Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 45 - 4. mars 2008 Westtech í Sørvági hevur teknað og proj­ ekterað nýggja barna­ garðin, sum skal byggjast í Miðvági Barnaansing Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Miðvágur: Tað kann fyri mong tykjast sum eitt stórt stig, nú kommunan ætlar sær at byggja ein barnagarð til ikki færri enn 140 børn. Hagtølini vísa kortini, at væl er til av børnum í kommununi undir skúlaald­ ur – í roynd og veru kunnu øll hesi børnini rúmast í barnagarðinum, tí sambært hevur eru tey 144 í tali. Hesin nýggi barnagarður­ in verður bygdur á serstakan hátt, so sum myndin vísir. Eitt stórt arbeiði er gjørt frammanundan við at fyrireika hetta, og hava umboð fyri trivnaðarnevnd­ ina vitjað runt á stovnum kring landið fyri at fáa kunnleika um, hvussu ein kann koma fram til besta úrslitið. 25 mió Higartil hevur arbeiðið ver­ ið nakað seinkað, tí onkrar broytingar eru gjørdar. Ein av hesum broytingum er, at undir starvsfólkabygn­ inginum skal verða fullur kjallari, tað er: at nú skal nakað spreingjast afturat. Jákup á Stongum, arki­ tektur, sigur við Vága­ portalin, at hann roknar við at betong arbeiðið verður boðið út um tríggjar vikur. Her verður talan um eitt umfatandi betong arbeiðið. Íroknað hetta, skulu eisini hitarør leggjast í gólvini. Jákup væntar, at barna­ garðurin kemur at kosta einar 25 milliónir krónur, tá ið hann stendur liðugur. Nýggjan barnagarð til 140 børn Barnatal Sambært einum yvirliti frá Hagstovuni frá 1. januar 2007 høvdu børn­ ini í Miðvágs kommunu henda aldur: 0 ár 12 1 ár 16 2 ár 23 3 ár 23 4 ár 19 5 ár 22 6 ár 13 7 ár 16 Íalt 144 børn Í mong ár hava børnini í samkomuni Oasuni glett áhoyrararnar við sangi sínum. Og í líka so langa tíð hava fólk bíðað eftir, at tey fóru at geva eina fløgu út. Fløga Snorri Brend snori@sosialurin.fo Hoyvík: Nú er umsíðir líkt til, at henda fløgan er á vegi. Í øllum førum eru upptøk­ urnar gjørdar, og gongst sum ætlað verður fløgan á gøtuni í páskavikuni – tað er: um tvær vikur. Tað er Sigrið Sivertsen sum hevur staðið á odda fyri hesum upptøkunum, sum eru gjørdar í Oasu­ bygninginum í Hoyvík hesa seinastu tíðina. Fyri upptøkunum standa Kristoffur Mørkøre og Niclas Johannesen, og munnu tað vera mong sum gleða seg til at hoyra úrslitið á fløguni. Fløgan kemur eftir ætlan út 19. mars, um somu tíð sum páskastevnan byrjar í Oasuni. Barnafløga á veg Tey syngja av frøi og tað kemur eisini at sermerkja nýggju fløguna Mynd: Álvur Haraldsen Sleppur at byggja Slættanes: Tað er ikki ofta, at ein hoyrir um sethúsabygging í hesi avtoftaðu bygdini. Á bygdaráðsfundi í Sandavági í farnu viku varð tó samtykt, at geva Jóhan J. Jakobsen loyvi til at byggja uppaftur eini hús á Slættanesi (myndin) á matrikul nr. 359. Í bygdini eru nøkur fá onnur slík øki, har byggjast kann á. Stovna skjótifelag Sandoy: Mikukvøldið verður stovnandi aðalfundur í felagnum, sum helst fer at fáa navnið Sands Skjótifelag. Umsóknir eru farnar til myndugleikarnar um góðkenning av plássinum til skjótibreyt, ið helst verður úti í Støð á Sandi. Skjótiroyndir eru gjørdar og alt hevur riggað væl. Sagt verður, at øll í oynni kunnu gerast limir í felagnum. Nýggi barnagarðurin í Miðvági verður rættiliga sjáldsamur Mynd: midvagur.fo