mánadagur 3. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 44 - 3. mars 2008 ]
Fyrsti
Havnar-
forsetin
Hóast
Fótbóltssam
bandið næsta ár fer um
tey 30 árini, so er tað
nú
fyrstu
ferð,
at
føroyski fótbóltsboss
urin er úr høvuðs
staðnum.
Landafrøðin
hevur
aloftast havt sína nát
túrligu
ávirkan
á
føroyska fótbóltslands
lagið, soleiðis at ymsu
økini hava havt sína
umboðan í nevndini.
Soleiðis er tó ikki
heilt í dag. Við at missa
Óla Holm misti suður
oyggin sítt umboð, og
enn hava Vágar ikki
fingið sítt umboð inn
fyri Jens Erik Magnus
sen, sum takkaði fyri
seg fyri einum ári
síðani.
Hvørja ávirkan hetta
ítøkiliga
hevur
í
nevndararbeiðinum, er
kanska ilt at siga. Og
tað er væl so, at
aðalmálið hjá nevndini
støðugt er at arbeiða
fyri føroyskum fótbólti
sum heild og fyri alt
landið. Men tað skerst
tó ikki burtur, at tað
samstundis er ein ávísur
tryggleiki fyri økini, at
tey øll hava sítt umboð
í nevndini.
-mørk
Fakta
Formenn og forsetar
Kristian Olsen
Klaksvík
19791981
Torleif Sigurðsson
Klaksvík
19812002
Dánjal Andreasen
Leirvík
20022004
Óli Holm
Vági
20042008
Høgni í Stórustovu
Havn
2008
Fundarstjórin gjørdi
undan forsetavalinum
greitt, at stóð tað
á jøvnum, so bleiv
talan um nýggja
atkvøðugreiðslu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nýggju reglurnar fyri FSF
áseta, at fundarstjórin ger
av, hvussu farast skal fram,
um tað stendur á jøvnum í
eini atkvøðugreiðslu.
Christian Andreasen var
fundarstjóri til FSFaðal
fundin, og saman við grann
skoðaranum og kontrollan
tinum, Jógvan Amundson,
staðfesti hann, at um tað
stóð á jøvnum, so skuldi
atkvøðast av nýggjum. Stóð
framvegis á jøvnum eftir
seinnu atkvøðugreiðsluna,
fór formansvalið fram við
lutakastið.
Um tað var hetta seinasta
– at forsetin skuldi finnast
við tilvildarligum lutakasti
– sum var orsøkin, er ikki
greitt. Men tá atkvøtt varð
seinnu ferðina, hevði ein
atkvøða skift eigara. Fyrru
atkvøðugreiðsluna
stóð
nevnliga á jøvnum, 99, og
so
tóktist
aðalfundurin
halda ondini, tá atkvøðurnar
vórðu taldar upp seinnu
ferðina. 17. atkvøðan, sum
tá kom úr posanum, var
samstundis tann 10. til
Høgna, og so kundi Chris
tian Andreasen staðfesta, at
talan verður um forsetaskifti
í FSF.
Gomlu reglurnar
Undan og á aðalfundinum
var nakað av orðadrátti um,
at
nýggju
FSFlógirnar
hava kroyst fýra av føroysku
feløgunum út á síðulinjuna,
tí hesi ikki longur kunnu
greiða atkvøðu á aðal
fundinum.
Frá fleiri síðum varð
eisini gitt, at júst hetta fór
at tryggja Óla Holm fram
hald í sessinum. Og tí er tað
kanska lagnunnar speisemi,
at ein onnur lógarbroyting
bar við sær, at forsetin ikki
varð sitandi.
Sambært gamla lógar
verkinum skuldi forsetin
nevnliga hava ein meiriluta
av aðalfundinum ímóti sær,
skuldi hann fellast. Og
hartil hevði nevndin tá
eisini eina atkvøðu.
Slapp nevndin at atkvøða
hesaferð, so vildi tann at
kvøðan ivaleyst verið til
fyrimuns fyri Óla Holm.
Og undir øllum umstøðum
hevði Óli við fyrru atkvøðu
greiðsluna
ikki
nakran
meirilutan ímóti sær.
Tær reglurnar høvdu tó
ikki nakran týdning leyg
ardagin. Og tá úrslitið av
seinnu
atkvøðugreiðsluni
stóð greitt, var hetta altso
samstundis eitt farvæl til
mannin, sum í 25 ár – harav
4 sum formaður – hevur
verið partur av nevndar
arbeiðinum innan FSF.
Nýggju reglurnar avgjørdu
Hóast hann eftir 25
ár í FSF-nevndini
varð stemmaður út
leygardagin, so tóktist
Óli Holm púrasta
avkláraður um hetta,
tá vit eftir aðalfundin
fingu orðið á hann
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú gjørdist talan enn eina
ferð um kampval til for
manspostin í FSF. Og hesa
ferð gjørdist tú akkurát av
ov stuttur. Hvørjar tankar
renna fram, tá tú stendur í
slíkari støðu?
Sjálvandi ávirkar tað.
Men nú havi eg verið við í
so nógv ár, og so veit mann,
at slík ting kunnu henda.
Og tí er mann sjálvandi
fyrireikaður upp á møgu
leikan. Og eg haldi tað vera
týdningarmikið, at tú viður
kennir avgerðina, sum aðal
fundurin tekur. Tann dag, tá
ein somikið stórur felags
skapur sum FSF ikki viður
kennir demokratisku spæli
reglurnar, eru vit í øllum
førum á skeivari leið.
Fyri tveimum árum síðani
– og tað hevur aftur verið
ført fram hesaferð – at fjar
støðan millum føroysku
feløgini og FSF er vorðin
dekan ov long, samstundis
sum FSF hevur flutt seg
nærri UEFA. Er tað ein
trupulleiki, at krøvini eru
herd somikið upp á stutta
tíð.
Eg ivist í, hvussu stórur
trupulleiki tað er. Tað er
givið, at krøvini eru herd,
men eg eri ikki samdur í, at
fjarstøðan millum FSF og
feløgini skal vera økt so
nógv. Vit hava havt eina røð
av fundum við feløgini, har
viðurskiftini støðugt verað
umrødd, so tað er eitt sjón
armið, sum eg haldi hvílir á
einum
rættiliga
tunnum
botni.
Hinvegin er tað eisini
so, at føroysku feløgini ikki
hava megnað at fylgt so
mikið skjótt við krøvunum,
sum
Fótbóltssambandið
hevur tað. Og tað eru nakrar
heilt greiðar orsøkir til. So
eg haldi tað vera týdning
armikið, at feløgini støðugt
líta frameftir, eins og tað
hevur stóran týdning, at tey
fáa neyðugu hjálpina frá
Fótbóltssambandinum. Tað
veit eg eisini, at tey fáa,
men treytin er, at feløgini
eisini sjálv eru við til at
skapa neyðuga grundarlagið
fyri hesum.
At enda Óli. Hevur tú
nøkur góð ráð til Høgna í
Stórustovu, nú hann setir
seg í forsetasessin?
Nú er tað ikki mín lutur
at skula geva forsetanum
góð ráð. Høgni hevur so
verið í FSF í tvey ár, og tí
kennir hann væl til flestu av
viðurskiftunum. Men tað er
givið, at skalt tú standa fyri
einum
somikið
stórum
felagsskapi, sum føroyskur
fótbóltur er. So mást tú vera
opin og heiðurligur, og tú
mást skilja, at eitt er fyri
siting og eitt er politikkur.
Tað má vera greiður skiln
aður millum hesi bæði. Og
so má hann duga at útdele
gera, tí við støddini, sum
føroyskur fótbóltur hevur,
so ber ikki til at toppstýra,
sigur Óli Holm.
Óli Holm tóktist meira avkláraður enn fleiri av stuðlum hansara, tá aðalfundurin leygardagin valdi nýggjan forseta til føroyska
fótbóltsheimin
Mynd: Álvur Haraldsen
Óli var fyrireikaður
Vilja linka krøvini
Fleiri føroysk fótbóltsfeløg líða undir, at krøvini fyri at fáa UEFAloyvisgóðkenning eru
ov hørð. Tað er eitt mál, sum føroyska Fótbóltssambandi og fleiri av sambondunum í
smærru londunum hava roynt at broytt seinnu árini, men enn hevur hetta ikki eydnast.
UEFA er í høvuðsheitunum ikki til at vika frá meginregluni um, at øll limalondini
skulu liva upp til minstukrøvini, sum sett verða. Og bara nøkur heilt fá undantøk verða
givin, segði Óli Holm millum annað í formansfrágreiðingini. Millum undantøkini, sum
eru givin, kann nevast, at UEFA hevur góðtikið, at minstatalið av sitiplássum til
heimavøll hjá liði í fremstu deildini er minkað úr 10.000 niður í 300!
Tey smáu møttu ikki
Fram, Undri, NÍF og Royn vóru ikki møtt, tá aðalfundurin hjá FSF varð
settur. Uttan iva er hetta ein avleiðing av, at nevndu feløg ikki hava atkvøðu
rætt á fundinum. Hetta tí tey ikki hava lið í bæði vaksnamanna og ung
dómsfótbólti. Tey trý, Fram, Undri og NÍF, vóru annars millum tey seks
feløgini, sum skutu Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF. Heldur
ikki SÍF var umboðað á aðalfundinum. Umvegis FS Vágar vóru limir í SÍF
tó eisini á fundinum.