mánadagur 3. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 44 - 3. mars 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur
rómverskur embætismaður sum gjørdist kristin og tí
varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í
Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason
føddur hendan dagin í 1545.
Ætlanirnar um at
leggja fleiri skúlar
saman í Marknagili í
Havn eru ikki nýggjar,
tað vísir ein grein
í myndablaðnum
Eygað í 1974
Skúlar
Nú arbeitt verður við ítøki
ligum ætlanum um at byggja
nýggjan tekniskan skúla,
handilsskúla og studenta
skúla í Marknagili, er tað
áhugavert at síggja at fyri
umleið 35 árum síðan, með
an skúlaheimið í Marknagili
var í gerð, vóru eisini stórar
ætlanir við skúlabygging
har á staðnum.
Í myndablaðnum Eygað
fyri mars 1974 er ein mynda
frásøgn frá gamla skúla
heiminum
hjá
Tekniska
skúla í Kongagøtu. Í grein
ini stendur m.a. “Í Markna
gili er pláss fyri fleiri skúl
um, og menn samráðast
dúgliga um samanlegging
av maskinskúla, tekniskum
skúla og handilsskúla. Tað
er einki at ivast í, at har sum
nýggja skúlaheimið verður
bygt, kemur einaferð at
standa ein meginskúli”.
Kelda: Myndablaðið Eygað 1974
Skúlabygging í Marknagili
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri
pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
John Simonsen
(John á Gørðum)
Klaksvík
varð sjúkur og flutti heim til Harran.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Malta í
Hirtshals. Tøkk fyri vitjan og fyri troystarík orð í
kapellinum, í Betesda og við grøvina. Tøkk tit, ið
fylgdu og tøkk fyri fløvandi hendur, ið hjálptu.
Eisini ein tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri teir
seinastu mánaðirnar, tá John skifti ímillum heimið
og sjúkrahússongina og fyri ta altíð vinsælu og
professionellu móttøku og viðferð, hann og vit
avvarðandi møttu, tá harðast leikaði á.
Nógvir av vinunum hjá Bodil og John eru ikki
meira. Tó verður ein tøkk send øllum, sum teimum
ígjøgnum eitt langt lív untist at ferðast saman við,
bæði heima, í arbeiði og í samkomuhøpi. Heim
teirra var eitt heim við nógvum lívi, og teimum
dámdi at vera gestablíð. Húsið við Garðavegin
– eitt trygt støði í gleði og sorg – stendur enn, men
heimið hjá Bodil og John, við sínum eginleikum er
ikki meir.
Við tøkk vegna foreldur okkara og familjuna
Jógvan, Kjartan, Anna, Elisabeth og Unn
. . . fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um
tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.
Og tann dag Eg útinni verk mítt – sigur Harrin Gud
herskaranna – skulu tey vera ogn Mín . . .
(Mal. 3,16-17).
Skúlaheimið sum var í
Kongagøtu
Nýggja skúlaheimið í Marknagili undir bygging
Fyrrverandi fyristøðufólkini á skúlaheiminum, Frida og Helgi
Øster
www.sosialurin.fo
Næmingar skaffa á gamla skúlaheiminum f.v.: Erhard Miðgerð
úr Fuglafirði, Magnus Jacobsen úr Vági, Andrew Leo úr Porkeri,
Mikkjal Lervig úr Leirvík og Helgi Øster, fyristøðumaður