Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 7 ukelda Helvtin av heimsins skipum undir hentleikaflaggi Hentleikafløgg hava verið brúkt í fleiri hundrað ár í sjóferðslusøguni, og orsøkirnar hava verið ymiskar. Seinastu árini er skipaídnaðurin alt meira globaliseraður, og tí gerst eisini alt meira vanligt, at skipaeigarar ikki longur skráseta síni skip undir egnum tjóðarflaggi. Val av flaggstati er vorðin ein strategisk avgerð á sama hátt sum ein og hvør onnur fíggjarlig avgerð. 1 . januar 2005 vóru 31.097 skip skrásett í øllum heiminum, harav 15.251 eru skrásett í landinum, har eigarin býr, meðan 15.846 skip eru skrásett undir fremm­ andum flaggi. Tá hugt verður eftir deyðvektini hjá somu skipum, eru 65,1 % skrásett undir fremmandum flaggi. Sostatt eru tað einamest tey stóru skipini, sum verða skrásett uttan fyri landið, har eigarin býr. prosent í skatti at vera í FAS­ skipanini. Í donsku DIS­ skipanini kostar tað onki. – Í veruleikanum fer fram ein dikriminering av føroyskum reiðaríum í FAS, og vit mæla til at steðga hesi diskrimineringini og gera FAS­skipanin kapping­ arføra við tær skipaskrásetingar, hon kappast við, eitt nú donsku og norsku skipaskrásetingarnar, sigur Annfinn V. Hansen. Hann fer at halda fyrilestur á Shipping Føroyar 2008 um vinnumøguleikarnar í FAS. Eitt av hansara sjónarmiðum er, at shippingvinnan skal gerast eitt nýtt bein hjá samfelagnum at standa á. – Sum sjófarandi tjóð eiga Føroyar at fáa lutfalsliga líka nógv burtur úr vinnuni sum Danmark og Norra, tvs. umleið 1,8 mia. kr. um árið. Vit hava førleikan, men ábøtur mugu gerast á FAS­skipanina til tess at røkka hesum máli. Eisini mugu vit fáa betri sømdir í ES fyri føroysk skip, so tey ikki verða roknað sum skip úr triðjalondum. Hetta fer at økja um okkara vinnumøguleikar í ES, sigur hann. –––––––––––––––––––––––––––– Uni Arge ––––––––––––––––––––––––––––