mánadagur 3. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2008
13
Føroyskir fiskimenn
oyðileggja tilvitað økir á
leiðunum kring Føroya
banka. Hetta verður
gjørt við, at ketur verða
loraðar niður á botnin og
síðani togaðar eftir botn
inum í millum tvey skip
Hetta kann lesast í einari
enskt skrivaðari lærubók,
sum vit nýta í lívfrøðisút
búgvingini á Fróðskapar
setrinum, og sum eisini
verður nýtt á universitetum
kring allan heimin. Tí er
kunnleikin hjá útlendingum
um, hvussu vit føroyingar
ávirka botnin við okkara
fiskiskapi helst munandi
størri, enn vit veruliga geva
okkum far um.
Tjaksendingin í SVF
Í tjaksendingini eftir Dag
og Viku mánakvøldið 26.
februar var tjakast um
evnið “Hóttar korallir”. Í
sjónvarpsstovuna hevði
verturin fingið Jan Søren
sen, leiðara á BIOFAR og
Viberg Sørensen, formann
í Føroya Reiðarafelag.
Útgangsstøðið í sendingin
var nýútkomna frágreiðing
hjá ST umhvørvisstovni
num UNEP, “IN DEAD
WATER. Merging of
climate change with pollu
tion, overharvest, and
infestations in the world’s
fishing grounds”. Frágreið
ingin umrøður havbotnin
og teir týdningarmestu
fiskastovnarnar í heimi
num, og hvussu hesir verða
ávirkaðir av fólki. Í frá
greiðingini vísa teir á, at
veðurlagsbroytingar hótta
korallirnar um allan heim
in, men siga samstundis, at
fiskiskapur við botntroli er
ein onnur stór hóttan í móti
korallunum.
Føroyskar korallir ikki
ókendar úti í heimi
Í sendingini segði Viberg
Sørensen, at STfólkini,
sum høvdu skrivað frá
greiðingina, neyvan høvdu
hoyrt um Føroyar. Men
føroyskar korallir er tó
valla so ókendar úti í
heimi, sum Viberg
Sørensen letur okkum vita.
Føroyskur
trolfiskiskapur pensum í
lívfrøðisútbúgvingum
Í lívfrøðisútbúgvingini á
Fróðskaparsetrinum hava
vit eitt fak, sum eitur
“Fiskalívfrøði”.
Umframt ta vanligu lív
frøðina hjá fiski, koma vit
eisini inn á, hvussu fiski
skapur ávirkar fiskastovnar
og hvussu botnurin verður
ávirkaður av fiskireiðskapi.
Lærubókin, sum vit nýta,
eitur “Marine Fisheries
Ecology”. Bókin er skrivað
av trimum viðurkendum
enskum vísindamonnum,
og verður brúkt í undirvís
ingini í fiskalívfrøði á nógv
um universitetum kring
heimin, bæði í Norður
evropa og Norðuramerika.
Kapittul 14 viðger evnið
“Impact on bentich
communitees, habitats and
coral reaf ” (Ávirkanin á
botnsamfeløg, búøkið og
korallriv). Her verður víst
á, at fiskimenn í summum
førum miðvíst “rudda”
botnin og beina burtur
lutur, ið tarnar fiskiskap
inum: Eitt hugtak, sum
bókin speiskliga sigur, at
fiskimenninir kalla “at
gera botnin kláran”. Sum
dømi um hetta, vísa teir á,
hvussu gjørt hevur verið í
Føroyum. Á blaðsíðu 277 í
lærubókin verður sagt
“Føroyskir fiskimenn oyði
leggja tilvitað økir á leið
unum kring Føroyabanka,
har stórur svampar vaksa á
botnunum (ostabotnur).
Hetta verður gjørt við, at
ketur verða loraðar niður á
botn og síðani togaðar eftir
botninum í millum tvey
skip. Tíbetur góvust fiski
menninir við hesum, tá
vísindafólk vístu á, hvussu
stóran týdning hesi økini
høvdu sum uppvakstrarøki
hjá smáum toski”.
Hesa søguna hoyra á
hvørjum ári í hundraðvís
av studentum kring heimin.
Hóast tað í hesum føri er
talan um ostabotn, sum
verður oyðilagdur, so eiga
vit ikki at kenna okkum alt
ov trygg og halda, at vit
kunnu liva og láta sum vit
vilja við okkara
korallrivum.
Øktur áhugi fyri
korallum
Hesin seinru árini er til
vitanin um korallir mun
andi vaksin í millum fólk;
eisini her í Føroyum.
Korallirnar eru í stórari
minking, og umheimurin
heldur eisini eitt vakið
eygað við, hvat ið fyriferst,
eisini her í Føroyum.
Hetta, hóast at vit sjálvi
halda okkum vera lítlar og
tí kunna krógva okkum her
úti í Norðuratlantshavinum.
Hendan tilvitanin um
korallir er tí helst eisini
grundin til, at World
Wildlife Fundation (WWF)
í 2003 heitti á Føroyskar
myndugleikarnar um at
víðka um trolfría økið á
Føroyabanka, so hetta bleiv
flutt frá núverandi 200m
dýpdarkurvuni, til eisini at
fevna um økið niður av
hellingin av Bankanum.
Hetta hevði gjørt, at koral
lirnar kring Bankan vórðu
vardar í móti troli. Í brævi
num til Fiskimálaráðið
vísti WWF á, at gjørdu vit
hetta, so handlaðu vit eftir
OSPAR sáttmálanum, sum
Føroyar hava undirskrivað.
Í hesum sáttmálanum hava
Føroyar millum annað
bundið seg til at verja
havumhvørvið móti
skaðaárinum, sum kunnu
standast av mannaávum.
Hesi bæði dømini vísa
týðuliga, at umheimurin
fylgir væl við hvussu
korallirnar kring Føroyar
verða ávirkaðar av okkara
fiskiskapi, og tí ikki eru
duldar, sum Viberg
Sørensen lat okkum vita í
sjónvarpssendingini
mánakvøldið.
Føroyskur korallfiskiskapur heimskendur
Biologur,
Fróðskaparsetur
Føroyar
Eyðfinn
MagnussEn
Ymist er sum hesin fíni,
nýggi tittul hevur verið
sagdur ella skrivaður
higartil. Uttanríkismála
ráðharri, uttanríkis
ministari, landsstýris
maður í uttanríkismálum
Felags er at orðið –ríki er
uppi í øllum. Sjálvt tá
løgmaður eitt mánakvøld í
januar, eftir langa bíðtíð í
trongari stovu í Tinganesi,
kungjørdi nýggja lands
stýrið, brúkti hann orðið
uttanríkis. Og tað ber
bara ikki til. Eingin ivi er
um, at tað er púra medvit
andi gjørt av Høgna
Hoydal, at fáa hetta nýggja
orðið inn. Einaferð enn
hevur Jóannes Eidesgaard
gjørt eina fadesu. Hví tað?
Tað er bara ein, ið
umboðar Ríkið úteftir, og
tað er Per Stig Møller. Tað
kunnu aldri vera tveir, sum
hava somu uppgávu og
sama starv. Jú, men Hoydal
umboðar Føroyar úteftir,
vil onkur siga. Tað er
møguligt, men Føroyar eru
einki Ríki, men ein lítil
landspartur í einum Ríki.
Hin vegin kann man taka
hatta við uttanríkis beint
sum tað er sagt. Men so
kann Hoydal ikki umboða
Føroyaland mótvegis
ríkisstjórnini í Keypmanna
havn ella grønlendska
sjálvstýrinum í Nuuk, tí
hesir partar eru jú innan
ríkis. Man tað vera
tilætlað, at Eidesgaard
hevur skorið hesar ríkis
partar frá í starvslýsingini
hjá Hoydal? Neyvan.
Nei, maðurin kann í
mesta lagi vera landsstýris
maður í uttanlandamálum.
Ella kanska í uttanoyggja
málum. So ber til at fara
ein svipp til Áland, Öland,
Hetland, Swaziland, Lange
land, Lolland, Götaland og
Norrland og Rogaland at
samráðast. Ella kanska
Cook oyggjarnar (skrivast
Kukkoyggjar?)
Jamen, er tað ein fadesa,
at løgmaður brúkar hetta
orðið, uttanríkis ?. Ja, tí
tað er skeivt. Á sama hátt
sum Føroyar ongar sendi
stovur (ambassadur) hava,
hvørki í Íslandi, Keyp
mannahavn, London ella
Bruxelles, sjálvt um teir
kalla tað sendistovur – so
kann eingi landsstýris
maður umboða Ríkið
úteftir. Soleiðis eru
reglurnar bara.
Og Hoydal, sum elskar
konfrontatión og at spæla
fornermaður, fer at brúka
ein hvønn tjans at gera seg
upp til nakað, sum hann
ikki er. Her eru nýggir
møguleikar at forpesta
sambandið við Danmark.
Og so krevja uppbakning
frá Eidesgaard.
Hetta boðar ikki frá
góðum.
Landsstýrismaður í uttanríkismálum?
Rolf guttEsEn
... ein heilsan í sambandi
við tíðindaskriv frá
fútanum í dag.
Í tíðindaskrivi í dag
boðar Karen Marie Olsen
frá, at “ der kan forventes
rejst tiltale mod Jenis av
Rana” ved Færøernes ret.
Talan er um fyrsta
samband fútans við meg,
síðani málið byrjaði fyri
skjótt tveimum árum
síðani. Tá varð eg av
fjølmiðlum o.ø. m.a.
skuldsettur fyri at hava
brotið tagnar og
fráboðanarskylduna til
barnaverndina.
Í brævi til tykkara í
okt. 2006 skrivaði eg
m.a.:
... tagnarskyldan er ikki
brotin av mær.
... fráboðanarskyldan er
ikki brotin av mær.
... onnur atlit og
áhugamál eru ikki tikin
framum atlitini til
sjúklingar í viðtalu
mínari.
Av fráboðan fútans sæst,
at skuldsetingini um, at
eg skal hava brotið tagnar
skylduna, er slept. Hetta
er at gleðast um.
Tó ætlar ákærumyndug
leikin, at Føroya rættur
skal døma meg, tí eg ikki
havi boðað frá kunnleika
mínum til misnýtslu av
einum sjúklingi. Lat meg
enn einaferð vissa teg
um, at eg ongan slíka
vitan havi havt. Um so
var, hevði eg ikki drálað
við at boða frá hesum,
ikki bert tí tað hevði
verið lógar, men eisini
moralska skylda mín.
Føroya rættur verður
sostatt biðin døma meg
fyri eina vitan, sum eg
ikki havi havt.
Hin 28. juni kom sami
rættur annars til ta niður
støðu, at hendan
misnýtsla ongantíð var
framd. Aftanfyri dómin
lógu mánaðarlangar kann
ingar og avhoyringar. Til
sammetingar tekur ein
vanlig læknaviðtala
millum 10 og 30 minuttir.
Rætturin fríkendi ákærda
fyri ta misnýtslu, sum eg
nú verið sagdur hava havt
kunnleika til.
Tíverri vænti eg ikki,
at eg teir komandi
dagarnar megni at røkja
viðtaluna til fulnar, og
havi eg boðað fakfelag
mínum frá hesum. Vóni
tit bera yvir við mær og
at tit biðja fyri okkum.
Bestu heilsanir
Góðu vinir, kenningar
og sjúklingar
JEnis á
Rana
Lesið
- so eru tit við