týsdagur 4. mars 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008
Stórar vónir vórðu settar til FAS-
skipanina, tá hon kom í 1992.
Skipanin varð upprunaliga sett í
verk at forða fyri, at farmaskip
og ferðafólkaskip, ið tá vóru
skrásett undir føroyskum flaggi,
ikki skuldu fara undir fremmant
flagg. Ein onnur ætlan var, at
samfelagið kundi fáa munandi
inntøkur burturúr, at útlendsk
skip skrásettu seg í skipanini.
Í dag eru 36 skip í FAS-
skipanini, men flestu teirra eru
smá, og árligu inntøkurnar eru
nakrar tíggjutals milliónir krónur.
Teimum flestu hevur leingi verið
greitt, at skal skipanin gerast ein
verulig inntøkukelda, mugu
ábøtur fremjast, og tí setti
landsstýrið niður ein arbeiðsfólk
í 2005 við tí endamáli at endur-
skoða skipanina.
Í arbeiðsbólkin vórðu valdir
táverandi stjórin á Skipaeftir-
litinum, Óli Hans Hammer
Olsen, Jákup Eyðfinn Kjærbo,
ráðgevi hjá Toll- og Skattstovu
Føroya, og Jóhan Hendrik Svabo
Samuelsen, deildarleiðari á
Almannastovuni. Skrivari var
Petur Elias Nielsen, løgfrøðingur.
Arbeiðsbólkurin læt sítt álit úr
hondum í januar 2006.
Ógreið umsiting
Um skipanina sum heild segði
arbeiðsbólkurin, at lógarverkið
eigur at verða savnað í somu lóg,
tí um skipanin eins og nú verður
umsitin eftir fleiri ymiskum
lógum, skerjir tað gjøgnum-
skygnið og kann hava við sær
tilvildarligar broytingar.
Bólkurin vísti eisini á, at heili
seks aðalráð á ein ella annan hátt
hava við avgreiðslu í sambandi
við FAS-skipanina at gera. Hetta
hevur hevur havt við sær, at
vinnan sjáldan veit, hvar hon
skal venda sær við ítøkiligum
fyrispurningum. Tá fyrispurn-
ingar eru, verða teir ofta beindir
víðari, og mangan er svartíðin
long, ella verður als ikki svarað.
Hetta samsvarar ikki við
málsetningin um at hava eina
altjóða kappingarføra skipaskrá-
seting í Føroyum, segði arbeiðs-
bólkurin. Hann mælti tí til at
miðsavna FAS-umsitingina og
lata fólk við neyðugum fakligum
førleikum umsita hann. Umsit-
ingin má vera tøk 24 tímar um
samdøgrið, og umboðsmenn fyri
FAS eiga at verða settir á útvald-
um støðum í heiminum, eitt nú
Hong Kong, Singapore, London
og New York, segði arbeiðs-
bólkurin.
Meira marknaðarføring
FAS-skipanin hevur ongantíð
verið serliga kend uttanlands.
Eisini hendan spurningin
umrøddi arbeiðsbólkurin. Hann
helt, at skulu útlendskir reiðarar
varnast FAS, mugu teir vita, at
Føroyar eru til, og at føroyingar
kunnu bjóða eina kappingarføra
skipaskráseting. Neyðugt er at
marknaðarføra FAS, helt
arbeiðsbólkurin, eitt nú við eini
sjálvstøðugari heimasíðu á
enskum, har allar tænastur í
skipanini verða lýstar.
Í øðrum lagi er neyðugt, at
FAS verður umboðað á maritim-
um ráðstevnum uttanlands. Í
hesum sambandi er skilagott, at
føroyingar bjóða seg fram at
umrøða viðkomandi evni innan
sjóvinnu, segði bólkurin. Tílíkar
ráðstevnur spyrja ofta eftir
sponsorum til ymisk endamál, og
her eigur FAS-skipanin at halda
seg framat.
Óli Hans Hammer Olsen, sum
var við í arbeiðsbólkinum,
heldur, at týdningarmestu átøkini
fyri at fáa FAS-skipanina at virka
eru at menna umsitingina og
marknaðarføringina.
– Høvuðsstrupulleikin hevur
verið, at lítil politiskur áhugi
hevur verið fyri FAS-skipanini.
Ov lítið hevur verið gjørt við at
menna umsitingina og marknað-
arføra skipanina. Tí mæltu vit í
álitinum til at gera nógv meira
við hesi øki, sigur Óli Hans
Hammer Olsen.
Broytingar neyðugar
Formaðurin í Reiðarafelagnum
fyri Farmaskip, Annfinn V. Han-
sen, fegnast um frágreiðingina
hjá arbeiðsbólkinum og heldur,
at nógv skilagóð tilmæli vóru í
frágreiðingini.
– Arbeiðsbólkurin gjørdi eitt
gott arbeiði, og vit taka undir við
flestu tilmælunum. Vit halda so
haraftrat, at í sambandi við
skatting av manningum má tann
broyting gerast, at refunderingin
verður 100 prosent. Í dag rinda
útlendskar manningar í FAS 35
prosent í skatti, og 30 prosent
verða borin reiðarínum aftur.
Sostatt kostar tað 5 prosent í
skatti at vera í FAS hjá hesum
skipum. Hesin kostnaðurin eigur
at verða tikin burtur, sigur
Annfinn V. Hansen.
Fyri føroyingar í FAS er skatta-
skipanin verri. Føroyskar mann-
ingar í FAS rinda 45 prosent, og
30 prosent verða borin aftur. Hjá
føroyingum kostar tað tí 15
Tilmæli um FAS frá
arbeiðsbólki í 2006
•
Mælt verður til, at inntøkuskatturin hjá manningini verður
23% brutto. Afturberingarprosentið verður samstundis
tillagað. Í dag er inntøkuskatturin 35%, og 30% verða
afturborin reiðarunum.
• Mælt verður til, at reiðarar, ið skráseta fleiri skip ella
nógva tonnagu, fáa sersømdir í tonsaskattinum.
• Mælt verður til, at tey trý verandi skrásetingargjøldini í
FAS verða løgd saman til eitt gjald, sum verður ásett í mun
til nettotonsatalið á skipinum.
• Mælt verður til at gera eina samlaða FAS-lóg, har øll
viðurskifti, ið ávirka FAS, verða savnað. Á henda hátt
verður FAS ein óheftur ídnaður.
• Mælt verður til at miðsavna alla umsiting, sum hevur við
FAS at gera, har fólk við serligum førleika taka sær av
øllum viðurskiftum í sambandi við FAS.
• FAS-umsitingin eigur at verða loyst frá politisku skipanini
og skipað sum sjálvsognarstovnur, ið verður sjálvfíggjandi
við FAS-inntøkum.
• Mælt verður til, at sjómansútbúgvingarnar verða skipaðar
sum bachelor og kandidatútbúgvingar, tí altjóða
skipaskráseting krevur servitan á høgum fakligum støði.
• Mælt verður til, at skjótast gjørligt verður farið undir
miðvísa marknaðarføring av FAS úti í heimi.
FAS-skipanin ein órøkt inntøk
HVAT ER FAS-SKIPANIN
Lógargrundarlagið undir FAS er løgtingslógin um føroyska altjóða skipa
skrá frá 1992.
Í FAS kunnu skrásetast føroysk skip, sum eru 100 BRT ella meira.
Fiskifør og stuttleikafør kunnu tó ikki verða skrásett í FAS.
Skip skrásett í FAS kunnu ikki flyta ferðafólk ella farm millum føroyskar
havnir.
Inntøkurnar frá eini skipaskráseting stava frá skrásetingargjøldum,
tonsaskatti og avleiddum virksemi.
Avleitt virksemi kann vera inntøka til advokat, sum skrásetir skipið,
umboðsmann, sum røkir áhugamál hjá eigaranum, grannskoðara, ið
grannskoðar, og inntøka til eftirlit
Í álitinum um FAS-skipanina, sum ein
arbeiðsbólkur undir Fiskimálaráðnum læt
úr hondum í 2006, verður mælt til at fremja
fleiri ábøtur á skipanina. Mælt verður m.a.
til, at FAS fær eina veruliga umsiting, og at
skipanin verður marknaðarførd úti í heimi.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip vil hava burtur
skattligar forðingar í FAS, so skipanin gerst
kappingarfør
Annfinn V. Hansen, formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip