týsdagur 4. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008
Skráin fyri Shipping Føroyar
2008 er bæði rúgvismikil og
fjølbroytt. Fleiri ymiskir fyri
lestrarhaldarar úr trimum londum
fara at leggja fram sínar hugsanir
um shippingvinnuna, og lagt
verður fyri kl. 9.35, tá Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, setir
ráðstevuna.
Tá stevnan er sett, fær Jan Frits
Hansen, varastjóri í Danmarks
Rederiforening, orðið. Hann fer
at umrøða shippingvinnuna sum
eina globala vinnu. Jan Frits
Hansen er føddur í 1955 og
útbúgvin búskaparfrøðingur á
lærda háskúlanum í Keypmanna
havn. Hann hevur í mong ár
starvast hjá Danmarks Rederi
forening, fleiri ár sum leiðari og
síðan 2007 sum varastjóri.
Umframt at vera varastjóri er
hann nevndarlimur í nógvum
ymiskum nevndum.
“Samstarv er neyðugt” eitur
fyrilesturin, sum Klaus Kjærulff,
forstjóri í Torm, fer at halda.
Klaus Kjærulff hevur verið
forstjóri í Torm síðan 2000 og
varð útbúgvin hjá ØK síðst í
sekstiárunum og fyrra helming
av sjeytiárunum. Hann er føddur
í 1952. Umframt at vera forstjóri
í Torm er Klaus Kjærulff næst
formaður í Danmarks Rederi
forening og nevndarlimur í
Danmarks Eksportråd.
Føroya Banki og Møkster
Triði fyrilestrarhaldarin fyrra
partin verður John Rajani, leiðari
á Corprate Financedeildini hjá
Føroya Banka, sum tekur sær av
ráðgeving í sambandi við keyp
og sølu av fyritøkum. John
Rajani er útbúgvin fíggjarfrøð
ingur frá Copenhagen Business
School og MBA frá University of
Lancaster. John hevur drúgvar
royndir bæði úr almennu
umsitingini og privata vinnulívi
num, eitt nú sum stjórnarskrivari
í Faroe Seafood, løgmansitari,
sendimaður í London og deildar
stjóri á Løgmansskrivstovuni.
Seinasti fyrilestrarhaldarin fyri
døgurðasteðgin verður Anne
Jorunn Møkster, forstjóri í
norska reiðarínum, Simon
Møkster Shipping. Anne Jorunn
Møkster er dóttir Simon Møkster,
sum stovnaði reiðaríið, og arvaði
ein part av partabrøvunum í
fyritøkuni, tá pápin doyði. Tað
stóð ikki skrivað í sól og mána,
at hon skuldi taka við leiðsluni,
men soleiðis endaði tað, og í dag
er Anne Jorunn so forstjóri í
familjufyritøkuni. Hennara
fyrilestur ber heitið “Frálanda
vinna – soleiðis gera vit.”
Mærsk og Borðoy
Eftir døgurðasteðgin fer Albertus
Zwiers, tekniskur stjóri hjá
Mærsk Supply Service, fyrilestur
undir heitinum “Frálandavinna –
vinnuøki fyri føroyingar?” Fyri
reikararnir fegnast nógv um at
hava fingið umboð fyri Mærsk
við á ráðstevnuna, tí Mærsk er
ein av heilt stóru aktørunum í
heiminum, tá um shipping ræður.
Nógvir hundraðtals føroyingar
hava verið og eru enn í starvi hjá
Mærsk, og væntast kann, at fleiri
teirra verða við á stevnuni.
Undir heitinum “Innveiting av
tænastum” fer Lassi Borðoy
síðan at halda fyrilestur. Lassi
Borðoy er útbúgvin maskinverk
frøðingur, skipsførari og
navigatiónsskúlalærari. Hann
hevur siglt í fleiri ár við
handilsskipum og var í trý ár
stjóri í Atlantic Offshore Base í
Runavík. Hann hevur eisini í
fleiri ár verið ráðgevi innan
sjóvinnuna og var við til at
stovna Sjóvinnudepilin í 2006, ið
hevur sum mál at gerast ein
týðandi tænastuveitari á sjó
vinnuøkinum í Norðurlondum.
Annfinn og Bjørt
Síðstu fyrilestrarhaldararnir á
stevnuni verða Annfinn V.
Hansen, formaður í Reiðara
felagnum fyri Farmaskip, og
nýklakta landsstýriskvinnan í
vinnumálum, Bjørt Samuelsen,
sum umsitur FASskipanina.
Annfinn V. Hansen fer at
leggja fram tilmæli til myndug
leikarnar um broytingar í FAS
skipanini, so hon kann gerast ein
veruligur vinnuvegur.
Bjørt Samuelsen fer at umrøða
ætlanirnar hjá landsstýrinum í
sambandi við FASskipanina. Í
samgonguskjalinum stendur, at
hon skal dagførast. Orðingin um
FAS í samgonguskjalinum er
hendan:
“Til tess at menna eina nýggja
inntøkuvinnu á sjóvinnuøkinum,
har vit hava dyggari royndir enn
tey flestu, verður Føroyska
Altjóða Skipaskrásetingin
umskipað soleiðis, at hon verður
kappingarfør við aðrar skipanir
av hesum slagi.”
––––––––––––––––––––––––––––
Uni Arge
––––––––––––––––––––––––––––
Fjølbroyttir fyrilestrar
á Shipping Føroyar 2008
Millum røðararnar á ráðstevnuni 7.
mars verða umboð fyri fleiri stór reiðarí
í Norðurlondum, teirra millum Mærsk,
Torm og Simon Møkster Shipping. Eisini
umboð fyri Danmarks Rederiforening,
Bitland, Sjóvinnudepilin og landsstýrið
fara at hava orðið