Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 44 - 3. mars 2008 ] Týðandi sigurin á VB í høllini á Hálsi í gjár, hevur við sær, at Neistin nú hevur fyrimun í stríðnum um annan finalusessin. Hóast havnarfelagið ikki megnaði at steðga stórspælandi Daivu Toumaite, so vunnu tær við einum máli Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Talvan vísir 24-23, og ein hálvur minuttur er eftir at spæla. Neistin var á odda við trimum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tær hava ikki fingið mál sein- astu sjey minuttirnar. Havn- arfelagið er tó framvegis á odda, men VB hevur nú síðsta møguleikan at fáa stig burtur úr dystinum. Stórspælandi Daiva Tou- maite verður ansað av Nicoletu R. Hansen, og hon fær ikki luttikið, nú gestirnir skulu byggja upp. Klapp og geyl koma frá áskoðara- plássinum, har øll halda seg vita, hvussu teirra lið nú skal bera seg at. VB spæla sína millum eina løtu, áðr- enn ein sleppur leys á vong- inum. Hon hevur væl av plássi og er ótrýst. Nú er sloppið hjá gestunum - næstan. Men við einari frá- líkari bjarging syrgir Fríða Petersen fyri, at Neistin nú hevur fyrimunin í stríðnum um FM-finaluna. Í einum sera tøttum og hendingaríkum dysti í høll- ini á Hálsi í gjár, vann Neistin seg upp á annað plássið í landskappingini. Hóast tað leingi stóð nógv á hjá heimaliðnum, so vunnu tær við einum máli. Toumaite væl ansað Í stórum løtum av dystinum var Daiva Toumaite, sum hevur verið einmansherður á liðnum hjá VB í hesum kappingarárinum, sera væl ansað. Hóast tað, so stað- festi hon aftur sína støðu sum besti leikarin í kvinnu- deildini í hesum kappingar- árinum. Nicoleta R. Hansen hjá Neistanum var á henni so at siga allatíðina, men tað ávirkaði hana ikki stór- vegis. Toumaite stóð fyri heili 15 av málunum hjá gestunum. Serliga frá byrj- an lyfti hon viðleikarnar, tá hon skoraði fýra av fyrstu fimm málunum hjá VB. Hóast lítil ferð var á álops- spælinum hjá gestunum, so var hon ógvuliga trygg framman fyri málinum. Tað við sær, at tær vunnu sær eina lítla leiðslu frá byrjan. Tað er tó harmuligt hjá venjaranum Milan Djekic, at hann ikki hevur fleiri stórskjúttar á liðnum. Tað var sjáldan, at hinar tóku ábyrgd, og til síðst gjørdist ein næstan bilsin, um nøkur onnur enn Daiva Toumaite fekk bóltin framvið Fríðu Petersen, sum vardi málið hjá Neistanum. Millum annað fekk VB einki mál frá vonginum. Gestirnir misnýttu fleiri upplagdar møguleikar í fyrra hálvleiki, og tóku ikki av møguleik- anum, tá tær kundu vunnið seg fleiri mál framum. Hinvegin vóru tær úr Neistanum sera væl upp- lagdar. VB stóð sera væl í verjupartinum, men heima- liðið hevði neyðuga hug- flogið, tá tað stóð á. Serliga ræddist Ása á Neystabø ikki at bróta ígjøgnum sjálv, og ofta royndi Nicoleta R. Hansen seg útifrá. Hon var eisini toppskjútti á heima- liðnum við sjey málum. Neistin var omaná, og í hálvleikinum vóru tær á odda við 12-10. Tætt til tað síðsta Vágskvinnur leiktu leygar- dagin móti StÍF á útivølli, har tær vunnu við einum máli. Hetta merktist helst aftur á kroppunum, nú odda- dysturin skuldi avgreiðast í gjár. Um hetta var orsøkin til, at Neistin fekk tamar- hald á dystin eftir hvíldina skal verða ósagt, men einu løtuna tóktist ikki, sum gestirnir kláraðu meira. Við fjølbroyttum álopsspæli, og einu væl skjótandi Unn Kragesteen, var heimaliðið klárt omaná. Tólv minuttir fyri leiklok syrgdi júst Unn Kragesteen eftir mótálop fyri, at Neistin hevði leiðsl- una á 21-18. Hesu løtuna tóktist dysturin vera av- gjørdur, men við Toumaite á odda, stríddi VB seg aftur í dystin. Spenningurin varð varðveittur til tað seinasta, og millum annað hevði Daiva Toumaite møguleika at fáa gestirnar upp á javnt, tá hon misnýtti brotskast. Neistin vann við 24-23 og hevur fyrimun í stríðnum um FM-finaluna. Liðini eru ájavnt í stigum, men havnar- felagið hevur verið omaná í dystunum innanhýsis. VB kann tí einans dúva upp á, at Neistin snávar komandi tvær vikurnar. Tað vóna grannarnir úr Kyndli helst eisini, sum komandi sunnu- dag skulu takast við Neistan í høllini á Hálsi. Neistin - VB 24-23 (10-12): Neistin hevur nú fyrimunin Neistin - VB 24-23 (10-12) 10 min.: 3-4 20 min.: 6-7 40 min.: 15-16 50 min.: 21-18 Neistin: Nicoleta R. Hansen 7 (1), Rakul Augustinussen 6 (2), Anja Heinadóttir 4, Unn J. Kragesteen 3, Ása á Ney- stabø 3, Elin Staksund 1. VB: Daiva Toumaite 15, Gurið Mortensen 2, Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 2, Cristina Holm 2. Útvísingar: Elin Staksund 1, Anja Heinadóttir 1, Neistin - Laila Jespersen 2, VB. Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar FAKTA Við sigrinum á VB eru Neistakvinnur nú aftur fremstar, tá um ræður rættin at spæla FM-finalu móti Stjørnuni Mynd: Álvur Haraldsen Claus og teir vunnu Tað gongur hampuliga væl hjá Blackpool í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Leygardagin spældi Blackpool á útivølli ímóti Norwich, og Blackpool vann 2-1. Blackpool legði seg fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, áðrenn Norwich mink- aði við brotssparki í seinna hálvleiki. Claus Bech Jørgensen spældi við hjá Blackpool allar 90 minuttirnar, og hann fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu. Blackpool er nummar 12 av 24 liðum í deildini. Toppskjútti hugsar um pengar Razak Omotoyossi gjørdist farna kappingarár toppskjútti í svensku fótbóltskappingini, og hann torir at siga tað, sum aðrir fótbóltsspælarar ikki vilja siga. Hann sigur, at hann hugsar um at tjena nógvar pengar av fótbólti, og tí skiftir hann ikki felag fyrr enn hann fær síni lønarkrøv eftirlíkað. Fleiri feløg hava víst spælaranum áhuga, men 22 ára gamli Omotoyossi hevur ikki havt hug at skifta enn. Omotoyossi er ættaður úr Nigeria og spælir fyri svenska felagið Helsingborg. Vánaligt av HSF Laila Jespersen staðfesti eft- ir oddadystin móti Neist- anum, at tað ikki var nøkt- andi av hondbóltssamband- inum, at VB skuldi spæla tveir dystir um vikuskiftið - har tann seinni var odda- dystur. - Vit merktu tað heilt vist á kroppinum. Dysturin móti StÍF á Skála leyg- ardagin var jú sera tættur, og vit máttu stríðast til tað seinasta. Tað kostaði nógva orku, og fleiri av leikarun- um vóru eisini eymar til dystin í gjár. Skjótleiki er eisini eitt av eyðkennunum hjá Neistanum, og tá er neyðugt hjá okkum at vera heilt úthvíldar. Harmuligt, men sera vánaligt av HSF. Hevði dysturin verið øðr­ vísi, um tit ikki leiktu leyg­ar­ dag­in eisini? - Ja. Vit taptu bara við einum máli. Tað er sjálv- andi torført at siga, men eg trúgvi, at tað hevði verið øðrvísi. Tá skal sjálvandi eisini verða sagt, at vit kunnu takka okkum sjálv- um fyri ósigurin. Vit mis- nýttu fleiri upplagdar mál- møguleikar, og tað er ikki nøktandi. Í løtum riggaði heldur ikki serliga væl í verjupartinum. Samanum- tikið eru vit nøgdar við kappingarárið. Fleiri av leikarunum eru ungar og búnaðar nógv. Heldur hen- dan gongdin fram, so verða vit av álvara við í gull- stríðnum um tvey-trý ár, staðfestir Laila Jespersen. -uni Als ikki tryggjaðar Hóast Neistin við sigrinum í gjár hevur beina kós móti FM-finaluni, so staðfestir Unn Kragesteen, at einki er avgjørt. - Vit hava tapt tvær ferðir móti Kyndli í hesum kapp- ingarárinum, og vit fáa ein sera torføran dyst komandi sunnudag. Vit skulu stríð- ast til tað síðsta. Eg vil siga, at dysturin móti VB var tann fyrsti av trimum finalum, sigur Unn Krage- steen. Tit ansaðu serlig­a væl eft­ ir Daivu Toumaite frá byrj­ an, men hon fekk 15 mál? - Ja, men tað var kanska eisini avgerandi fyri dystin. Alt ov nógv liggur á herð- unum á henni, meðan vit spæla meira fjølbroytt. Vit hava fleiri málskjúttar, og allar taka ábyrgd. Eg hevði væntað, at dysturin fór at vera nógv merktur av tekniskum mistøkum, men soleiðis varð ikki. Nú er fyrsta slagið í øllum førum vunnið, staðfestir Unn Kragesteen, sum ikki merkti á mótstøðuliðnum, at tær høvdu spælt strævnan dyst dagin fyri. -uni