarmegin- reglur hava vit lagt til rættis og útint grannskoðanina við atliti at fáa grundaða sannføring um, at í ársroknskapinum eru ikki týðandi skeivleikar ella brek. Undir grannskoð- anini hava vit, eftir meting um týdning og risiko, kannað grundarlagið og sannanina viðvíkjandi teimum upphædd- um og øðrum upplýsingum, sum standa í ársroknskap- inum. Vit hava samstundis tikið støðu til tann roknskapar- hátt og tær roknskaparligu metingarnar, sum leiðslan hev- ur valt. Eisini hava vit mett um, hvørt upplýsingarnar í roknskapinum sum heild eru nøktandi. Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til nakað fyrivarni. Niðurstøða Tað er okkara fatan, at ársroknskapurin er greiddur í sam- svari við tey krøv, ið lóggávan setur roknskaparhaldi, og at hann gevur rættvisandi mynd av stovnsins ognum og skyldum, figgjarligu støðuni og rakstrarúrslitinum. Føroyingur gevur teknirøð út í Kanada 13 ára gamli føroy- ingurin Thor Ulvedal Simonsen, sum býr í Kanada, hevur givið eina teknirøð út, ið hann sjálvur hevur teknað og lagt til rættis. Thor býr í Nunavut í Kanada, sum er tann norðari parturin, har upp- runafólkið ella eski- moarar búgva TEKNIRØÐ Stefan í Skorini Teknirøðin hjá Thor ber heitið Paper Boy. Hon snýr seg um ein drong, ið ber bløð út í grannalagnum, og lív hansara. Thor hevur eitt gott hugflog, og hann dugir at finna uppá stuttligar røðir. Teknirøðin er ikki ein samanhangandi søga, men er býtt í nógvar smáar røðir, ið spenna yvir eina hálva síðu ella so. Thor sigur, at hann onkuntíð fær íblástur frá sínum egna gerandis- degi og frá ymsum hend- ingum, hann sjálvur upp- livir. – Teknirøðin snýr seg um drongin og gerandisliga lív hansara. Eg tekni eisini um meg sjálvan onkuntíð, og um tær støður eg komi mær úti, ella um vinir mínar, sigur Thor. Thor fór undir at gera teknirøðir fyri tveimum árum síðani, men hann hevur altíð fingist við at tekna. Nú hevur hann so givið sína fyrstu røð út. Hon er á enskum máli, men er merkt av kanadiskum vendingum. Drongurin dylur ikki fyri, at hansara stóra fyrimynd á hesum økinum er Dúnaldur Dunna, sum Carl Barks hevur teknað. Mangt bendir á, at tekni- røðin er væl frágingin. Móðir Thor hevur sett seg í sambandi við Føroya Skúlabókagrunn, sum er áhugaður í at keypa tekni- røðina til undirvísing í enskum á byrjunarstøði. Nú Nunavut fekk heima- stýri hevur landið eisini fingið ein sokallaðan løg- mann. Hann eitur Paul Okalik, og hann hevur skrivað fororðið til tekni- røðina hjá Thor. Løg- maðurin, Okalik, plagdi at ansa eftir Thor, tá hann var yngri. Nunavut Thor býr í Nunavut í Kan- ada.Hesin parturin av Kan- ada liggur har norðuri í landinum og er einar 2 milliónir ferkilometrar til víddar, men har búgvar bara 30.000 fólk í økinum. Nunavut er umleið ein fimtingur av øllum Kanada. Nunavut hevur júst fing- ið heimastýri frá Kanada, og tí er tað ein spennandi tíð at búgva í økinum. Thor er júst nú heima í Føroyum í frítíðini, men tey fara aftur til Nunavut skjótt. Tey búgva í høvuðsstaðn- um, ið eitur Iqaluit, og har búgva eini 5.000 fólk. Thor er sonur Rannva Erlingsdóttir Simonsen, ið er dóttir navnframa tann- læknan Erling Simonsen, sum í fleiri ár røkti tenn hjá skúlabørnum í Tórshavnar kommunu. Rannvá er útbúgvin arki- tekt og arbeiðir í hesum yrkinum. Harumframt fæst hon við design av kópa- skinni og tílíkum. Um summarið plagar familjan at leiga út kajakkir til ferða- fólk. Nú tey fara heimaftur skjótt verður hetta tað fyrsta tey fara undir. Meðan Thor og mamman Rannva hava verið í Før- oyum, hava tey sett seg í samband við Bókasøluna, og væntandi verður tekni- røðin at fáast til keyps til heystar. Teknirøðin er ikki bara væl teknað, men søgurnar eru eisini skemtiligar og beinraknar. Tær kunnu lesast av øllum. Trý ættarlið. Frá vinstru Erling Simonsen, Thor Ulvedal Simonsen við teknirøðini og móðir hansara Rannva Erlingsdóttir Simonsen Mynd: Jens Kr. Vang