Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 45 - 4. mars 2008 Hagtøl yvir danskar fyritøkur vísir, at alt fleiri fara av knór­ anum. Og sama gongdin sæst eisini aftur í føroysku hag­ tølunum. ­ Vit hava sent methøgt tal av innheintingarbrøvum út hesa vikuna, sigur Jákup B. Jensen, stjóri í Intrum Føroyar HÚSAGANGIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ein greiður vøkstur í talinum av húsagangum inn­ an donsku fyritøkurnar. Tað skrivar danska blaðið Børsen, sum vísir til hag­ tølini fyri januar mánað í ár sammet við sama mánað í fjør. Húsagangirnir í januar í fjør vóru 182, meðan talið fyri januar í ár er 241. Tað er ein vøkstur upp á 32, 4% Fyri árið februar 2006­ januar 2007 er samlaða talið 2.016 húsagangir sam­ mett við 2.445 fyri árið februar 2007­januar 2008. Blaðið hevur eisini tosað við fleiri sakførarafyritøkur sum vátta, at tær hava nógv meiri at gera innan konkurs­ sakir enn fyrr. Talið á húsagangum hevur ongantíð verið so høgt tey ellivu árini, analysufyritøkan Experian hevur gjørt mán­ aðligar konkursanalysir. Í Danmark stendur ringast til innan handil og byggi­ vinnu, har tølini fyri húsa­ gang í januar í ár vóru ávika­ vist 55 og 52. Experian roknar við at sama gongdin fer at halda sær í eina tíð aftrat. Børsen kemur ikki nærri inn á orsøkirnar til mongu húsagangirnar, men tað er ein sannroynd, at partvís hevur peningur verið lætt atkomiligur hjá seliga ung­ um, sum fáa í boði at taka lán umvegis fartelefonina, og partvís lata handlar fegn­ ir vøru upp á borg. Sama gongd her Verður hugt at føroysku tøl­ unum síggja vit, at sama gongdin vísir seg eisini her. Í 2000 var talið 57, í 2002 87, í 2005 var talið komið upp á 116, í 2006 122 og í fjør var talið so komið upp á heili 150 húsagangir. Ella rættari sagt strikað feløg, so tað er ikki púra víst, at øll eru farin á húsagang; írokn­ að eru eisini feløg, sum bara eru givin. Men uttan mun til tað, er vøksturin týðiligur. Skrásett feløg í alt í Før­ oyum pr. 31­12­2007 vóru 2833. Talan er í nógv mest­ an mun um smápartafeløg, sum eru 2238 í tali. Næst koma partafeløg, sum eru 568 í tali. Umframt hetta eru 16 filialar, tíggju grunn­ ar og ein sparikassi. Hóast talið av strikaðum feløgum er støðugt vaks­ andi, so er hetta einki fyri at rokna móti stovnaðum feløgum. Í fjør vórðu heili 478 nýggj feløg skrásett, 426 smápartafeløg, 51 partafeløg og ein filialur. ­ Men tað er gongdin við strikaðum feløgum, sum er órógvandi, og økjandi talið hongur væl saman við mongdini av innheintingum, sum vit senda út, sigur Jákup B. Jensen, stjóri í innheinting­ arfyritøkuni Intrum Føroyar. Hann sigur, at farnu vik­ una setti fyritøkan met í útsendum innheintinum, tá talið á brøvum fór upp um eitttúsund. Leggja ov nógv fyri Methøga talið av innheint­ ingarbrøvum, sum nú eru send út, kemst helst av jóla­ søluni. ­ Jólasølan hevur verið serstakliga stór í fjør, og fólk hava helst spent boga ov høgt. Tá tað so nú eru stundir at gjalda rokningina, megna fólk tað ikki, heldur Jákup B. Jensen. Nakað annað, sum er órógvandi, eru nýggju gjaldskortini, tey sonevndu e­kortini ella masterkortini. ­ Eg havi tosað við fleiri handlar, sum gremja seg um hesi nýggju gjaldskort­ ini. Tey virka nú á tann hátt, at tá rindað verður við teim­ um, ganga 28 dagar áðrenn handilin fær peningin, og tað sigur seg sjálvt, at tað tyngir almikið um likviditet­ in, sigur Jákup B. Jensen. Hartil kemur so eisini, at tað er ógvuliga dýrt at nýta hesi kortini, tí rentan er heili 14%. Tær sonevndu gjaldindex­kanningarnar, sum altjóða Intrum fyritøk­ an ger tvær ferðir um árið, og sum eisini Intrum Føroy­ ar er farið undir at gera, vísa, at føroyingar liggja í tunga endanum, tá tað ræð­ ur um at gjalda rokningar. Og tað ávirkar sjálvandi eis­ ini raksturin hjá handlum og fyritøkum. ­ Vit fara nú undir at gera nýggja gjaldsindexkanning. Hetta er so aðru ferð vit gera hesa kanning, sum frameftir skal gerast tvær ferðir um árið. So tað verð­ ur spennandi at síggja, um støðan er nakað broytt frá fyrstu kanningini, sigur Jákup B. Jensen. Fyritøkan Intrum Føroyar, har Jákup B. Jensen er stjóri, hevur sent metnógv innheintingarbrøv út í farnu viku, fleiri enn eitttúsund Alt fleiri fyritøkur á húsagang Krevja betri fólkaskúla Grønlendska arbeiðsgevarafelagið vil hava politikar­ arnar at leggja nógv størri dent á fólkaskúlan enn nú. Í einari áheitan á politikararnar sigur felagið, at neyðugt er at bøta um umstøðurnar í skúlanum fyri at fáa lærararnar at støðast, tí eitt nútímans samfelag kann ikki liggja í støðugum læraratroti, sigur felagið. GA leggur afturat, at tað er avgerandi fyri vinnulívið, at tey ungu eru væl fyrireikað og búgvin, tá tey koma úr skúlanum. Hergeir fekk fyrsta startpakkan Klaksvík: Hergeir Carlsson var tann fyrsti, ið fekk ein startpakka frá Klaksvíkar kommunu. Tað var borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, ið handaði »nýggja« klaksvíkinginum henda fyrsta startpakkan, nú hann við húski er fluttur til Klaksvíkar kommunu. Hergeir er 33 ára gamal, giftur við Lillian Lassen og hava tey trý børn. Hergeir starvast hjá Norðhús. Um hesa skipanina við startpakkum sigur Hergeir sjálvur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu: ­ Eg haldi tað er veldugt við hesum startpakkunum, tí hetta er nakað sum øll familjan fær gleði av! Tey eru serliga fegin um at til dømis hava fingið eitt svimjikort, sum bør nini kunnu brúka.