Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 4. mars 2008 3 tíðindi Sørvágs kommuna hevur samtykt at bygg­ ja nýggjan musikk­ skúla í bygdini. Farið verður undir ætlanina beinanvegin. Tónleikur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: - Vit vilja fegin gera okkara til, at tónleikur- in fær bestu umstøður at vir- ka undir her í bygdini, sigur Jákup Suni Lauritsen, borg- arstjóri í Sørvági. Á bygdaráðsfundi í farnu viku varð nevniliga samtykt, at byggja ein nýggjan bygn- ing uppí tann gamla skúlan í bygdini. - Eg havi eisini skilt, at fólk eru sera fegin um hesa avgerðina, sigur hann við Sosialin. Við hesum stiginum kem- ur gamli skúlin í bygdini, sum er bygdur í 1885, aftur til heiður og æru. Skoytast kann uppí, at í fjør lat kommunan eina rættiliga stóra upphædd til Sørvágs Tónleikarafelag at keypa útgerð fyri. Hetta hendi í sambandi við, at fimmti ár vóru liðin síðani felagið varð stovnað. Góðar umstøður Musikkskúlin húsast í løt- uni í ymiskum hølum í Sør- vágs skúla. Hesar umstøðurnar hava ikki verið nøktandi, og tí hevur kommunan tikið stig til hesa nýggju verkætlan- ina. Sum skilst, er hetta at meta sum eitt eindømi, at ein lítil kommuna soleiðis at geva tónleikinum í bygd- ini tær bestu umstøður at húsast og blása undir. Sørvágs Kommuna setti fyri nøkrum vikum síðani eina nevnd at arbeiða við framtíðar skúlanum í komm- ununi. Í nevndini eru Jógvan Páll Joensen formaður, Eiley Weihe, Sune Jacob- sen, Andras Hendriksen, Herálvur Jacobsen og Sig- run Mikkelsen. - Nevndin hevur arbeitt við ymiskum møguleikum, og er saman við Jákup á Stongum, arkitekti komin til eitt sera gott úrslit, verð- ur sligið fast. Farið verður beinanvegin undir at fyrireika bygging- ina, sum er mett at kosta 2,4 mió krónur. Miðað verður eftir, at arbeiðið skal verða liðugt innanfyri eitt ár. Bestu umstøður til tónleikin Danska stjórnin setur á komandi fíggjarlóg á leið 10 milliónir krónur av til eina nýggja føroyska klima­ og havstreyma­ gransking Tíðindaskriv Edmund Joensen fólkatingsmaður Upp undir bæði valini í vetur fór Sambandsflokkur- in til val uppá at fremja gransking í víðari merking, og longu nú verða vallyftini framd í verki. Hóast Sambandsflokkur- in ikki kom í samgongu í Føroyum, kom undirritaði fólkatingsmaður floksins upp í donsku samgonguna hjá Anders Fogh Rasmus- sen. Góða samgongusam- starvið á Christiansborg ber nú í sær, at ein stór føroysk granskingarætlan gerst veru- leiki. Granska í klima og hav- streymum Tann 1. januar 2009 byrja fýra granskarar millum ann- að at granska, hvørja ávirk- an tær nógv umrøddu alheims klimabroytingarnar hava á havstreymarnar kring Føroyar og á týðandi fiskastovnar, ið eru sjálvt grundarlagið undir tilveruni í Føroyum. Talan er um eina umfatan- di trý ára granskingarætlan, ið verður stýrd av granskar- um á Fiskirannsóknarstovu- ni, ið eisini verður gransk- ingarmiðdepil. Fýra granskingarevni Fyrireikingarnar til hesa stóru og týðandi gransking- arætlan eru longu byrjaðar í samstarvi millum Fiskirann- sóknarstovuna og donsku Ráðharrastovuna fyri Vísin- di, Tøkni og Menning. Í hesum døgum fer ráð- legging fram, og longu nú er greitt, at fýra høvuðstættir skulu granskast: 1. Sambandið millum heimsfevnandi klimaið og havstreymarnar við Føroy- ar 2. Klimamodel-scenariir fyri Føroyar 3. Ávirkanin, ið klimabroyt- ingar hava á havstreymar og vistskipanina í havinum og á pelagisku fiskastovnar- nar á føroyskum øki 4. Ávirkanin, ið klimabroyt- ingar hava á havstreymar og vistskipanina á Føroya- leiðini (Faroe Shelf) Fýra granskarar skulu arbeiða við hesum evnum, og tí skulu fýra ph.d.-størv setast. Granskararnir skulu innskrivast við eitt universi- tet í Føroyum ella Danmark, og teir skulu brúka helvtina av granskingartíðini í Før- oyum. Vegleiðing kunnu granskararnir fáa á øðrum universitetum, ið fylgja somu evnum. Møguleiki er fyri, at nýggja føroyska granskingarætlanin kann fáa samband við gransking- arumhvørvið í ES-londum. Endaliga úrslitið av granskingini skal fyriliggja í einari frágreiðing í 2012. Umleið 10 milliónir at granska fyri Hóast danska fíggjarlógin fyri 2008 ikki verður sam- tykt fyrr enn seinni í ár, er greitt, at danska stjórnin fer at seta umleið 10 milliónir krónur í føroysku gransk- ingarætlanina. Pengarnir fara til fyrireik- ingararbeiði, granskaraløn- ir, ferðing, útgerð, kanning- arvirksemi á Fiskirannsókn- arstovuni o.a. Eftir føroyskum mátistok- ki eru 10 milliónir krónur nógvir pengar til eina ein- staka granskingarætlan. Til sammetingar fekk Fiski- rannsóknarstovan í fjør til- samans góðar 20 milliónir krónur á føroysku fíggjar- lógini. Tá er raksturin av rannsóknarskipinum írokn- að. Skjótt politiskt arbeiði Danska stjórnin hevur arbeitt sera skjótt við at fáa granskingarætlanina á føt- ur. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og undir- ritaði fólkatingsmaður høv- du samrøður um danska samgonguskjalið í novem- ber, og eftir hetta komu ítøkiligar orðingar um granskingina við í sam- gonguskjalið. Helge Sander, granskingarmálaráðharri, fór beinan vegin til verka, og longu í januar vóru embætisfólk hansara í Før- oyum á fundi við Fiskirann- sóknarstovuna. Nú er komið so mikið áleiðis, at Lars Løkke Rasmussen, fíggjar- málaráðharri, kann seta krónur og oyru á verkætlan- ina. Verkætlanin, sum vónandi gevur okkum týðandi nýgg- ja vitan um støðuna í havi- num kring Føroyar, nú klimabroytingarnar gera um seg, er eitt sera gott dømi um, hvussu væl tað ber til at samstarva innan Ríkisfelagsskapin, um rætt verður atborðið. Stórur munur er á at stan- da í túninum uttan fyri Christiansborg og rópa, og so at samstarva konstruktivt innan fyri dyrnar, har ávirk- an fæst. Tað var júst sam- starvið innanfyri, ið Sam- bandsflokkurin fór til val uppá við fólkatingsvalið tann 19. november í fjør. Milliónir til føroyska gransking Nýggi musikkskúlin verður bygdur upp í tann gamla skúlan frá 1885 Snotuligt sær tað út, tá nýtt og gamalt hittist í hondunum á góðum arkitekti