Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 Seinastu tíðina hava nakrar stuttligar lýsingar verið at sæð í sjónvarpinum frá Vinnuháskúla­ num. Tann eina – Vinnuháskúlin og tónleikarin – vísir ein frustreraðan ungan tónleikara, sum kemur inn í ein radiohandil, møtir einum øðrum manni og gremur seg um at illa gongst, hann hevur ikki ráð at keypa sær nýggjan forsterkara, tí hann ongar pengar hevur. Men hin maðurin svarar ísakaldur, at hann er maskinmeistari og flýtur í pengum. Ein onnur – Vinnuháskúlin og designarin – vísir ein designara, sum fortelur fyri einum manni, at hann ikki hevur tíð til nakað sum helst, tí hann altíð er til arbeiðis. Hin maðurin er skipsførari og svarar, at hann er 4 vikur úti og 6 vikur heima, og tað er “fínasta slag”. Sosialurin hevur spurt Hans Johannes á Brúgv, um hesar lýsingarnar síggjast aftur í tølunum á teimum, sum søkja inn á Vinnuháskúlan. ­ Ilt er at meta um, hvussu stóra ávirkan slíkar lýsingar hava, men eg ivist ikki í, at tær varpa ljós á skúlan og gera hann til kjakevni í teimum føroysku stovunum, sigur Hans Johannes á Brúgv. Tvær ferðir um árið verða næmingar tiknir inn á Vinnu­ háskúlan, og staðfestast kann, at talið av upptiknum lesandi er vaksið nógv seinasta hálvannað árið ella so. Flestu útbúnu av landinum Tað eru umleið 180 lesandi á Vinnuháskúlanum í dag, og harafturat eru heili 600 knýtt at skúlanum afturat, sum taka ymisk skeið so sum brandskeið, radioskeið, og trygdarskeið. Tað fara umleið 50­60 lidnir studentar út úr Vinnuháskúlanum um árið við prógvi í hondini, og fer ein stórur partur av hesum út um landoddarnar at arbeiða í ymsum FAS­líknandi skipanum. Tað verið seg tann danska DIS, norska NIS ella líknandi. Men hví finna hesi sær ikki arbeiði í Føroyum, spyrja vit skúlastjóran Hans Johannes á Brúgv. ­ Satt at siga eru tað ikki nóg nógv arbeiðspláss í Føroyum til øll tey útbúnu, men tað góða er, at tey stórt sæð ongar trupulleikar hava við at finna sær størv í øðrum londum, sigur hann. Tað sæst á skúlastjóranum, at hann er eitt sindur errin av, at útbúnu studentarnir hava so lætt við at finna sær arbeiði í okkara grannalondum, serliga í Danmark, og er hetta tekin um, at útbúgvingin er á altjóða støði. Men Hans Johannes á Brúgv sær tað ikki sum nakran stóran trupulleika, at so nógvir føroyingar við góðari útbúgving innan sjóvinnu fara í onnur lond at arbeiða. ­ Teir flestu verða kortini búgvandi í Føroyum, samstundis sum teir hava góða hýru við útlendskum reiðaríum. Tí vinna teir nógvan pening, sum kemur í umfar í føroyska samfelagnum, og hetta kunnu vit bara fegnast um, sigur Hans Johannes á Brúgv. Útbúgvingarnar upp á bachelorstøði Eitt nýtt lógaruppskot viðvíkj­ andi Fróðskaparsetrinum verður lagt fyri løgtingið ein av fyrstu døgunum, og har er millum annað ætlanin at fáa sjúkra­ røktarfrøðinga­ og læraraút­ búgvingarnar skipaðar sum bachelor­útbúgvingar við tilknýti til Fróðskaparsetrið. Hans Johannes á Brúgv hevur sjálvur verið við til at smíða eitt álit um at broyta útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til bachelorstøði. Men tá nú fólk við útbúgving frá Vinnuháskúlanum tykjast at vera ein eftirlýst vøra, ikki minst í Danmark og Noregi, hví er tað tá so umráðandi at broyta útbúgvingina, spyrja vit hann. ­ Alt broytist og krøvini herðast alsamt til bæði einstak­ lingar og útbúgvingar. Í Danmark hava tey longu umskipað naviga­ tør­ og maskinútbúgvingarnar til bachelorútbúgvingar, og um vit vilja vera við í kappingini, so hava vit ikki annað val enn at gera tað sama, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hann vísir í sama viðfangi á, at um tíðirnar versna, og fólk ÚTBÚGVINGAR Á VINNUHÁSKÚLANUM Fýra útbúgvingarnar kunnu takast á Vinnuháskúlanum, og tær eru: 1) maskingmeitsari, 2) maskinistur, 3) skipari, og 4) skipsførari. Maskinist- og maskinmeistaraútbúgvingarnar eru óheftar hvørji aðrari, og tekur tann fyrra ¾ ár, meðan tann seinna tekur 3 ár. Fyri at koma inn á maskinistútbúgvingina krevst ein handverkara- útbúgving ella SIT útbúgving á 2 ár við handverkararoyndum. Skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar eru í leingjan av hvørji aðrari, soleiðis at eftir eina 1½ ára langa skiparaútbúgving kann ein fara víðari í 1½ ár og gerast skipsførari. Frammanundan krevst ein siglingstíð á eitt ár ella ein kombinatión av siglingstíð og sjóvinnuskúla í tilsamans eitt ár. Vinnuháskúlin vil fylgja Føroyingar sita ikki fastir í stólinum, men eru vanir við at flyta seg og hava tí lætt við at fara í onnur lond at arbeiða”, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum Hans Johannes á Brúgv Vit kunnu manna skipini, um tey sigla undir FAS, DIS, NIS ella líknandi altjóða skipanum”, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum Hans Johannes á Brúgv Kemur oljuvinnan til Føroya, so hava vit møguleika at útbúgva fólk til bæði veitingarskip og boripallar. Leiðslan á einum boripalli er vanliga skipsføraralærdur”, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum Hans Johannes á Brúgv Eitt prógv frá Vinnuháskúlanum er eitt gott atgongumerki til eitt gott starv á sjógvi ella landi. Men skúlastjórin ynskir at broyta útbúgvingina til bachelor-støði. – Krøvini bara vaksa, og tí noyðast vit at vaksa við, sigur Hans Johannes á Brúgv