týsdagur 4. mars 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 45 - 4. mars 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Øll familjan eigur
at verða tikin við í
viðgerðina av tí sálar
sjúka. Hetta var ein
av niðurstøðunum
á evnisdegi um av
varðandi hjá sálar
sjúkum leygardagin
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Caroline Eriksson og
Marika Hill
Fullteknað var til evnisdagin
„At síggja við hjartanum“,
sum Sinnisbati og Psykiatr
iski Depilin skipaðu fyri í
Norðurlandahúsinum leygar
dagin. Endamálið við degn
um var at varpa ljós á støð
una hjá teimum við sálar
trupulleikum og avvarðandi
teirra úr ymsum sjónarhorn
um. Í hesum sambandi vóru
eisini eldsálir úr grannalond
um okkara boðin at greiða
frá um royndir sínar, og at
geva íblástur til, hvussu vit
kunnu lætta um hjá okkara
sálarsjúku og teimum av
varðandi í Føroyum. Tí tað
er ongin loyna, at júst hetta
við sálarsjúku í mong ár
hevur verið tengt at skomm
og tabu her á landi. Hetta er
eisini orsøkin til, at Annlis
Bjarkhamar, nevndarlimur í
Sinnisbata og stigtakari til
tiltaki, letur so væl at í dag,
nú dagurin er farin framvið,
og alt gekk sum ætlað.
Tað er júst hetta við
opinleikanum, sum hevur
so ómetaliga stóran týdning,
um vit skulu bøta um
umstøðurnar
hjá
sálar
sjúkum í Føroyum. Sum ein
av útlendsku fyrilestrarhald
arunum segði, so er ikki til
at siga, nær eitt samfelag er
til reiðar at lata upp fyri hes
um tabu. Men givið er tað,
at vit eru klár, sigur hon við
Sosialin.
Fleiri tiltøk á veg
Annlis Bjarkhamar sigur, at
evnisdagurin var byrjanin til
eina røð av tiltøkum, sum
skulu varpa ljós á málið.
Næsta stigið verður at skriva
eina virkisætlan, frá og fyri
tey avvarðandi. Hetta er eitt
sum hevur verið roynt í
Norra, har ein arbeiðsbólkur
skrivaði eitt rit, við 30 til
mælum til politiska myndug
leikan. 12 av hesum tilmæl
um vórðu tikin í álvara og
realiserað við lógarbroyting
um. Í virkisætlanini skal vís
ast á, hvussu tey avvarðandi í
størri mun kunnu verða tikin
við í arbeiðið við tí sálarsjúka
og hvussu vit bøta um
umstøður teirra. Endamálið
við virkisætlanini, sum Ann
lis sjálv kemur at standa fyri,
saman við einum arbeiðs
bólki, er: 1. at vísa á neyðug
átøk og tilboð so tey
avvarðandi kunnu vera ein
virkin partur í lívið og við
gerð hjá tí sjúka, og hvussu
til ber at styrkja um samstarv
ið við starvsfólk innan øki. 2.
At gera tilmæli og ráðgeving
til tey avvarðandi. Í Norra,
har ein slík virkisætlan var
gjørd, var úrslitið sera posit
ivt, tí nú tora tey avvarðandi
at standa fram og nýtast ikki
at krógva seg meira. Í hesum
sambandi eiga vit ikki at und
irmeta týdningin av einum
virknum arbeiðið á græs
rótsstøði. Ætlanin er at virkis
ætlanin skal vera liðug til
tann 10. oktober, tá altjóða
sálarheilsudagur aftur er á
skránni.
Kunning og opinleiki
Triðja tiltakið, sum ætlanin
er at gjøgnumføra, er at seta
á stovn nakrar samrøðubólk
ar. Fyrst fyri børn at sálar
sjúkum, og seinni fyri vaksin
avvarðandi eisini. Annlis
Bjarkhamar greiðir frá, at
kanningar benda á, at umleið
fjórða hvørt barn upplivir, at
foreldur
hevur
sálarligar
trupulleikar. Sostatt eru eini
5800 børn í Føroyum í
vanda fyri at kenna seg púra
einsamøll við hesum trupul
leikunum, og eru tey eisini í
vanda fyri at taka skaða og at
bera sjúka liviháttin við sær
víðari í lívið, tí ongin tosar
við tey um tað. Tí hevur tað
so alstóran týdning, at serliga
børn, sleppa at vera saman
við øðrum børnum, sum eru
í somu støðu. Ikki bara fyri
at práta, men eisini at hava
upplivingar saman.
Sum hitt fjórða, eru ætl
anir um at framleiða kunn
andi føroyskt tilfar til av
varðandi, har til ber at fáa
upplýsingar um skipanina,
sum hon er, um felagið
Sinnisbata, um vanligar
reaktiónir, upplivingar hjá
øðrum og annað. Annlis
Bjarkhamar kemur eisini at
framleiða hetta tilfar.
Opinleiki um
sálarsjúku
Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í Sinnisbata, er ein av stigtakarunum til evnisdagin:
“At síggja við hjartanum”. Hetta var bara fyrsta tiltak av mongum, sum skulu koma
sálarsjúkum og avvarðandi teirra til góðar komandi tíðina.
Valkyrjurnar, sum
er áhugafelag fyri
kvinnur í Suðuroy,
skipa altjóða Kvinnu
dagin 8. mars, fyri
áhugaverdum tiltaki
í Pub & Café´ini hjá
Thomsen á Tvøroyri.
Tíðindaskriv
♀
Á skránni er tónleikur, fyri
lestrar og ábit. Byrjað verð
ur við sangi og guitartónum
frá Rebekku Søndergaard
Mortensen og einum væl
komstdrykki. Síðani fer
Anna Mortensen, sum er
forkvinna í Valkyrjunum, at
hugleiða um kvinnudagin
og kvinnur i Suðuroynni.
Marita Rasmussen, sum
er nýggjur stjóri í Vinnu
húsinum, fer at tosa um
vinnumøguleikar í Suðuroy
og í Føroyum sum heild. So
verður matarsteðgur, har
bjóða verða ymiskar salatir
við breyði, og Rebekka
syngur og spælur. Agnes
Mols Mortensen, lívfrøðing
ur, við sergrein í tara, fer
síðan at halda fyrilestur, har
hon viðger samansetingina
Tari,
gransking
og
Suðuroyggin.
Susanne Høgh Olesen,
sjúkrarøktafrøðingur
og
master í MVU, fer at tosa
um kvinnur og útbúgving
undir heitinum “som at
spise dessert”. At enda fer
Elin Mortensen, samskipari
í Amnesty International,
Føroya deild, at røða um
harðskap móti kvinnum.
Tiltakið, sum er alment,
verður í Pub & Café´ini hjá
Thomsen. Byrjað verður kl.
13:00 til umleið kl. 16:00.
Kostnaðurin fyri alt tiltakið
er 100, kr. Atgongumerkir
kunnu keypast í forsølu á
Pub & Café´ini hjá Thom
sen, í Tangabúðini og á
Statoilstøðini á Tvøroyri og
í Vági.
Sí
eisini
heimasíðuna
www.valkyrjurnar.org.
Valkyrjurnar skipa fyri til-
taki altjóða Kvinnudagin