Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 45 - 4. mars 2008 Nýggjur læknaformaður Á eykaaðalfundi í Læknafelag Føroya varð Tormóður Stórá valdur til nýggjan formann í felagnum. Hann avloysir Jens Andreasen, sum hevur verið formaður seinastu árini og ikki ynskti afturval. Læknafelag Føroya er høvuðsfelagið hjá øllum læknum í Føroyum. Hinir nevndarlimirnir í felagnum eru Sten Larsen og Jaspur Petersen fyri kommunulæknarnar, Hans Jákup Simonsen og Erik Wandall fyri serlæknarnar og Jan Rasmussen og Jóna Hansen fyri Yngru læknarnar. Evnisdagar á Kambsdali Dagarnar 3. til 5. mars hava næmingarnir í Studentaskúlan­ um á Kambsdali evnisdagar. Hesar dagarnar er vanliga undirvísingin niðurløgd, og í staðin arbeiða næmingarrnir við alskyns evnum, sum í flestu førum ganga tvørtur um vanligu fakmørkini. Íalt eru 14 ymiskir bólkar, ið fevna um alt møguligt frá fyrstuhjálp og genspleysing umvegis fransk­ an mat til tónleik og sjónleik. Mikukvøldið enda evnisdagar­ nir við eini kvøldsetu, har ymsu bólkarnir fara at leggja tað fram, sum teir hava arbeitt við. Kvøldsetan verður miku­ kvøldið 5. mars kl. 19 og endar umleið kl. 21.30. Sum nevnt fyrr í Sosi­ali­num, gjørdi­ bri­mi­ð 31. januar av vi­ð hei­lar fi­mm av tei­mum tólv fleyga­ sessunum á Urði­ni­ í Nólsoy ÓDNARVEÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Náttúrukreftirnar eru óhugnaligar, og hvussu sterkar tær eru, eru myndir­ nar her á síðuni prógv um. Ikki bert eru fimm av teimum tólv felygasessunum á Urðini í Nólsoy skolaðir burtur, men eitt stórt búðøki hjá lundanum er somuleiðis burtur. Júst hvussu hetta fer at ávirka stovnin í oynni, fæst sjálvandi einki at vita um, fyrr enn lundin tekur land móti sumri. Men tað stendur í hvussu er fast, at teir fimm fleygasessirnir, sum eru skolaðir burtur, verða ikki gjørdir aftur. Kanska tað fer at vísa seg at bera til, at gera nýggjar sessir onkra aðrastaðni á Urðini, men tað fer at taka fleiri ár, áðrenn staðfestast kann, um hetta letur seg gera. Ólekjandi sár á náttúruna Myndin er tikin úr sessinum í niðaru Túgvu og heimeftir. Tveir sessir heimanfyri eru heilt burtur, og um tað einaferð verður fleygandi aftur har, kann bert tíðin vísa. Mynd: Rene Hansen Hendan myndin er úr Grátinum - har ein sessur er, sum tó kann fáast til sess aftur – og suður móti Hvíturðini, har tveir sessir vóru. Har fleygast neyvan aftur Mynd: René Hansen Sum sæst eru greflig sár allan vegin heim eftir Urðini. Myndin er tikin av sjónum, og lætt er at síggja, at brimið hevur verið øgiligt Mynd: Jens Kjeld Jensen