Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 9 TransAtlantic Climate Conference 7- 8 apríl 2008 I Norðurlandahúsið I www.tacc2008.com Altjóða ráðstevnan, TransAtlantic Climate Conference, sum verður í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl snýr seg um altjóða avbjóðingarnar, sum standast av veðurlagsbroytingum. Hon setur fokus á mongu avbjóðingarnar hjá m.a. vinnuni í hesum sambandi. Á ráðstevnuni verður givið boð uppá, hvussu vit við nýggjari tøkni kunnu brúka minni orku, dálka minni og menna møguleikarnar innan vinnu, útbúgving og gransking. Al Gore, sum vann friðarheiðursløn Nobels í fjør, verður høvuðsrøðari á altjóða ráðstevnuni. Eisini føroyski havfrøðingurin, Bogi Hansen, sum herfyri vann norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, fer at røða á ráðstevnuni saman við øðrum týðandi røddum í altjóða umhvørviskjakinum. Føroyskar og útlendskar fyritøkur og einstaklingar fara at vísa á avbjóðingar og loysnir, sum eru tengdar at einum burðardyggum havumhvørvi. Atgongumerkjasølan fer fram á www.tacc2008.com Kostnaðurin er kr. 6800 Bitland, Vinnuhúsið og Samvit skipa fyri ráðstevnuni. Føroya Banki og Eik Banki eru høvuðsstuðlar. Lesið meira á www.tacc2008.com Altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum