mánadagur 3. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2008
29
tíðindi
í kioskina
– Jolly er
gott móti
spýggju
sjúku
Hóast fólkatalið á Kals
oynni er avmarkað, er
líkt til at fólk hava tikið
væl undir við tiltakinum
hjá Maud Østerø. Henda
dagin, ið umboð fyri
Sosialin vitjaðu kioskina,
var Jona í Lon farin av
Húsum og til handils á
Trøllanesi saman við
familju síni. Vit komu
higar fyri at keypa soda
vatn og annað til børnini.
Tey liggja við spýggju
sjúku í dag og í slíkum
føri er jolly gott fyri búk
in, sigur hon. Tey høvdu
fyrst verið í handlinum á
Húsum, men har vóru
væl umtóktu sodavatnir
nar útseldar. Tí valdu tey
at koyra norður higar.
Eg haldi at tað er skeg, at
ein kann fara og keypa í
eini kiosk á Trøllanesi,
sigur Jona í Lon.
eitt stað, at kunna keypa
sær okkurt, tá tey komu
norður higar.
Eg tugdi uppá tað leingi,
og tja, so hevði eg bara hug
at royna tað, greiðir Maud
Østerø frá.
Kioskin lat upp á sumri í
fjør, men hetta var kortini
so mikið seint, at hon ikki
fekk veruliga fatur á øllum
summargestunum í oynni –
tá, væl at merkja!
Í summar verður væntandi
øðrvísi, nú fólk so líðandi
eru vorðin kunnug við
nýggju kioskina.
Skelti og klokka
Hóast fólkatalið í Kalsoynni
er avmarkað – tey eru bert
125 í tali – gongur ikki dag
ur, at ikki onkur er og keyp
ir í lítlu kioskini.
Her er talan bæði um
fólk úr oynni, men eisini
aðrastaðni frá.
Ja, eg haldi bara at fólk
eru fegin um henda møgu
leikan at kunna keypa sær
okkurt etandi og drekkandi
her hjá okkum, sigur kiosk
eigarin á Trøllanesi.
Tað serstaka við kioskini
er, at hon er opin ávísar
tíðir, men at fólk ikki er í
kioskini allatíðina.
Støðan er nevniliga hon,
at Maud eisini er bóndakona.
Og tá hon býr í grannahúsi
num er skjótt og lætt at
leypa yvir í kioskina, um
onkur ætlar at keypa sær
eitthvørt.
Har er bæði eitt skelti
sum sigur frá tí, og so ein
klokka sum fólk kunnu
brúka. Eg eri so altíð til
taks, sigur hon.
Avmarkað pláss
Kioskin á Trøllanesi telist
ikki millum tær stóru í
landinum. Men úrvalinum
av vørum bilar kortini
einki.
Eg selji allar tær vanligu
vørurnar, sum ein eigur at
fáa í eini kiosk. Onkur
spurdi um eg ikki kundi
selja keks, so tað geri eg
eisini.
Men sjálvandi, eg kann
jú ikki selja alt, tí plássið er
so avmarkað, slær hon fast.
- Plássið er avmarkað, men eg haldi kortini, at vøruúrvalið er sera gott, sigur Maud Østerø, sum rekur norðastu kioskina á Kalsoynni
”
Har er bæði eitt skelti sum
sigur frá tí, og so ein klokka.
sum fólk kunnu brúka. Eg eri
so altíð til taks
(Maud Østerø, Trøllanes) ”
Vit komu higar fyri at keypa
sodavatn og annað til børnini. Tey
liggja við spýggjusjúku í dag. og í
slíkum føri er jolly gott fyri búkin
(Jona í Lon, Húsar) ”
Men sjálvandi, eg kann jú
ikki selja alt, tí plássið er so
avmarkað
(Maud Østerø, Trøllanes)
Nýggj føroysk startsíða
Alnetið: Ein nýggj síða við nógvum møguleikum er komin á
alnetið. Síðan www.start.fo (myndin) ið er gjørd til allar
aldursbólkar, er nú stovnað av Bárðuri Bærentsen. Hann helt
at tað manglaði ein byrjunarsíða til sítt egna barn, og stovnaði
tí hesa síðuna við leinkjum til tryggar barnasíður á
alnetinum. Ein annar møguleiki á heimasíðuni er tónleikurin.
Her kanst ein velja ein bólk, t.d. AC/DC, og so kemur ein
avspælari upp við einu rúgvu av AC/DC videoløgum frá
YouTube, og sum so spælir nonstop. start.fo hevur somuleiðis
seks ymiskar videoavspælarar við ymiskum evnum.
Til gongu í summar
Eysturoy: Aftur í ár ferð Eysturoyar Gongufelag at
skipa fyri túrum kring oyggjarnar. Fyrsti túrurin verður
longu í hesum mánaðinum og tann seinasti í september
mánaði, teir flestu við staðkendum ferðaleiðara. Vitjað
verður bæði í Eysturoy, Kunoy. Borðoy, Streymoy,
Vágum, Sandoy og í Suðuroy, eins og ætlanin er at
fara ein ferð til Íslands í summar. Túrarnir eru skipaði
í trý ymisk torleikastig, alt eftir hvagar farið verður.
Fyrsti túrurin verður ein spákingartúrur til Hvalvíkar
og við Áir, har Ásbjørn Dahl fer at greiða frá um
hvalastøðina.