mánadagur 3. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 44 - 3. mars 2008
Kioskin á Trøllanesi
er hvørki stór ella
prangandi, men her
fær ein kortini alt tað,
sum ein eigur at fáa
á slíkum staði. – Fólk
hava tikið sera væl
undir við kioskini,
sigur eigarin, Maud
Østerø
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Trøllanes: Sjálvt í hesi
norðastu bygdini á Kals
oynni kann tann vitjandi
gerast stórliga bilsin.
Tann sjáldsama vakra
náttúran og tað góða útsýnið
má ein bara uppliva. Og at
líta yvir hesa tøttu bygdina
er somuleiðis ein sjón sum
ein seint gerst troyttur av.
Men Trøllanes hevur nak
að heilt annað. Nakað, sum
ikki allar føroyskar bygdir
hava. Nakað, sum fólk helst
ikki vænta finst í eini so lítl
ari bygd við einans 22
íbúgvum – eina kiosk!
Visti ein tað ikki framm
anundan, so fær ein í øllum
førum tað greitt at vita, áðr
enn ein kemur inn í bygd
ina.
Á fyrsta húsinum stendur
nevniliga ein lítil plakat,
sum greitt sigur: »KIOSK.
Um tit ynskja at keypa, og
kioskin er stongd, kunnu tit
koma inn í Útistovu«.
Henda ísakalda mikudag
in er kortini ikki neyðugt at
fara inn í Útistovu eftir
Maud. Ein bilur stendur
beint uttanfyri kioskina.
Tað er ein familja av Húsum
sum er farin ein kiosktúr,
hóast klokkan er ikki meiri
enn farin av middegi.
Men tey høvdu vist sína
orsøk til tað!
Skúr til kiosk
Stóð ein kalsoyingur áður
og manglaði ein pakka av
sigarettum ella eina soda
vatn á kvøldi, var ikki nógv
annað at gera enn bíða til
dagin eftir.
Seinasta summar fingu
tey kortini ein møguleika at
keypa sær tær kioskvørurnar,
sum teimum vantaði.
Hetta hendi, tá bóndakon
an Maud Østerø á Trøllanesi
lat upp eina kiosk í einum
skúri, sum áður hevði verið
ogn hjá Landsverki.
Skúrurin stóð haruppi
við tunnilin, og hevði áður
virkað sum kontór hjá teim
um. Nú ætlaðu teir at koyra
hann burtur, men maðurin
spurdi um vit ikki kundu
fáa hann.
Tað var í fínasta lagi.
Hann kom oman higar, og
so fóru vit at vaska og mála
hann innan og seta hillarnar
upp. Og so var bert eftir at
keypa vørurnar inn og at
lata upp, sigur Maud við
brosi um varrarnar.
At byrja við var kioskin
opin til klokkan 11 um
kvøldið, men í vetur hevur
hon verið opin ein hálvan
tíma styttri.
Eingin ivi man kortini
vera um, at tá tað fer at
sumra aftur verður upplat
ingartíðina aftur longd til
klokkan 11.
Eri eg ikki í kioskini
ella heima við hús, so veit
altíð onkur í hvørjum hús
um eg eri í. Hetta er ein fyri
mununum við at hava ein
kiosk í eini so lítlari bygd,
sigur hon.
Umframt arbeiðið sum
kioskdama er Maud bónda
kona saman við manninum
Bárður, og arbeiðir onkutíð
á smoltstøðini í Knúsdali,
sunnarlaga á Kalsoynni.
Tugdi uppá tað
At Maud yvirhøvur lat upp
hesa lítlu kioskina á Trølla
nesi, kom fyri ein stóran
part av ynskinum hjá bygd
arfólkinum og fólkinum
annars í oynni.
Í dag er ein handil á Hús
um, og áður var møguligt at
keypa ymiskt í grannabygd
ini Mikladal. Men í dag er
bert handilin og henda
kioskin
á
Trøllanesi
í
oynni.
Tað eru fleiri sum hava
sagt við meg, at tey saknaðu
Fólk koma hvønn dag
Tá Jona í Lon og hennara familja ikki fingu sodavatn og annað á Húsum, var skjótt at koyra norður til Trøllanesar at keypa í
kioskini hjá Maud
Brúka teldur til próvtøkur
Strendur: Tá næmingar vóru til terminsroynd fyri jól í fjør, varð søga skrivað á
Strondum: Hetta var nevniliga fyrstu ferð at næmingarnir brúktu teldu til eina
slíka roynd. Stranda skúli (myndin) hevur gjørt stórar íløgur í teldutøkni, og er
henda kostnaðarmikla útgerðin komin næmingunum til góðar. Skúlin hevur í
mong ár givið næmingunum møguleika at brúka teldu til próvtøkuna í stíli. Nú
hevur skúlin ikki so nógvar teldur, at hann kann útvega næmingunum eina í part.
Skúlin hevur tí gjørt av, at til próvtøkuna hava næmingar sína egnu teldu við.
Henda skipan hevur riggað sera væl, helst nú, tá tey flestu kunnu útvega sær eina
farteldu, sigur varaskúlastjórin, Petur Jákupsson.