Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 44 - 3. mars 2008 ] Eyg­leið­­ar­in g­jør­dist for­­ seti Eftir eina fortíð sum spælari og síðani speiskur viðmerkj­­ari í HB-­leik-­ skránni er Høgni í Stóru-­ stovu nú maðurin, sum skal stj­­órna føroyskum fótbólti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til fyri tveimum árum síðani var Høgni í Stórustovu kanska ikki tann, sum mest varð tosað um í føroyskum fótbóltshø­ pi. Gaman í mundu summi minn­ ast hann sum part av HB­liðnum gjøgnum størsta partin av 80’unum, og eisini innan badmin­ ton gjørdi hann nakað um seg. Færri mundu kanska vita, at hann framvegis var eitt sindur virkin handan leiktjøldini. Hetta sum speiski viðmerkjarin í HB­ leikskránni, har hann bar heitið »Eygleiðarin úr Casagrande«. Ofta við sera beinraknum við­ merkingum, ið næstan munnu tola samanbering við Tavse Tipper Thomsen, sum ígjøgnum nógv ár eygleiddi bæði danskan og altjóða fótbólt úr síni klummu í danska Tipsblaðnum. Eygleiðarin fór tó í grøvina, tá Høgni fyri tveimum árum síðani varð valdur í nevndina hjá FSF. Alt fyri eitt kom hann í hampuligan mótvind, tá hann stóð mest sum einsamallur móti restini av nevndini í trætuni um heimsins kendasta spæliloyvi í Føroyum. Nevnliga Páll Mohr Joensen­málið. Og eisini í øðrum førum hevur hann víst, at hann er ikki bangin fyri at taka eina støðu, hóast hendan ikki fylgir meirilutanum. Enn eru tó eingi sum helst tekin um, at nývaldi forsetin ætlar sær í nakað stríð við nevndina. Tvørtur ímóti eru boðini, at royndin fyrst og fremst skal fevna um at finna eitt felags stev, soleiðis at føroysku feløgini og FSF í einum samlaðum taki kunnu lyfta føroyskan fótbólt enn longur framá. Nývaldi fótbóltsforset-­ in vil fyrst og fremst tosa við feløgini, áðrenn hann kemur við útmeldingum um mál og mið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Greiða útmeldingin hjá Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið hevur verið, at hann saman við feløgunum vil seta framtíðar kósina hjá føroyskum feløgunum. Men merkir hetta samstundis, at hann heldur fjarstøðuna millum FSF og føroysku feløgini vera ov stóra, samstundis sum FSF hevur lagt nógv fyri í royndunum at røkka teimum krøvum, sum UEFA setir? ­ Tú kanst kanska siga, at tað hava verið tveir veruleikar. Feløgini togast við tað dagliga, sjálvt um tey eisini eru partur av altjóða meldrinum. Og Fótbóltssambandið skal so eisini syrgja fyri, at feløgini eru ment at lúka tey krøv, sum verða pøst oman yvir tey úr erva. So tað er kanska meira tað, at FSF skal vera ein hjálpandi hond í royndunum at røkka hesum krøvunum? ­ Bæði og. Feløgini røkka krøvunum, sum er. Men tað er ikki meira enn akkurát. Vit síggja dømir, har eitt stadionkrav brádliga kemur óvart á, ella har eitt spæliloyvi liggur eftir og so framvegis. ­ Tað, sum tað ræður um, er at finna eitt felags stev. At hava ein nýggjan taktik­ fund, um tú vilt. Eg ivisti onga løtu í, at nevndin í FSF ger sítt besta, og at tað sama er galdandi fyri fyrisitingina og fyri feløgini. Tað ræður um at fáa hesi tingini gjørd við somu ferð og upp á sama máta. Og hvussu kann tað máli røkkast? ­ Eg trúgvi í botn og grund, at vit í FSF onkursvegna skulu inn at mansverja feløgini, soleiðis at tey ikki detta ímillum. Tað kunnu vit sjálvandi gera upp á fleiri mátar, men eitt er í øllum førum, at vit kunnu styrkja feløgini á leiðslufrontinum. At vit eru við til at førleikamenna tey, soleiðis at neyðuga vitanin støðugt er til staðar, heldur enn vit síggja eina somiki stóra útskifting í nevndunum, sum vit hava sæð. So tað verður kanska eitt meira aktivt FSF, sum vit nú koma at síggja á heimafrontinum? ­ Kanska, á tann hátt, at vit skulu meira aktivt í samband við feløgini. Og feløgini mugu eisini verða meira aktiv. Vit mugu finna tann rætta vinkulin til samstarvið, soleiðis at vit í feløg kunnu seta nøkur mál, sum arbeitt verður eftir, segði nývaldi fótbóltsforsetin, tá vit hittu hann á orði eftir FSF­valið. Lættar­i at skifta felag­ Tá reglurnar um flytingarvindeyga vórðu samtyktar, fingu hesar gildið fyri allar deildir. Ætlanin var kanska fyrst og fremst, at hesar skuldu fevna um fremstu deildirnar, har bindingin millum spælarar og feløg ofta er av peningaligum slag. Hinvegin hevur reglan eisini viðført, at spælarar frá Formula­deildini og niður til triðju deild eisini hava verið bundnir av regluni. Og fyrisitingarliga orkan í feløgunum er sjáldan til eisini at eftirkanna loyvini í hesum deildum. Frá FSF er hugsjónin, at flest møguligir spælarar skulu hava møguleika at spæla. Í fjør gav Kappingarnevndin eisini fleiri undantøk til spælarar í 3. deild. Men við nýggju reglunum verður altso lættari hjá spælarum at skifta til tað felag, har ætlanin er at spæla dystir. Broytingin, sum fyrts og fremst er ætlað lægstu vaksnamannadeildini, varð samtykt við 13 atkvøðum. 12 vóru neyðugar, skuldi uppskotið vinna frama. Nýg­g­j feløg­ g­óð­­kend Sambært formligu reglunum, so skulu nýggj feløg góðtakast av aðalfundinum hjá FSF, og hetta gav ongar trupulleikar, tá Víkingur og 07 Vestur skuldu upptakast sum nýggir limir í FSF. Páll Gregersen og Eivin H. Jacobsen greiddu í stuttum frá, hvussu ávikavist Víkingur og 07 Vestur eru skipað. Og uttan nakað hóvasták samtykti aðalfundurin einmælt, at feløgini eru lógligur partur av FSF. Nýg­g­jan taktik­fund Høgni í Stórustovu Føddur: 19. mars 1965 Giftur Jónu Gunleivsdóttir Dalsgarð og saman eiga tey børnini Tróndur (18 ár), Brandur (10 ár) og Báru (8 ár) Útbúgvin løgfrøðingur Starvsroyndir: løgfrøðingur á ALS 1995-97, fulltrúi í Vinnumálaráðnum 1997-99, løgfrøðingur og síðani deil- darstjóri á skaðadeildini á Tryggingarfelagnum Føroyar 1999-2005, løgfrøðingur í Føroya Banki 2006 og í starvi hjá VÍS (tryggingarfelag) frá november 2006. Síðani 2000 hevur hann verið nevndarlimur í Ráðnum fyri Ferðslutry- gd og síðani 2006 hevur hann verið formaður. FAKTA UM FORSETAN Nýggi fótbóltsforsetin fer fyrst og fremst at tosa við feløgini. Og saman við hesum vil hann seta framtíðar kósina hjá føroyskum fótbólti