leygardagur 16. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 113 - 16. juni 2001
Nr. 113 - 16. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
– Landsverkfrøðing-
urin hevði munnliga
lovað okkum grót,
emn tað grótið hevur
hann síðani latið aðra
kommunu fáa. Nú
royna vit at fáa hann
at halda lyftið, sigur
Jacob Vestergaard,
borgarstjóri
Áki Bertholdsen
Gongur sum ætlað, verður
ein størri og betri havn bygt
í Lopra.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumbiar Komm-
unu, sigur, at í løtuni hevur
kommunan ongi stykki og
ongar møguleikar annars at
bjóða fólki, sum kanska
kundi havt áhuga at farið
undir okkurt virksemi í
Kommununi.
Hann sigur, at kommun-
an hevur heldur ongar um-
sóknir um byggilendi til
vinnuvirki.
– Fyrispurningar hava
kortini verið og vit hava á-
bendingar um, at ávísur á-
hugi er fyri at leggja virk-
semi av onkrum slag í
kommununi.
– Men so leingi ongir
møguleikar
eru,
nyttar
heldur onki at søkja. Tað,
sum ræður um hjá okkum,
er at skapar karmarnar, so
at fortreytirnar fyri virk-
semi eru til staðar, um
onkur skuldi havt áhuga.
Vit noyðast at trúgva upp á
framtíðina og okkara stóri
trupulleiki er, at vit hava ov
lítið
atløgupláss,
sigur
borgarstjórin.
Lopra er í Sumbiar
Kommunu. Og Loprans-
fjørður er samstundis ein-
asta pláss í kommununi,
har tað ber til at fera eina
líkinda havn, tí Sumba er
brimpláss burturav.
–
Hartil
kemur,
at
Lopransfjørður er sera væl-
egnaður til Havn. Tað er
sera djúpt. Longu fyri
endan á grótkastinum er
dýpið 12 metrar.
Borgarstjórin sigur, at
verður so farið út, framvið
Akralandinum, skal heldur
ikki nógv fyllast meiri enn
einar 15 metrar út, so er
dýpið 25 metrar, so tað skal
ikki fyllast nógv út, so hava
vit eina rættiliga djúphavn í
Lopra.
Landsverkfrøðingurin
breyt lyftið
Ein orsøk til, at Sumbiar
Kommuna sá ein gyltan
møguleika at gera havn í
Lopra nú, er, at alt grótið,
sum varð sprongt úr Sumb-
iarbergholinum varð lagt í
Lopransdal.
– Landsverkfrøðingurin
hevur altíð havt tað sið-
venju, at í sambandi við
tunnilsgerðir eigur komm-
unan, sum arbeitt verður í,
eisini
grótið,
sum
er
sprongt burtur.
– Eitt nú er tað Bíggjar
Kommuna, sum nú fær
grótið, verður sprongt burt-
ur úr ætlaða Gásadalsberg-
holinum,
hóast
aðrar
kommunur kundu hugsað
sær tað.
Jacob Vestergaard sigur,
at munnliga hevði Lands-
verkfrøðingurin eisini lov-
að
Sumbiar
Kommunu
grótið, sum liggur í Lopr-
ansdali.
– Men kortini er tað hent,
at
Landsverkfrøðingurin
hevur lovað aðrari komm-
unu
(Vágs
Kommunu.
blm.) grótið.
Sostatt hevur hann brotið
gamla siðvenju og tað góð-
taka vit ikki, serliga ikki, tá
ið hann frammanundan
hevur lovað okkum grótið,
sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at Kommun-
an fer tí at royna at fáa
Landsverkfrøðingin
at
halda gamla siðvenju og
tað lyftið, hann gav komm-
ununi í síni tíð.
–Sjálvsagt
eru
aðrar
kommunu vælkomnar at
biðja Landsverkfrøðingin
um grót, men eg haldi ikki,
at tað er okkara borð. Og
vit halda framvegis, at vit
hava rætt til grótið í
Lopransdali, bæði sambært
siðvenju og sambært munn-
ligari avtalu við Landsverk-
frøðingin.
Røkja okkara
áhugamál
Nú er stutt ímillum bygd-
irnar á Vágsfirði og skjótt
er at koyra. Í Vági er stór
Havn. Hvussu nógvar stór-
ar havnir skulu vera á Vágs-
firði?
–Hatta er ein góður
spurningur, sum eg eisini
ofta havi sett mær sjálvan.
Høvdu kommunurnar verið
lagdar saman, hevði alt
verið so nógv einfaldari.
Men tað eru tær ikki og vit
í bygdaráðnum í Sumbiar
Kommunu eru vald at røkja
áhugamálini hjá Sumbiar
Kommunu og at skapa
neyðugu fortreytirnar hjá
okkum sjálvum, ikki hjá
øðrum kommunum. Og
spyrt tú, hvar á Vágsfirði
tað er skilabest at byggja
havn, kann tað væl vera, at
útslitið av teimum meting-
unum vóru til okkara fyri-
mun, sigur Jacob Vester-
gaard.
–Brimið hevur máað
so nógv burturav, av
verður munadygg
bakkaverja ikki gjørd,
fara tey fyrstu húsini í
havið um ein mans-
aldur
HÚS Í VANDA
Áki Bertholdsen
Hesi seinastu árini er so
nógv máað burturav bakk-
anum í Sumba, at fleiri hús
skjótt verða í vanda fyri at
fara í havið.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumbiar Komm-
unu, sigur, at verður ikki
okkurt munagott gjørt nú
fyri at tryggjað bakkan,
verða tað ikki nógv ár, áðr-
enn tey niðastu húsini eru
farin á sjógv.
Sjálv arbeiðir kommunan
við at tryggja bakkan og
peningur verður settur av til
endamálið á fíggjarætlan-
unum hjá kommununi.
Men kommunan er ikki
fíggjarliga sterk og hon
hevur tí søkt landskassan
um stuðul til at tryggja
bakkan. Enn er onki svar
komið.
Kommunan hevur eisini
søkt fyrr, men tá var um-
sóknin ikki gingin á møti.
Men nú hevur Landsstýrið
givið tilsøgn um at við-
gerða málið einaferð aftur-
at.
Borgarstjórin sigur, at
upphæddin sum skal til fyri
at tryggja bakkan, er lítil.
– Sjálv hevur kommunan
sett 300.000 krónur av í ár.
Høvdu vit fingið somu
upphædd í stuðuli frá
landskassanum, høvdu vit
verið væl fyri, heldur hann.
– Fyri hesa upphæddina
høvdu vit kunna arbeitt í
einar tveir mánaðir um
summarið og hevði ar-
beiðið kunna hildið fram
soleiðis í eini fimm ár,
høvdu sumbingar havt eina
munadygga verja, allan
vegin framvið bakkanum,
sum ongan veg hevði farið.
17 metrar farnir
Jacob Vestergaard sigur, at
trupulleikin av, at ongin
bakkaverja er, skal ikki
undirmetast.
Mátingar vísa, at í støð-
um eru heilir 17 metrar
máðaðir burturav bakkan-
um síðani Sumba varð
matrikkulerað síðst í fimti-
árinum.
–Tá ið so nógv kann
verða máað burturav í bara
40 ár, er tað greitt, at tað
ganga ikki meiri enn 40
áfturat, fyrrenn tey fyrstu
húsini eru farin á sjógv, so
langt niðan undir tey nið-
astu húsini er bakkin nú
komin.
Borgarstjórin sigur, at tað
er rættiliga ójavnt, hvussu
nógv verður matað burtur
um árið.
– Tað veldst alt um,
hvussu árini eru. Síðst í
áttatiárunum og fyrst í níti-
árunum vóru vetrarnir ring-
ir við nógvum ódnum og
nógvum brimi og tað fór
heilt nógv í havið. Men hesi
seinastu árini hevur tað ikki
verið so ringt, tí nú hevur
veðrið verið betri.
Vilja fegin fara undir havnabygging í Lopra
Sumba í ferð við at skola á bláman
– Í Lopransfjørði hevði ligið sera væl fyri at gjørt eina veruliga
djúphavn og tað arbeiðir kommunan við. Trupulleikin er, at
nú hevur Landsverkfrøðingurin latið Vágs Kommunu grótið,
sum hann annars hevði lovað okkum, sigur Jacob Vestergaard,
borgarstjóri
Í Sumba er so nógv máað
burturav Bakkanum, at tað
ganga ikki so øgiliga nógv ár,
so eru tey fyrstu húsini farin
í havið. Mátingar vísa, at
seinstu 40 árini eru 17
metrar mataðir av
Bakkanum í støðum.Tí er
tað alneyðugt at okkurt
verður gjørt, sigur
borgarstjórin
Læraraskúlin er politisk gøla:
Rektarin er ósekur
Politiski myndugleik-
in hevur leingi vitað
av, hvussu nógvan
pening Læraraskúla-
num tørvar í ár. Hetta
prógva skjøl, sum
Sosialurin hevur fing-
ið innlit í. Tórbjørn
Jacobsen segði ósatt
um, at eingin fíggjar-
ætlan var komin frá
Læraraskúlanum, og
Karsten Hansen sigur
ósatt, tá hann sigur
trupulleikan vera
nýggjan fyri honum
LÆRARASKÚLIN
John Johannessen
»Tá fíggjarlógararbeiðið
fór í gongd uppi í Menta-
málastýrinum. Tá var Lær-
araskúlin einasti stovnurin
undir Mentamálastýrinum,
sum ikki lat nakra fíggjar-
ætlan inn fyri 2001.«
Soleiðis
segði
fyrr-
verandi landsstýrismaðurin
í mentamálum í Sjónvarp-
inum týsdagin 12. juni.
Tórbjørn Jacobsen metti
hetta vera orsøkina til, at
Læraraskúlanum brádliga
tørvar pening og ikki kann
taka nakran læraraflokk inn
í ár.
Tórbjørn Jacobsen segði,
at hetta er eitt álvarsamt
mál, og at rektarin fyri Lær-
araskúlan, Pauli Nielsen,
hevur fingið eina ávaring.
Bað um meirjáttan
Men skjøl, sum Sosialurin
hevur fingið innlit í, sýna,
at Pauli Nielsen er ósekur,
og at ábyrgdin í staðin
liggur hjá politiska mynd-
ugleikanum.
Pauli Nielsen hevur latið
inn fíggjarætlan fyri 2001.
Hon er latin inn tveir mán-
aðir ov seint; í september
2000. Men sambært rekt-
aranum á Læraraskúlanum,
er hetta í samráð við
Mentamálastýrið. Sosialur-
in veit eisini, at fyrisitingin
hevði mælt Tórbjørn Jacob-
sen til at hækka karmin við
tí í huga, at Læraraskúla-
num fór at tørva meira
pening.
7. spetember í 2000 fær
Mentamálastýrið fíggjar-
ætlanina frá Læraraskúla-
num. Skúlin sigur seg hava
brúk fyri 675 túsund krón-
um meira fyri ár 2001 enn
fyri árið frammanundan.
Hetta orsakað av øktum
lønarkarmi.
Skúgvað til viks
Fíggjarætlanin frá Lærara-
skúlanum var, sum em-
bætisverkið í Mentamála-
stýrinum hevði roknað við.
Tí skuldi ikki nógv gerast,
áðrenn málið varð latið
landsstýrismanninum, Tór-
bjørn Jacobsen.
Men Tórbjørn Jacobsen
helt ikki, at Læraraskúlin
skuldi fáa meira pening. Tí
boðaði hann Fíggjarmála-
stýrinum frá, at Lærara-
skúlanum tørvaði somu
upphædd sum í 2000.
Hetta gjørdi landsstýris-
maðurin, hóast hann hevði
fingið at vita frá sínum em-
bætisverki, at skúlanum
tørvaði í minsta lagi hálva
millión meira enn í 2000.
Harafturat hevði lands-
stýrismaðurin
longu
á
sumri í 2000 fingið at vita
frá rektaranum á Lærara-
skúlanum, at neyðugt var
við 600.000 krónum eyka
til Læraraskúlan.
Í brævi dagfest 14. juli
2000 boðar Pauli Nielsen
Mentamálastýrinum frá, at
lønarkarmur skúlans ikki
heldur fyri inniverandi ár.
»Samanlagt snýr tað seg
um 600.000,- kr., alt eftir
hvussu umfatandi skeiðs-
virksemið verður. Søkt
verður ikki um hækkaða
játtan. Sjálvt um játtanin er
tepur, so vilja vit húsast
innan fyri givna fíggjar-
karmin fyri árið 2000«,
skrivar
Pauli
Nielsen,
rektari.
Hetta vil siga, at Menta-
málastýrið longu í juli 2000
veit, at Læraraskúlin koyrir
tungt. Men kortini vil
landsstýrismaðurin
ikki
hækka játtanina, eins og
Læraraskúlin biður um í
fíggjarætlanini, og eins og
fyrisiting
hansara
eftir
øllum at døma hevur mælt
honum til.
Karsten sveik
Óbroytta játtanin fyri 2001
ger, at embætisfólkini í
Mentamálastýrinum longu
í februar í ár fara at tosa
um, at tað verður neyðugt
við eykajáttan til Lærara-
skúlan. Eftir samskifti aftur
og fram millum stýrið og
skúlan koma embætisfólk-
ini ásamt um, at rættast er
at mæla landsstýrismannin-
um til at søkja um eyka-
játtan á hálva millión.
Hesaferð tók Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismað-
ur, undir við sínari fyrisit-
ing, og mælti hann tí í skjali
dagfest 12. februar 2001
Karsten Hansen, lands-
stýrismannií fíggjarmálum,
til at seta hálva millión av
til Læraraskúlan á fyrstu
eykajáttanarlógi fyri 2001.
Mentamálastýrið
sigur
soleiðis í grundgevingun-
um til Fíggjarmálastýrið:
»Í verandi skúlaári er á
fyrsta sinni flokkur við full-
um næmingatali á báðum
útbúgvingunum á Føroya
Læraraskúla. Skúlin fær
ikki tikið flokk inn aftur í
summar til báðar útbúgv-
ingarnar, uttan hann fær
eykajáttan. Biðið verður
um
eykajáttan,
kr.
500.000,-, til at halda fram
við neyðuga virseminum á
Føroya Læraraskúla.«
Tórbjørn
Jacobsen
ásannaði sostatt, at játtanin
rakk ikki til tað virksemið,
sum var á skúlanum. Hann
gjørdi hesaferð eftir bókini,
og royndi eftir øllum at
døma at bøta um tað mis-
tak, hann hevði gjørt, tá
hann strikaði hækkanina til
Læraraskúlan í sambandi
við fíggjarlógararbeiðið á
heysti árið fyri.
Men landsstýrismaðurin,
Karsten Hansen, sum er
floksfelagið
hjá
lands-
stýrismanninum í menta-
málum, vildi ikki leggja
hesa játtan fyri tingið. Tá
hansara uppskot kom fyri
tingið, var eykajáttanin til
Læraraskúlan strikað.
Heimildarloysi
Hetta merkir, at landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum við
øllum upplýsingum á borð-
inum hevur sýtt fyri at út-
vega tann pening, ið er
neyðugur fyri, at Lærara-
skúlin kann virka. Lands-
stýrismaðurin hevur sotatt
tilvitað sett Læraraskúlan í
ta støðu, at hann antin má
spreingja sína játtan við at
taka næmingar inn ella
halda játtanina og lata vera
við at taka næmingar inn.
Og tí kann spurnartekin
setast við, um ikki lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um hevur misrøkt sítt em-
bæti.
Karsten Hansen hevur
eisini sýtt fyri, at eitt út-
reiðsluneutralt
fíggjar-
nevndarskjal, sum kann
bjarga
Læraraskúlanum,
skal koma í fíggjarnevnd-
ina.
Avleiðingarnar
eru
í
øllum førum, at fyrrverandi
landsstýrismaðurin
í
mentamálum,
Tórbjørn
Jacobsen, í fyrsta lagi og
Karsten Hansen í øðrum
lagi hava borið so í bandi,
at Læraraskúlin ikki kann
taka næmingar inn í ár.
Og hóast rektarin hevur
gjørt sína skyldu og kunnað
Mentamálastýrið um støð-
una í góðari tíð, er tað
hann, sum alment av polit-
iska
myndugleikanum
verður lagdur undir at mis-
røkja sítt arbeiði.
Skjølini, sum Sosialurin
hevur
fingið
innlit
í,
prógva, at bæði Tórbjørn
Jacobsen
og
Karsten
Hansen hava sagt ósatt í
hesum
máli.
Tórbjørn
hevur sagt ósatt um vant-
andi fíggjaræltanina, og
Karsten Hansen hevur sagt
ósatt, tá hann alment hevur
sagt, at trupulleikin er
nýggjur fyri honum.
Orsøkin til, at Læraraskúlin ikki kann taka inn næmingar í ár er reint politiskt. Rektarin og embætisverkið hava fleiri ferðir í
góðari tíð víst á tørvin á hægri játtan, meðan landsstýrismenninir hava vent deyva oyrað til. Nú geva politikararnir rektaranum
skuldina
Mynd: Jens Kristian Vang
POLITIKKUR & SAMFELAG
C
M
Y
K
7
6
NOKIA 3310
Postordrar
verða
avgreiddir
kr. 1.575,-
Tann nógv eftirspurda
GSM telefonin til tey
ungu er aftur á goymslu