Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 45 - 4. mars 2008 Borgarstjórin skilir væl, at kollfirðingar eru súrir um, at tað gongur so illa at fáa grundstykki í bygdini. Men tað er ikki lætt, tá seyður og neyt verða tikin framum ung húski, sum vilja hava tak yvir høvdið, sigur hann Kollafjørður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Kollfirðingar, sum ætla at fáa sær tak yvir høvdið, eru súrir inn á Tórshavnar Býráð. Rættiliga súrir! Hóast teir nú hava bíðað í fleiri ár eftir at fáa grund­ stykki í Kollafirði, halda teir ikki, at nakað sum helst røkist fyri, at tað fer at eydnast. Og tað skilir Heðin Mor­ tensen, borgarstjóri væl. ­ Eg skilji væl, at kollfirð­ ingar illneitast inn á, at tað er so tórført at fáa grund­ stykki í bygdini. Men hann sigur, at tað er ikki tí at kommunan hevur ligið á latu síðuni. ­ Vit hava í fleiri ár arbeitt fyri at útvega grundstykki í Kollafirði og veruleikin er, at tað er valla ein einasti dagur, har ikki umsitingin í Býráðnum hevur fingurin í málinum, sigur borgarstjór­ in í Havn. Men hann leggur turris­ liga afturat, at tá ið seyður og neyt vísa seg at hava størri týdning enn tað at útvega fólki tak yvir høvdið, verður tað serstakliga tór­ ført at fáa jørð til byggi­ lendi. Næstan ógjørligt Heðin Mortensen sigur, at stóri trupulleikin í Kollafirði er, at tað er so ómetaliga tór­ ført at fáa hendur á byggi­ lendi. ­ Byggiætlanin er broytt, so tað er ikki trupulleikin. Trupulleikin er, at tað er so tórført at fáa fatur á lendi. Hann sigur, at næstan øll jørðin í Kollafirði er dyrkað lendi og tað er næstan ómøguligt at fáa til byggi­ lendi. Somuleiðis er rættiliga nógv ognarjørð í Kollafirði og tað vísir seg eisini at ganga trekt at fáa nakran at selja til byggilendi. Hinvegin liggur tann ódyrkaða jørðin uttangarðs so illa fyri, at har fæst ikki byggilendi burturúr. Eitt lendi, sum tað ber til at fáa fatur á, er við ein bóndagarð. ­ Tað merkir, at skal jørðin takast til byggilendi, skal allur bóndagarðurin flytast, so tað er ein ógvu­ liga dýr loysn, sum vit ikki kunnu smyrja upp á tey, sum skulu hava grund­ stykki. ­ Høvdu vit fingið fatur á lendi, høvdu vit langt síðani kunna útstykkja, leggur hann afturat. Hann sigur, at býráðið hevur verið í samráðingum við bóndan, men úrslitið er, at talan er um eina so dýra loysn, at tað letur seg ikki gera. Borgarstjórin sigur, at í so máta er støðan nógv øðr­ vísi í Havn, tí her er ov mik­ ið av ódyrkaðum haga, sum landið eigur og sum kann brúkast til byggilendi og tí er nógv lættari at fáa fatur á byggilendi í sjálvum høvuðs­ staðnum. Sleppa ikki framat Býráðið hevur eisini onnur byggiøki í kikaranum í Kollafirði, men tað er sama søga, at av tí at talan er um dyrkað lendi, er ómetaliga at tvørligt at fáa fatur á lendi. Støðan er eisini tann, at hava privatu eigararnir sjálvir ætlanir um at stykkja út, ber heldur ikki til at fáa fatur á jørðini og at ognar­ taka til grundstykki undir hesum umstøðum, ber ikki til. Og eigararnir í Kollafirði siga, at teir ætla at útstykkja sjálvir, so har sleppur kommunan ikki framat. ­ Alt tað besta byggilendi er dyrkað og har eru vit strandað. At fara út um bø­ garðarnar, ber heldur ikki til, tí har er ikki byggjandi. Kortini staðfesir hann, at ein loysn um eitt byggiøkið, er komið so mikið ávegis, at hann væntar, at eini 30­ 40 grundstykki kunnu bjóð­ ast út í næstum. Men hann vil ikki upp­ lýsa, hvat fyri loysn, talan er um. Kollfirðingar, sum ætla sær tak yvir høvdið, verða kanska tvingaðir at flyta úr bygdini, tí tað verður seinur dagur, áðrenn dreymurin um hús og heim í Kollafirði, verður veruleiki Kollafjørður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað gongur so strilti hjá Tórshavnar Kommunu at útvega grundstykki í Kolla­ firði at stórur vandi er fyri, at nógvir kollfirðingar at kalla verða tvingsilsfluttir úr bygdini. Støðan er nevniliga tann, at skulu nógvir kollfirðingar gera sær nakra vón um at fáa grundstykki í bræði, verða teir noyddir at flyta úr Kollafirði. Kommunan hevur í fleiri ár arbeitt við at útvega byggilendi í Kollafirði, men higartil hevur tað verið til fánýtis, tí tað hevur ikki eydnast kommununi at útvega nakað grundstykki. Og sum støðan er nú, verður miðað eftir eini loysn, har eini 30­40 grund­ stykki kunnu útvegast eina­ ferð í næstu framtíð, men tíðarætlan er ongin sett á – og tað er heldur ikki greitt um hetta yvirhøvur verður til nakað. Men hetta munar ógvu­ liga lítið, tí umsitingin hjá Tórshavnar Býráð upplýsir, at 144 umsóknir eru um grundstykki í Kollafirði. Og higartil hevur tað ikki eydnast at útvegað nakað grundstykki, hóast arbeitt hevur verið við tí í fleiri ár og tað nærmasta, sum nú liggur fyri, er at vónandi verða eini 30­40 grund­ stykki útvegað einagferð í næstu framtíð. Sostatt er greitt, at hjá nógvum eru lítil og ongi útlit fyri at dreymurin um hús og heim í Kollafirði, fer at bresta. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, heldur kortini, at veruligi tørvurin er ikki so stórur, tí nógv skriva seg upp í góðari tíð. Men annars vónar hann, at hugburðurin til jørðina fer at broytast, so at rætturin til at fáa jørð at byggja á, verður tryggjað. Tað, hann hugsar um, er at tað eigur undir øllum umstøðum ikki at vera so tvørligt at fáa fatur á al­ mennari jørð til byggilendi, eisini dyrkaðari jørð. ­ Tað eigur tað almenna at syrgja fyri, tí tað má verða ein av okkara fremstu skyldu at tryggja fólkið byggilendi. ­ Í Kollafirði sleppa vit ikki at røra okkum, tí har er so nógv dyrkað lendi og henn fæst ikki fatur á til byggilendi. ­ Tað ber heldur ikki til at ognartaka til grundstykki. Heðin Mortensen sigur, at í Ringasta føri kann av­ leiðingin verða, at kollfirð­ ingar, sum vilja hava tak yvir høvdið, mugu leita sær í aðrar partar í kommununi, leggur hann afturat. Og hann heldur bólturin í mesta mun liggur hjá Løg­ tinginum og hjá Búnaðar­ stovuni. Ladekarl fyri Poulsen Leiðslan í danska Reyða Krossi hevur sett Anders Ladekarl í aðalskrivarastarvið, sum hevur verið leyst, síðani Jørgen Poulsen stillaði upp og varð valdur í Fólkatingið fyri Ny Alliance. Anders Ladekarl, sum er 48 ára gamal, hevur seinastu árini arbeitt hjá altjóða Reyða Krossi. Bodil Nyboe Andersen, sum er formaður í nevndini í danska Reyða Krossi, sigur, at felagsskapurin hevur verið sera heppin við nýggja skrivaranum. Fimleikur í kirkjuni Í Danmark er næstan einki mark fyri longur, hvat ein kirkja kann brúkast til, og í bløðunum eru javnan orð ella hugtøk sum »spaghettigudstjeneste« og »babysalme­ sang«. Nú kemur eitt orð ella hugtak afturat, tí í Gl. Haderslev Sókn hava kirkjutænararnir gjørt av at skipa fyri fimleiki fyri áhugaðum sóknarbørnum. Rolf Jensen, granskari, sigur við DR­kringvarpið, at tilboð sum hetta eru eftir øllum at døma ein liður í framtíð kirkjunnar. Nýggi aðalskrivarin hevur altjóða royndir á hjálparøkinum (Mynd: DR) Seyður og neyt forða fyri grundstykkjum í Kollafirði Ungar familjur tvingsilsfluttar úr Kollafirði - Eg skilji væl, at kollfirðingar eru súrir, men vit fáa ikki gjørt so nógv, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri