mánadagur 3. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2008
27
tíðindi
Venesuela og Ekvador
hava sent herlið til
kolombiska markið,
eftir at Kolombia
sendi hermenn inn í
Ekvador at myrða ein
kolombiskan uppreist
rarleiðara
Venesuelski forsetin, Hugo
Chávez, segði í gjárkvøldið,
at hann hevði givið herinum
boð um at flyta tíggju stríðs
vognadeildir til kolombiska
markið, tí tað, sum er hent,
kann enda við kríggi, segði
hann.
Eg vóni, at Guð kann
hjálpa okkum, so vit sleppa
undan kríggi, men vit fara
ikki at lata teir gera seg inn
á okkara lendi, segði Chá
vez. Hann segði, at Venesue
la kann als ikki góðtaka, at
Kolombia í síðstu viku sen
di hermenn inn í Ekvador at
myrða Raul Reyes, sum var
ein av oddamonnunum í
vinstrasinnaðu uppreistrar
rørsluni
í
Kolombia,
FARC.
Hetta var ein svikagerð,
segði venesuelski forsetin.
Hugo Chávez er ikki ein
samallur um ta áskoðanina.
Forsetin í Ekvador, Rafael
Corres, segði í gjár, at stigið
hjá kolombisku myndug
leikunum kann á ongan hátt
góðtakast.
Eg havi gjørt av at koyra
kolombiska
sendiharran,
Carlos Holquin, av landin
um alt fyri eitt, samstundis
sum eg havi givið hermegini
við kolombiska markið boð
um at standa tilbúgvin,
segði Rafael Correa.
Myndugleikarnir í Kolom
bia siga seg hava prógv fyri,
at FARC fær hjálp úr Ekvad
or, og at uppreistrarrørslan
hevur havt beinleiðis sam
band við Rafael Correa, for
seta.
Millum ognarlutirnar hjá
Raul Reyes funnu vit tríggj
ar teldur, og í teimum eru
prógv fyri, at Corres hevur
samband við FARC, segði
talsmaðurin hjá kolombiska
forsetanum, Alvaro Uribe, í
gjár.
Stutt Sagt
Gav seg
yvir
Amaro da Costa, sum
sambært myndugleikun
um var millum teirra, sum
royndu at beina fyri teim
um politisku leiðarunum í
EysturTimor, gav seg
yvir til løgregluna í gjár.
Amaro da Costa, sum er
fyrrverandi løgreglumað
ur, hevði tvær byrsur við
sær, tá hann kom á løg
reglustøðina. Fleiri tíð
indafólk vóru hjástødd,
men Amaro da Costa vildi
ikki siga, um tað var hann,
sum særdi José Ramos
Horta, forseta, ella um
hann yvirhøvur er sekur.
Myndugleikarnir siga seg
vera vísar á, at 17 menn
vóru við í álopinum, og at
Amaro da Costa var ein
teirra. Verður hann dømd
ur sekur, kann hann fáa
25 ára fongsul.
Bretar
ljósari
framtíð
Á
landsfundinum
hjá
bretska Labourflokkinum
um vikuskiftið lovaði Gor
don Brown, floksformaður
og forsætisráðharri, bret
um betri umstøður í kom
andi árum. Eygleiðarar
siga, at orðini hava uttan
iva samband við, at í vár
verða týðandi lokalval
nógvastaðni í Onglandi
og í Wales. Í røðuni á
landsfundinum segði Gor
don Brown, at stjórn han
sara fer at leggja dent á at
menna skúlaverkið, og
hann lovaði, at innan árs
lok 2010 verða 320 fólka
skúlar bygdir ella nútí
mansgjørdir.
Fáa ikki
eykalutir
Í USA noyðist stóra bil
verksmiðjan
General
Motors at lata tríggjar av
sínum deildum aftur, tí
verksmiðjurnar fáa ikki
teir neyðugu lutirnar, sum
GM keypir frá undirveitar
um. Frammanundan hevur
GM stongt eina aðra verk
smiðju, og tilsamans gan
ga umleið 12.000 fólk nú
fyri einki og bíða. Orsøkin
til trupulleikarnar er, at
starvsfólk hjá undirveitar
unum eru farin í verkfall,
tí tey fáa ikki ta løn, sum
tey vilja hava. Ein roynd
at fáa semju miseydnaðist
sunnudagin.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Longu í summar verður siglandi úr
Kyrrahavinum norður um Amerika og haðani
líka til Oslo (norski granskarin Olav Orheim)
útlond
Russiska forsetavalið
fekk tað væntaða úrsli
tið. Dmitrij Medvedev
og Vladimir Putin skif
ta um starv
Sum siður er, var nógvur
ungdómur til konsert á
Reyða Torginum í Moskva
valkvøldið. Tað vóru mynd
ugleikarnir, sum skipaðu
fyri, og konsertin var eitt
væl egnað høvi hjá vinnara
num at takka fyri stuðulin.
Eg takki øllum, sum val
du meg, rópti Dmitrij Med
vedev, tá hann og fráfarandi
forsetin, Vladimir Putin,
vóru komnir upp á pallin.
Eg takki eisini teimum,
sum valdu hini valevnini.
Samanlagt hava vit undirtø
ku frá meiri enn tveimum
triðingum av russiska fólki
num, segði tann nývaldi for
setin. Hann legði afturat, at
hann ætlar sær at halda
somu lós sum undanmaður
in, so at Russland verður
eitt gott land at búgva í.
So fór Medvedev burtur
frá mikrofonini, og Vladimir
Putin tók orðið. Tað var
týðiligt, at hann var tann
betur umtókti maðurin á
pallinum, tí fólk hoyrdu
næstan einki av tí, sum
hann segði. Tá hann endili
ga fekk orðið, takkaði hann
veljarunum og bað hini val
evnini leggja valið afturum
og virka fyri framtíð lands
ins.
Putin fær framvegis ein
týðandi leiklut í russiskum
politikki, tí hann skal taka
við sum forsætisráðharri eft
ir Medvedev. Sostatt skifta
teir báðir pláss tann 7. mai,
tá Medvedev formliga tekur
við forsetaembætinum.
Ikki veruligt val
Hetta var eitt demokratiskt
val, og sigurin hjá Medved
ev er trygd fyri, at tann væl
eydnaði politikkurin fer at
halda fram, segði Putin.
Russiska valnevndin fekk
fleiri fráboðanir um valsvik,
men eygleiðarar siga, at
Dmitrij Medvedev hevði
vunnið valið uttan svik.
Fleiri vesturlendskir fjøl
miðlar finnast í dag hvassli
ga at valinum. The Financial
Times skrivar, at forsetavalið
hevði lítið við demokrati at
gera. Blaðið vísir millum
annað á, at myndugleikarnir
steðgaðu veljarafundum hjá
valevnunum hjá andstøðuni.
Týska blaðið Süddeutsche
Zeitung sigur, at valið var
so innihaldsleyst, at tað er
ein spurningur, um tað yvir
høvur ber til at tosa um eitt
val.
Sambært
valnevndini
fekk Dmitrij
Medvedev
68,19 prosent av atkvøðu
num. Næstur honum var
Gennadij
Ziuganov
við
18,55 prosentum, og á triðja
plássi var tann víðgongdi
tjóðskaparmaðurin Vladi
mir Zjirinovskij við 10,63
prosentum. Tað fjórða val
evnið, Andrej Bogdanov,
fekk 1,36 prosent.
Valluttøkan í Russlandi í
gjár var 67 prosent.
Vandi fyri kríggi í Suðuramerika
Medvedev russiskur forseti
Vladimir Putin og eftirmaður
hansara, Dmitrij Medvedev,
á konsertpallinum í Moskva í
gjárkvøldið
Mynd: Reuters
Bæði Venesuela og
Ekvador hava flutt
hermenn og útgerð til
kolombiska markið
Mynd: Reuters