Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 - Vit stremba alla tíðina eftir at fylgja menningini og helst verða upp á forkant av henni. Og kann Shipping Føroyar 2008 verða við til at skumpa undir enn meira virksemi, so ongantíð betur, sigur Leivur Hansen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð Tórshavnar Býráð hevur altíð lagt seg eftir, at vera størsta og besta havn í landinum. Leivur Hansen hevur verið til at byggja havnirnar í kommununi út nógv tey seinastu árini. Fyrst sum limur í havnanevndini, síðani sum borgarstjóri og nú sum formaður í havnanevndini. Vit hava útbygt havnina í Havn rættiliga nógv seinastu árini, og vit hava hildið fram á Oyrareingj­ um og á Langasandi í Kollafirði, sum nú hevur landsins longstu samanhangangi atløgubryggju, sigur Leivur Hansen. Hetta er alt neyðugt til tess at fylgja við tíðini. Tað ræður um hjá fiskiskipum og farmaskipum at sleppa skjótt av við veiðu og vørur, og ikki minst at sleppa skjótt avstaðaftur, sigur havna­ nevndarformaðurin. Men tað hava eisini verið onnur viðurskifti á havnalagnum, sum neyðugt hevur verið at bøtt um. Vit broyttu atløguplássið í Havn, so nýggja Nörrøna kundi leggja at. Tað var ein útreiðsla upp á 60 milliónir krónur, men samstundis ein íløga sum lønar seg, tí hon er tjent innaftur eftir fáum árum, sigur Leivur Hansen. Eisini hava Samskip og Einskip gjørt av at nýta Havnina og Kollafjørð sum atløgupláss í Føroyum. Vit fylgja alla tíðina við menningini og royna alla tíðina at bøta um karmarnar, sigur Leivur Hansen. Lønar seg Havnanevndarformaðurin hevur sum nevnt verið við í útbygging­ ini og menningini av havnalag­ num í Havn og nú eisini í Kolla­ firði. Og hann hevur tískil eisini verið við til at brúkt nógvar pangar. Vit hava brúkt nógvar pengar upp á havnaløgini seinastu árini, men vit skulu eisini minast til, at tað ger, at vit fáa nógvar pengar, vísir Leivur Hansen á. Talan er bæði um havnagjald, keigjald, vørugjald, vatngjald og annað tílíkt, sum kemur sum beinleiðis inntøka frá skipunum. Hartil kemur so eisini, at alt hetta skapar arbeiðspláss, sum so aftur kemur kommununi til góðar í skattakrónum frá hesum arbeiðsplássum, sigur Leivur Hansen. Formaðurin í havnanevndini leggur stóran dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, alla tíðina at skapa vinnuni so góðar karmar sum tilber. Vit leggja okkum alla tíðina eftir, at varðveita støðu okkara sum landsins størsta og besta havn. Ikki beinleiðis fyri at kappast móti øðrum føroyskum havnum, men heldur fyri at kappast móti øðrum havnum í norðurlondum soleiðis, at reiðaríini velja okkum sum sína støð í Norðuratlantshavi, sigur Leivur Hansen. Og fyri at kunna kappast á tí vøllinum, er neyðugt at kunna bjóða tænastur og karmar, sum ikki standa aftan fyri tær, hjá kappingarneytunum. Leivur Hansen leggur dent á, at allar útbyggingar eru framdar uttan lántøku. Ferðamannaskip Eisini á einum øðrum øki hevur havnanevndin og býráðið sum heild verið úti um seg. Tað er ein sonevnd Cruise­ ráðstevna á hvørjum ári í Miami, Florida í USA, og har hava vit verið við fleiri ferðir. Hesar ráðstevnur hava stóran týdning, tí har koma vit í samband við cruise­reiðaríini, og tann vegin fáa vit fleiri teirra at koma hendanvegin, sigur Leivur Hansen. Fyri fáum árum síðani vitjaðu áleið 25 ferðamannaskip á Havnini um árið. Men eftir at býráðið byrjaði at senda umboð til cruise­ráðstevnurnar, er talið á vitjandi ferðamannaskipum vaksið upp í 45. Tað er av alstórum týdningi at skapa karmarnar so rúmar, at skipini fáa lagt at bryggju. Liggja tey á reduni, gjalda tey bert havnagjald, men koma tey at bryggju, byrjar kassatólið veruliga at telja, sigur Leivur Hansen. Men eisini í aðrar mátar hevur tað stóran týdning, at skipini koma at kei, tí tað merkir, at ferðafólkini kunnu streyma niðan í býin, Vit skulu jú minnast til, at hesi ferðafólkini er rættiliga væl fyri fíggjarliga, og kunnu tí leggja hópin av peningi eftir seg, og tað er ikki bara gott fyri høvuðs­ staðin, men fyri alt samfelagið, sigur Leivur Hansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð. –––––––––––––––––––––––––––– Leo Poulsen leo@sosialurin.fo –––––––––––––––––––––––––––– Heilsar shippingstevnuni vælkomnari Leivur Hansen er formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang